og í fýra ár var hann við Fiskanesi. - Eg kom tá at kenna nógvar menn - fleiri teirra eru enn á lívi, og nógvir eru farnir. Tað er eitt tíðarskeið í mínum lívi, sum eg ikki vildi verið fyriuttan. - Eg fór [...] virkar. Vit verða ikki kastað fyri bakka sum so. - Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu sita og bøla yvir einum starvi, til tey eru avdeyða og skulu rekast út, meðan tey ungu sita og bíða virkisfús. Tað hevði [...] noyðast tey at fara úr sínum fasta starvi. Nú ein dagin fylti útvarpsmaðurin Ívar Iversen 67 ár, og tí eru hansara dagar sum fastur starvsmaður í Útvarpi Føroya nú taldir. Røddin hjá Ívari hevur verið at hoyrt
er lækkað meira, enn tey 3.000 tonsini, hesi skipini hava fingið. Samlaða toska- og hýsukvotan hjá føroyingum er lækkað við góðum 7.000 tonsum eystanfyri. Tá eru bæði Rusland og Noreg íroknað. Tó er rækjukvotan [...] Sundaberg, sigur Hanus Hansen, at teir eru báðir eystan fyri í løtuni, og koma ikki heim fyri ársskiftið. Sum er hava teir millum 300 og 400 tons í flaki inni hvør. Men fiskiskapurin hevur verið heldur [...] Úrslitið av samráðingunum um veiðumøguleikarnar í Barentshavinum eru á góðari leið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, sum eigur Skálaberg og Sundaberg. Hanus Hansen sigur, at vit vistu
áhugabólk, sum so kundi skipað fyri hesi guðstænastuni. Til hevði so borið at fingið ein prest at hildið prædikuna, meðan fólk sjálvi hjálptu til undir guðstænastuni. Annars eru tað ikki bara danir, sum koma
sendingini tann 16. desember. Partar av hesi ávirkan hevur almennan áhuga og vil eg tí festa nøkur sjónarmið/spurningar á blað. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska [...] tí bankakanningin er gjørd av eini danskari kanningarnevnd, hvørs limir ? hóast rímiliga habilir ? sjálvir kunnu fáa trupulleikar, um teir eru ov atfinningarsamir mótvegis donsku stjórnini og Den Danske [...] ørkymla teir spurningar, sum eg niðanfyri viðgeri og sum eru lýstir ríkiliga væl í SVF sendingunum. Ad. 1.Vilja vit yvirhøvur liva í einum samfelag, hvørs stjórn arbeiðir, sum tann danska hevur gjørt? Spurningurin
er einki at fara skeivur í. Vit eru øll vorðin lin í knøunum av sanginum Til allar vinir, skemta okkum viðÍ skúrið, og sangir sum Tú brennur so í mær og Like a Slave eru saman við øðrum valaverkum hjá Jákupi [...] hevur Finnur Hansen staðið fyri tí seinnu, og teir hava hvør sín stíl. ? Ætlanin var, at Herluf Sørensen eisini skuldi standa fyri tónleikinum á hesi fløguni, og hann var eisini við at byrja við, men hann [...] høvdið við frálíku, friðarligu og vøkru fløguni Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10
landsdystir eru spældir á leikvøllunum í Føroyum og kring um í Europa hesi seinastu 10 árini, og úrslitini hava verið bæði góð og vánalig. Stórtapini gjørdust ongantíð so stór, sum fólk væntaðu at byrja [...] lagt er betur til rættis enn so, og nógvu smáu søgurnar, sum standa í marguni, eru við til at krydda bókina. Samrøður eru gjørdar við sentralar persónar í altjóða ævintýrinum hjá føroyskum fótbólti, og [...] Sigurðsson er áhugarverd. Eisini samrøðurnar, sum eru gjørdar við landsliðsvenjaran Allan Simonsen og mesta roynda føroyska spælaran, Jens Martin Knudsen, eru við til at lýsa gongdina betur. Tað er gott at
Dagny Joensen Jens Kr. Vang Tað eru minni enn so øll, sum hava onkran at fara til á jólum, ella sum hava familju ella vinir at halda jól saman við. Oftani eru tað fólk, ið eru komin so væl til árs, at hjúnarfelagi [...] hjúnarfelagi og vinfólk annars, eru farin. Nógv kenna seg einsamøll, serliga á jólum. Hetta er allarmest av øllum familjuhátíð, tá fólk geva sær stundir til nærri samveru enn í vanliga gerandisdegnum. Ein [...] kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg. Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum. Øll eru farin - Tá fyrst sonurin og seinni konan doyðu, so var ikki so nógv at halda
hyljarnir frið. Nú var lítil og eingin ferðsla og fóru hesi smáu eygu upp at floyta sær í tí køldu luftini og tí bjarta mánalýsinum. Móti jólum gjørdust hesi Havnareygu so orðarík, at tutlið frá teimum sjarrandi [...] undir jól, so asfaltið var heilt sum ein troyggjubulur. Nei, her var einki at gera. Viku fyri jól vóru fólk í jólahýri og í sýnisgluggunum fór smátt um smátt okkurt skreytakent at hanga, ikki vóru stundir at [...] Rasmussen. Hesir áttu bikhavið á Vaglinum og høvdu býtt tað upp sína millum. Teir stóðu allir við hvør síni pípu og lótu roykin frá hesum pípuhúsa staðfesta makt sína og hevdaðu megi sína at lata roykin
hvørjir teir eru?? Mister Matumbwe hugsaði djúpt eina løtu við hondini uppi undir tí rundu høkuni. Hann svaraði sum úr sissheimi : ?Kanska skuldu vit heldur spurt hvør, ið HANN er.? ?Hann? Hvør er hasin hann [...] stunaði og segði: ? Vil tað siga tygum eru lækni? Hví fan?in søgdu tygum tað ikki beinanvegin? Konan er við at fara á soppin. Teir satans sjúkrakassalæknarnar. Teir eru ikki til at fáa fatur á, tá ið brúk [...] støðu, sum lagaður upp ímóti húsavegginum, og vendi sær ímóti honum kurtisliga: ?Ársaka, mín harri, hvør eru tygum, og hvat havast tygum at?? Tann lítli knevilin hugdi upp á mister Matumbwe við einum skálkabragdi
Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðslu - og ferðslu sum heild. Tá í tíðini [...] varð nummarið til 1-1-2-3-4. Tá varð roynt at fáa nummarið 1-2-3-4-5, men tað bar ikki til. Enn eru helst fólk, ið minnast tær gulu telefonboksirnar hjá AUTO, sum stóðu ymsastaðni í býnum, har kundi ein bara [...] nýttist valutaloyvi, skuldu tú ogna tær ein nýggjan bil, og tað var ikki bara sum at siga tað. Tí keyptu fólk sær ofta ein brúktan hýruvogn í staðin, síðan varð hann seldur, og søkt um valutaloyvi til at keypa