grundarlag undir ætlanini um Tórsvøll. Og tað fer aftur at bera við sær, at tað er ikki óhugsandi, at fyrsta byggistigið av landsstadion í Gundadali verður klárt at taka í nýtslu ikki so langt eftir túsund ára [...] ætlanini. Tað varð sagt, at bæði føroyingar og útlendingar vóru áhugaðir at vera við, og at ein stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum ætlaðist at verða fingin til vega við tiltøkum, sum skuldu vera á økinum [...] sagt, at tað fór ikki at verða roknað við, at ætlanin skuldi fíggjast við almennum pengum, soleiðis sum annars hevði verið vanligt. Einasta almenna luttøkan í ætlanini segðist tá fara at vera, at bólkurin
stevnuni. Hann helt, at tað kanska kundi tykjast onkrum løgið, at formaðuri í Mentunnarnevndini setti eina handilsstevnu. Men hann vísti samstundis á, at har handil er, er lív. Og lív er mentan. Heldur ikki [...] í samband við setanina av Handilsstevnuni ?97. Hann helt, at tað var spell, at einki brúkarafelag er í Føroyum. Í hvussu er einki virkið. Tí tað hevði ikki bara komið brúkarunum til góðar, segði hann. Men [...] sum skipar fyri stevnuni, at hendan 11. stevna hansara, kanska eisini fer at verða tann seinasta. Hann segði, at hann hevði samráðingar við nakrar ungar menn, sum eru sinnaðir at taka yvir. Kristmund Kunoy
tænastu, sum tú hevur brúk fyri. Tað er ein avbjóðing í sjálvum sær at veita fólki góða tænastu, heldur 52 ára gamla Sunnivá Zachariasen, sum gjørdi tað til sítt lívsstarv, at vera krambakvinna. - Mær dámar væl [...] kenna seg virðismikil sum arbeiðsmegi. - Tað skuldi vera ein avbjóðing, at fáa fólk at keypa frá okkum. Hetta gjørdi hann m.a. við at geva okkum bonus fyri at selja ávís vørusløg, og á tann hátt fingu [...] avbjóðingin at fáa eitt barnagarðspláss. Tað var kortini ikki sum at siga tað. Ansingarplássini hingu ikki á trøðunum, men møguleikarnar at fáa børnini inn, vóru eitt sindur serstøk, í mun til tað vit kenna
roknar B68 at verða flutt niður, tí teir endaðu niðastir í 2. deild. Fyrri dysturin ímillum 2. deildarliðið hjá FS Vágum og 3. deildarliðið hjá NSÍ verður í Sandavági í morgin. At dysturin er settur at vera [...] vera í morgin og ikki í dag man komast av, at talan verður um eina nýggja støðu, um tað vísir seg, at besta liðið hjá FS Vágum flytir niður í dag. So verður einki at spæla um, og NSÍ flytir upp. Dómari í Sandavági [...] Dysturin á Sandi verður í dag, og tað verður Arni Gunnarsson, sum skal døma. Dysturin í Gundadali varð longu spældur hóskvøldið, og B36 vann 6-0. Tað vil siga, at alt bendir á, at teir flyta upp, meðan B71 noyðist
»myrkastovu«. Hesum syrgir Gaprial fyri - sum frá at vera handilsforvaltari, nú er vorðin hjálparmaður fútans. Sorinskrivarin fær valdið Nú er tað, at sorinskrivarin, sum vit annars ikki hava sæð so nógv [...] umhvørvið er øðrvísi, enn tað plagar at vera hjá Nils Malmros. Vit eru ikki í Århus í fimtiárunum, men í Føroyum umleið 1760, her stórsligna nátturan setur sínar avmarkingar í kærleiksdramanum. Kortini er talan [...] Hagani vit gjøgnum sjónarhorn harra Pál uppliva, hvussu tað er hjá einum donskum ungum og eldhugaðum presti er at koma til veðurbardu Føroyar at útinna prestagerningin. Hóast álvarsligar ávaringar gerst
eigur at vera. Fýra standa uttanfyri girðingina B36 hevur nógv fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla [...] sandoyingum í ár, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur verið tann, sum tyngsta lessið hevur ligið á. Í Miðvági fekk ábyrgdarmaðurin ostaflísina, og tað ber í sær, at hann noyðist at standa uttanfyri [...] vikuni, at teir í B36 undan ferðini suður til Sands noyddust at telja upp, hvørjir hava spælt flest ferðir, fyri at vita, hvørjir skulu hava gullkrónur í dag. Men tað er ikki neyðugt. Fyrr var tað soleiðis
bara eitt avgreiðslumál, áðrenn tað er greitt, at B36 í 1998 fer at hava lið í 1., 2. 3. og 4. deild. Hetta kemur sera væl við, tí vit hava nógv fólk, og tað fer at leggjast meiri afturat teimum eldru [...] bendir alt á, at tað komandi ár fer at hanga saman allan vegin niður eftir hjá B36. Hóskvøldið var 4. deildarliðið hjá B71 í Gundadali, har teir spældu ímóti B36. Heimaliðið vann 6-0, og nú er seinni dysturin [...] summi rópa ráðhúsið. GHM spælir, og býráðsformaðurin fer at siga nøkur orð, og ivaleyst fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø at nýta høvið at takka fyri móttøkuna. Eftir almennu løtuna í miðbýnum hevur
dramatiseringini. Í sama viðbragdi er tað vert at nevna, at Annfinnur kom sera væl frá uppgávuni. Tað var við serligum ansni, at áskoðarar hugdu eftir hansara avriki, vitandi at Anfinnur var so nógv yngri - [...] rk upp úr hattinum. Salurin er snaraður 90 stig, og pallurin sjálvur kann snarast og vendast, so at fleiri pallmyndir blíva til framman fyri tær, uttan at tað er neyðugt at draga teppi upp og aftur. Í [...] við... Men tað besta av øllum er, at allir leikararnir í øllum sínum leiklutum spæla so ótruliga væl. Høvuðsleikluturin Leiklutin sum Oliver Twist hevur Annfinnur Jacobsen, men eg haldi tað vera eitt sindur
at bygdarmenninir hjá honum í Vági fara at vinna ímóti NSÍ, meðan GÍ ikki fer at megna at vinna ímóti FS Vágar, men tað verður mett at vera rættiliga lítið sannlíkt. [...] silvurmerkini, og tað verður Jákup Simonsen, sum fer at handa teimum í HB heiðursmerkini. Tað fer hann at gera, tá stríðið ímillum HB og bygdarmenninar hjá honum úr Fuglafirði verður lokið. Tað er ikki heilt [...] avgjørt, at GÍ fer at vinna bronsumerkini, men alt talar fyri tí. Mortan Poulsen fer norður til Gøtu við bronsu krónunum í skjáttuni, og ivaleyst sleppur hann av við tey. Ger hann ikki tað, so er tað tí, at
FS Vágum í seinasta umfari. Hetta er fyrsta árið síðani 1993, at GÍ ikki kann kalla seg føroyameistari, og tað fer ivaleyst at kennast løgið hjá fleiri av spælarunum at fáa bronsumerkini hongd um hálsin [...] ár, og summarferian hevur verið stutt, um ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so kvøldini gjøgnum kunnu brúkast til annað [...] Møkøre er leikbannaður til dystin í dag, og bæði Gunnar Mohr og Uni Arge eru ivasamir við skæðum. Gunnar hevur ikki vant í vikuni, og lúskan hjá Una er aftur farin at arga. ÍF hevur heldur einki at spæla