Gjørt var av, at Símin skuldi byggja teimum hjá Thomsen eitt íshús inn í Saltangará. Hann skuldi keypa sild og frysta hana og skuldi so lata skipunum sild til agn. Afturfyri skuldi hann fáa eitt oyra av [...] 1914 Hetta var so í stuttum søgan um Símun á Høgabóli. Tað er sjálvsagt nógv meira, sum kundi verið sagt um Símun, og upp aftur meira um onnur í ættini. Ein serlig søga er um Kristionnu, systir Jóhonnu á Høgabóli [...] eldast, varð gjørt av, at fiskurin umborð á Verdandi skuldi verða skipaður umborð á Galatheu, sum so skuldi fara til Bretlands við honum. Verdandi skuldi so fara til Akranes, norðanfyri Reykjavík, at keypa
tann seinasta vónin um, at teir nakrantíð fóru at koma afturí aftur. Tað eru fleiri frásagnir um, hvussu hugtungir menninir vóru, tá teir skuldu fara avstað við Lauru. Ein frásøgn um hetta er sera áhugaverd [...] fingið radio. Seinni um dagin, eftir at teir høvdu møtt ”Immanuel”, lurtaðu teir eftir veðurtíðindum og hoyrdu um tað herviliga ódnarveðrið, ið var á veg millum londini. Tá skuldi skiparin Andrias í Túni [...] kortini fóru at koma, og at teir vóru seinkaðir av onkrm øðrum. Tað var ofta, at tað varð hugt út á fjørðin, um nakað skip var á veg inn eftir honum. Fyri hvønn dag minkaði tó vónin. Tá Vágbingur fór av stað
er satt, hatta havi eg eisini hoyrt,« sigur fuglurin. II. Lýtt og leikandi kemur fleyrið tvørtur um fjørðin, fer suðandi millum grøsini, so tey bendast og bogna, fær leyvið á trøunum at leiftra og tær gulu [...] práta um,« siga vindeyguni ? tey stara hugsandi oman á kálgarðin, har trøini standa dovisliga bogin og halla vanga. »Vit droyma og minnast.« »Eisini vit droyma og minnast,« siga trøini, »vit droyma um stórskógin [...] hvørjum fótafari. Hann hevði verið í Havn, og har hevði hann fingið íbirt eitt felag, sum skuldi røkja og nøra um tær ognir, fólkið átti. Hann kom uttar í durin, har sum eg rann, og hevði runnið mong harrans
Sørensen hevur skrivað, verður sagt, at kanningin á Fuglafirði fevndi um 98 ymiskar støðir, sum vórðu skipaðar í eitt regluligt rútamynstur um allan innara partin av fjørðinum. - Á øllum hesum støðum varð sonevnda [...] av pH og redoks-mátingunum góvu ongar ábendingar um dáking. Hinvegin vístu allar mátingar, at støðan var natúrlig. - Evnafrøðiligu kanningarnar fevndu um tað, sum rópt verður gløðitap ? samlað køvievni [...] húsarhaldsfrárensl. - Kanningin, sum vit gjørdu í fjør summar, fevnir um árin á dýralívið á botni frá lívrunnum tilfari. Hon fevnir ikki um dálking við tungmetallum og øðrum eiturevnakendum evnum. Havlívfrøðiliga
Ein tíðindafundur um øll tiltøkini í samband við tunnilin hevur verið í Klaksvík um hetta mundið. Hann er nú liðugur, og Kristian hevur eina aðra avtalu við Olivur á Norðlýsinum um myndatøkur Leirvíksmegin [...] spádómum. Skuldi ein sagt frá veðurlíkindunum í Gásadali hósmorgunin 20. apríl 2006 kl. 9:00 so vóru tey nøkurlunda hesi: Klárt í veðrinum, turt, eitt lítið lot og sólarglottar á Tindhólmi. Hitin um 5 stig [...] taka allan dagin. Avtala er fingin í lag við NCC um loyvi at koyra gjøgnum tunnilin á heimleiðini. Og avtala er fingið við Elisabeth Nybo á Viðareiði um at hava reinsdjórakjøt á døgurðaborðinum fyri okkum
