? hon elskaði kærleikan

Í skaldsøguni verður sagt frá úr ymsum sjónarhornum: Viðhvørt Barbu, viðhvørt harra Páls, men í størri og størri mun merja vit, at veruliga sjónarhornið er sorinskrivarans. Hesin gløggi, men mannahatski gudloysingurin hevur alla tíðini verið bergtikin av Barbu, men hann hevur ongantíð torað at gjørt dreymin til veruleika. Tí er tað bæði láturligt og grátuligt, at júst hann óbeinleiðis gerst lagna hennara

Við nýggjasta filmi sínum gongur Nils Malmros nýggjar leiðir. Higartil hevur hann gjørt allar filmir sínar út frá egnum endurminningum. Hesaferð hevur hann tikið eina av donsk/føroysku klassikarunum innan bókmentir - bókina hjá Jörgen-Frantz Jacobsen, Barbara, sum kom út í 1939. Eisini tíðarmyndin og umhvørvið er øðrvísi, enn tað plagar at vera hjá Nils Malmros.

Vit eru ikki í Århus í fimtiárunum, men í Føroyum umleið 1760, her stórsligna nátturan setur sínar avmarkingar í kærleiksdramanum.

Kortini er talan um ein rættan »Malmros-film«. Upprunaliga tulkingin av skaldsøguni er væl í tráð við forlongda temaði, sum altíð hevur størsta týdningin - júst tann pína, sum bundin er saman við kærleikan. Tað sást longu í fyrru filmunum hjá Nils Malmros um tey ungu og teirra forelskilsi, eitt nú »Kundskabens Træ« (1981), og kanska enn meira í virðislønta »Kærlighedens Smerte« (1992). Eingin ivi er um, at Nils Malmros hevur Barbaru í huga, tá hann ímyndar sær tað sárbaru Kirsten í hesum filmi. Báðar kvinnur við nógvum kenslum og við stórum vónum til lívið.


Femme fatal

Í útgávuni hjá Malmros byrjar søgan »Barbara« umborð á skipinum Fortunu. Hagani vit gjøgnum sjónarhorn harra Pál uppliva, hvussu tað er hjá einum donskum ungum og eldhugaðum presti er at koma til veðurbardu Føroyar at útinna prestagerningin. Hóast álvarsligar ávaringar gerst tann ungi presturin skotin í Barbu, eini »femme fatal«, sum við eksotisku útstrálingini dregur menn til sín.

Tað er hennara syndafulla og óskylduga sjarma, sum fangar harra Pál - ið er fongdur av girnd. Hóast ávaringarnar og religiøsa stríð harra Pál verður kærleikin fullborin - til Andreas Heyde kemur aftur á klettarnar. Hann er lesandi í Keypmannahavn og er bróðursonur prest og sorinskrivara. Andreas er ein ungur sjarmørur, sum fær skapt lív í tí annars so »deyða« býnum - Havnini. Veruligu ørindi hansara eru at gera eina ritgerð um Føroya náttúru og búskap, men bæði harra Pál og Barba eru greið um, at Andreas er ein hóttan. Men eingin kann gera nakað við tær erotisku megina, ið strálar av Barbu.


Ørur av sjalusi

Tá harra Pál at enda sleppur av aftur Mykinesi, og kemur aftur til Miðvágs, er Barba farin til Havnar við Andreasi. Hennara girndarliga kærleikssamband við Andreas merkir tó ikki, at hon missir kenslurnar fyri harra Páli. Tá hann - ørur av sjalusi kemur til Havnar, gevur Barba seg til fulnar upp í hendur hansara, og vit síggja eina inniliga kærleikssenu teirra millum, hóast hon longu næsta morgun aftur er farin til Andreas.

Harra Pál roynir at liva við óstøðugu náttúru Barbu, men hann megnar ikki at vinna á svartsjúkuni. Uppøstur av Gapriali, ónda systkinabarni Barbu, sum í veruleikanum er eins øvundsjúkur og harra Pál, tekur hann Barbu og Andres á bóli. Andreas tekur til rýmingar, og Barba verður sett í »myrkastovu«. Hesum syrgir Gaprial fyri - sum frá at vera handilsforvaltari, nú er vorðin hjálparmaður fútans.


Sorinskrivarin

fær valdið

Nú er tað, at sorinskrivarin, sum vit annars ikki hava sæð so nógv til, trýnur fram á pall. Tá Andreas fer til farbróðurin at biða hjálp og sigur honum frá hendingini við Gapriali og harra Pál, verður avdúkað, at sorinskrivarin í loyndum hevur skrivað ritgerðina, sum Andreas als einki hevur gjørt við, meðan hann hevur verið í Føroyum - vegna Barbu og dovinskapi annars. Andreas verður tvungin at svíkja Barbu og fer úr Føroyum við Fortunu morgunin eftir.

Ikki fyrr enn Fortuna leggur út á hav, syrgir sorinskrivarin fyri, at Barba verður leyslatin úr myrkastovu. Ólukkulig fær hon skil á, hvat hent er, og roynir hon uttan eydnu at rógva aftan á skipinum, sum hvørvur í mjørkanum. Barba rør aftaná, men hvørvur. Sterki ovurhugur hennara verður eisini hennara lagna.


Filmurin og skaldsøgan skiljast

Hóast vit ikki beinleiðis síggja, at Barba doyr, er als eingin ivi um, hvussu vit skulu tulka tað, at hon hvørvur i mjørkanum. Hervið skiljast filmurin og skaldsøgan, sum letur hana koma aftur á Havnina, har hon berføtt og niðurtyngd av sorg fer gangandi niðan aftur í Nýggjustovu til mammu sína.

Meðan skaldsøgan leggur upp til framhald, endar filmurin dramatiskt við, at Barba gerst eitt við náttúruna, sum skapti hana.

Nils Malmros hevur listarliga skerpað tulkingina. Hetta verður enn greiðari, um vit hyggja at luti sorinskrivarans.

Í skaldsøguni verður sagt frá úr ymsum sjónarhornum: Viðhvørt Barbu - aðrar ferðir harra Páls, men í størri og størri mun merkja vit, at verurliga sjónarhornið er sorinskrivarans. Hesin gløggi, men mannahatski gudloysingurin hevur allatíðina verið bergtikin av Barbu, men hann hevur ongantíð torað at gjørt dreymin til veruleika. Av somu orsøk er tað bæði láturligt og grátuligt, at júst hann - tá hann endiliga ger nakað, skrivar ritgerðina hjá Andreasi - óbeinleiðis ger seg sjálvan skyldugan í deyða Barbu.

? Barba elskaði kærleikan, hevur Nils Malmros so ofta sagt, og kann tað eisini vera orsøk til, at søguliga fyrimyndin, Beinta, av medsystrum sínum varð skírd illa-Beinta .

Í skaldsøguni er spurningurin um deyða Barbu ógreiddur. Men Nils Malmros tekur avleiðingina fult út við at lata sorinskrivaran fáa síðsta orðið.

Hetta verður gjørt í einum brævi, har hann viðgongur, at eisini hann var stýrdur av fáfongdini, tí fáfongdu vónini um, at hann kundi gerast lagna Barbu.

At enda skilir hann tað, men ov seint er.

Sorgarleikurin er fullkomin...