má hann hava nakað at bjóða hinum lærustovnunum í heiminum. Kanska hevði tað verið betri at ment Fróðskaparsetrið í nóg stóran mun til, at tað bar til at lata føroysk lesandi fáa ókeypis pláss á lærustovnum [...] árliga, og tá er upphæddin yvirkomilig. Um talið á føroyskum lesandi uttan fyri Norðurlond hinvegin fýrfaldast nú tað í roynd og veru er ókeypis at ganga á einum og hvørjum hægri skúla í øllum heiminum, [...] milliónirnar, sum landið árliga letur til sítt egna universitet, Fróðskaparsetrið. Er tað smart, ella er tað eitt slag av pissaíbuksloysn. Her í Danmark hava tey lesandi á hægri lærustovnunum, eisini vit
fiskur í gørnini. Men út leið á kvøldið, og hann stóð svangur eftir. Tá ið myrkrið seig samanum hann, hevði hann onki notið av øllum tí góða, ið rakst framvið; lat alt fara, tí hann bíðaði eftir tí stóra fonginum [...] liggja frammi á lesistovuni í Gávuni Miklu, so má tað vera fábulin um hegran. Tann góði hegri var soleiðis vorðin, at hann vildi bert hava tann stóra fiskin. Tískil stóð hann og vóð hann í tjørnini tann [...] vónríkt at hugsa um, at skúlaskapur á Sandoynni kann taka seg upp, tí abbi mín, barnvaksin á Mølini í Skálavík, skrivaði lærubøkur til búnaðarskúlans, ið koma skuldi. Á Norðlandinum í Íslandi er í dag b
tað at minnast eg aftur á, hvussu eg altíð var vælkomin á gátt hjá teimum. Tá ið Jákup við húski var fluttur heimaftur til Føroya at búgva í 1970, var tað so sjálvandi, at hann kom við inn í tað kórarbeiði [...] góða orðinum. Hugbráður, sum hann eisini var, kundi hann hvessa frá sær - tó ongantíð særandi, tí altíð ráddi góðlyndið aftanfyri. Kensluríkur setti Jákup meira enn nakar dám á tær stóru framførsluløturnar [...] skuldi verða okkara seinasta ferð á floti saman. Á konsert hjá Havnarkórið í februar kom Jákup sum áhoyrari eftir seinasta sang upp millum sangararnar, og eg skilti, at hann eins og vildi gera vart við nakað
Eirikur á Húsamørk. Hann letur at, at hendan royndin við lýsinum kostaði honum væl av pengum. Men kortini hevur hann áræði til at byrja aftur. -Tann seinasti idioturin er ikki føddur enn, heldur hann fyri [...] við at fylla okkurt upp á ein lastbil í niðaru hæddini. Fari oman um. Vænti at hitta stjóran har. Íslendskar royndir Eirikur á Húsamørk situr inni í húsinum á lastbilinum. Hann bakar bilin út um og kemur [...] matstovuna at seta okkum. Eirikur á Húsamørk greiðir frá, at hugskotið til at fara at turka fiskaslógv kom á eini marknaðarferð hann var í Íslandi herfyri. Har hitti hann menn, sum hava turkað høvd og ryggir
Klaksvík verið handilsmaður burturav. Fyrstu nógvu árini seldi hann klæði, síðani gjørdist hann matstovueigari, og í síðstu viku lat hann upp handilin Brandal Møblar. Nógv hevur verið av tilvild. Og søgan [...] einki undantak. Johannes Brandal fór ein dagin í býin at gera nøkur ørindi, og tá ið hann kom heim aftur, hevði hann keypt bygningin, har nýggi handilin nú húsast. Tað var upprunaliga abbi Johannes, Johannes [...] Brandal undir at selja klæðir. Miðskeiðis í áttati árunum bygdi hann ein stóran handilsbygning í grannalagnum hjá tí gamla handlinum, sum hann framvegis eigur. Hesin stóri bygningurin var gjørdur til annað