kundi verið eitt gott boð um savningardepil hesu megin fjørðin. Hetta er eitt tilboð, sum vit fólksins tænarar eiga at loysa skjótast gjørligt. Skráin er um nakað ábendingin um, at slíkir lunnar mega leggjast [...] 1938, ofta skuldi siga hendan setningin fram fyri seg. Íblástur úr Schlageter hjá Hanns Johst. “Hoyri eg orðið kulturur nevnt...spenni eg hamaran á skammbyrsu míni.” Hetta sigur nakað nógv um hugmyndafrøðina [...] vóru vandamiklir fyri politisku taburettirnar hjá nazistunum, ið bara skiltu kredduna um at ganga í takt. Ørðvísi sjón um hesi viðurskifti hevði cubanski frælsisstríðsmaðurin José Martí, ið var hugmyndamaðurin
Hetta er eitt dømi um ta umsorgan fólk høvdu. Her fingu arbeiðararnir so nógv tvøst, sum teir vildu hava. Hetta átti lívið í teimum. Omma fekk eisini arbeiði. Teir høvdu spurt pápa, um ikki onkur var, sum [...] frá. Hennara frásøgn byrjar í Streymnesi og endar í Gøtu. Men tað verður annars farið víða um. Talan er um sera áhugaverdar frásagnir. Hensia greiðir frá: Fýra Zachariasar í Streymnesi Eg eri fødd í [...] elst av systkjunum. Steinbjørn er nærum 20 ár yngri enn eg. Tá var stuttligt at fáa eina lítlabeiggja. Gamla og raska langommu Ein langomma mín var Kathrine Ole Christiansen. Um hana skrivar Dimmalætting
tað kundi siglast við fullari ferð. Í munnanum á fjørðinum gjørdist tað greitt, at ísviðurskiftini vóru soleiðis uttanfyri, at tað var ikki hugsningur um at fara framvið landi norðuryvir. Um midnáttarleitið [...] biðin um at taka barlastina úr bakborðssíðu. Hetta hjálpti kortini ikki meiri enn so, at skipið legði seg meiri yvir og harvið var støðan rættuliga álvarslig, tá ið um somu tíð verður hugsað um tað vánaliga [...] Eingi skip og eingin tyrla var á flotastøðini um hetta mundið, og tí vórðu øll skip nærhendis Norðvíkingi biðin um at halda leiðina til hansara. Upp á land Um sjey tíðina henda morgunin metti Tórbjørn Jacobsen
kyndari. At vera kyndari var vorði sum jobb. Ein slíkur trolari brendi 14 tons av koli um samdøgrið, og hvør moli skuldi lempast við spaka. Anfinn fór á preliminer- og studentaskúla í Havn. Aftaná studentsprógv [...] millum annað elgur og villgeit. Kitimat minnir um Føroyar Anfinn og Jytte fullu væl til í Kitimat. Sjálvur heldur Anfinn fólkið og viðurskiftini minna nógv um Føroyar. Tey fullu eisini væl til í bygdarlívinum [...] Fyrstu íbúgvararnir vóru bygningsarbeiðarar, tí stórt sæð alt skuldi gerast av nýggjum. Tað var ikki bert at byggja eina verksmiðju. Her skuldi byggjast ein havn og ikki minst elverk, tí aluminiumsframleiðsla
til hjá hesum bátum. Soleiðis komu fleiri ein og ein til lands, sum tað leið út á kvøldið. Opnu bátarnir høvdu einki ljós, summir høvdu ikki annað enn eina lummalykt, so tað bøtti ikki um støðuna. Vindurin [...] onkrum av hesum deksbátunum. Komin heim ringdi hann til Porkeris at vita, um Hvessingur var komin til lands. Palli segði, at »um Hvessingur verður burtur, so er tað mín skuld, tí eg fór við reservabensininum [...] ið Selnes legði at. Hon spurdi so, um teir høvdu sæð Tjaldrið. Hetta var báturin, sum maður hennara var við. Teir vóru tríggir brøður, pápi og ein svágur við hesum bátinum. So her man hava staðið nógv