sviar ikki hava brúk fyri. Nei til vápnahvíld Aftan á flóðalduna í Suðurasia annan jóladag í fjør høvdu fólk vónir um, at tað bar til at fáa frið í lag ímillum herin og uppreistrarmenninar í indonesiska [...] ført fyri at bumba mál á jørðini. Leni Björklund, verjumálaráðharri, viðgekk mikudagin, at sum er hevur svenska vrjan ikki brúk fyri einum nýggjum flogfari, men hon legði kortini dent á, at tað er umráðandi [...] játtaðu at binda frið eftan á vanlukkuna, men longu í januar byrjaðu bardagarnir aftur. Fyrrverandi finski forsetin, Martti Ahtisaari, beyð sær til at royna semju, og hann hevur boðað pørtunum til fundar
seg, tá ið hann stóð og egndi. Hann dugdi at fara við fólki sum fáur. Náttúrugivin evni. Altíð bar til at fáa góð orðaskifti í lag við hann, og tey vóru gevandi. Tað bar til at tosa við hann um alt. Babba [...] vitjanirnar í Vági vóru fáar. Hann gekk íðin til fótbóltsdystirnar hjá VB, sum vóru spældir norðanfjørðs, og hann duldi ikki fyri, hvørjum hann helt við. Varð farið norður á Mølina á Eiði at hyggja eftir EB/Streymi [...] djúpastu samkenslu. Hann átti tykkum, og tit áttu hann. Øll vóru tit glað og góð saman. Niðan til Justu mól babba um hurðina næstan hvønn dag, til Bjarmu støkk hann inn á gólvið, tá ið hann var í Havn, og væl
verkætlanin ikki enn, og hann avdúkar ikki endaliga, hvat tað verður. Men so mikið letur hann leka út, at vit loyva okkum at gita, at tað fer at hava okkurt við køllur og bóltar at gera. Inni á hotellinum er gamla [...] »Egga« Heinesen. Annars sigur hann, at tey, sum arbeiða á hotellinum, eisini hava brúk fyri at sleppa upp at blása av og á, og tí hava tey gjørt av, at Hotel Norð verður stongt á ólavsøku. [...] døgurða. Aðrir serrættir, tey eru stolt av á Hotel Norð, er tann heimagørdi ísurin, sum hevur gott orð á sær, og so ein rabarbudessert, sum nógv fólk, ið koma á hotellið, biða um. Men sjálvandi eru eisini
stuðuli til Neistan. Hann staðfesti, at hann tók undir við øllum hesum tiltøkum, men hann heldur eisini, at býráðið má fáa ein greiðan politikk á økinum fyri at sleppa undan at alt fer á glið og fyri at ein [...] upphædd kann setast á á fíggjarætlanina hvørt ár, sum býráðið kann halda seg innanfyri. Sum støðan er nú, er ov lætt at leggja býráðslimir undir trýst við vanda fyri, at alt fer á glið á økinum. Aðrir býráðslimir [...] komu kontraboð um at tað ikki bar til at fáa stuðul, tí landið hevði ongar pengar sett á kontuni, sum slíkur stuðul verður latin av. Leggjast kann afturat, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í
Bjarna Guðmundssyni á odda, og hugnalig var løtan. Har varð borðreitt við kaffi og onkrum góðum afturvið, greiðir Gissur frá. Hann sigur, at tey vóru sera glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gram [...] viðgongur, at hann faktiskt varð tikin á bóli av móttøkuni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum. Íslenskar fløgur til Føroyar Gissur og útvarpstjórin hildu hvør sína røðu. Útvarpsstjórin bar fram í røðu [...] tilvildarligan føroyskan tónleik, tá tey spyrja um eitt føroyskt lag. Umberingin er, at tað ikki finnist í plátusavninum, sigur Gissur. Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki er ábyrgdin hjá Gramex at tryggja, at