Í Gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð einaferð enn at geva hondbóltsfelagnum Neistanum 60% í stuðuli til at byggja nýggja hondbóltshøll við Landavegin í Havn. Men í gjárkvøldið varð eisini samtykt, at stuðulin skal fella til gjaldingar tey næstu trý árini og ikki tey næstu 10 árini, sum tað áður hevur ligið í kortunum.
Kortini verður í mesta lagi latin 60% stuðuli av einum byggikostnaði upp á 25 milliónir, ella í mesta lagi 15 milliónir.
Hetta er tvær ferðir so nógv, sum býráðið vanliga letur í stuðuli til slíka bygging, tí vanliga er kommunali stuðulin 30%.
Men Kommunan gjørdi av at traðka til í hesum føri, tí Neistin hevur ongan stuðul fingið frá landinum høllina, hóast landsstýrið frammanundan hevði givið felagnum tilsøgn um stuðul.
Men síðani komu kontraboð um at tað ikki bar til at fáa stuðul, tí landið hevði ongar pengar sett á kontuni, sum slíkur stuðul verður latin av.
Leggjast kann afturat, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at hon ætlaði framvegis, at Neistin skuldi fáa stuðul úr landskassanum til høllina. Men nakað beinleiðis lyfti gav hon ikki.
Fáa rætt yvir høllini
Afturfyri at játta eyka stuðul til høllina hjá Neistanum, fær Tórshavnar Býráð ymisk rættindi yvir høllini. Eitt av hesum rættindum er, at Kommunan hevur ræðið á høllini hvønn gerandisdag frá klokkan átta á morgin til klokkan 14 seinnapartin til skúla- frítíðarskúla- og barnagarðsbørn.
Somuleiðis verður Neistin allarhelst noyddur at frásiga sær venjingartímarnar á Høllini á Hálsi.
Tað var eitt einmælt býráð, sum samtykti at lata Neistanum stuðulin, hóast summir býráðslimir høvdu síni fyrivarni.
Eitt nú væntaði borgarstjórin, at onnur feløg fara nú at biðja um somu sømdir, sum Neistin hevur fingið.
Men hann staðfesti, skal tað yvirhøvur eydnast at byggja høllina, noyðist býráðið at stuðla so dyggiliga.
Men tað kom eisini fram, at tað hjálpti upp á vælvildina í Býráðnum, at høllin skal byggjast í vesturbýnum.
Stuðulin skal latast yvir nøkur ár. Men á ætlaðu fíggjarætlanini fyri næsta ár, er 1,5 millión ov lítið sett av til endamálið, so antin má fíggjarætlanin hækkast, ella má tilsvarandi sparing finnast á øðrum málsøkjum.
Langt eftir á mál
Hóast stuðulin frá Tórshavnar Býráð var endaliga staðfestir í býráðnum í gjárkvøldið, er enn langt eftir á mál, áðrenn høllin kann byggjast.
Vagnur Michelsen, ein av undangongumonnunum at byggja høllina, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at høllin verður ikki bygd, fyrrenn landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at frítaka ítróttarhús fyri mvg, so at Neistin kundi fáa mvg aftur.
Annars verður høllin ov dýr, tí hon kostar longu væntandi 25 milliónir sum er, uttan mvg.
Hetta er eitt uppskot, sum samgongan leingi hevur tosað um, men veruleikin er, at enn er púra óvist, nær tað verður lagt fram og um tað yvirhøvur fer at bera til at finna semju um tað í Løgtinginum.
Samgongan hevur ætlað, at lógin skal fevna um mvg frítøku fyri mentanarhús og ítróttarhús.
Men støðan er nevniliga tann, at nógvar kreftir í samgonguni, og í Løgtinginum annars, krevja, at orðið mentanarhús skal tulkast í víðari merking og at mvg frítøkan sostatt eisini skal vera galdandi, tá ið átrúnaðarlig samkomuhús av ymsum slagi verða bygd.
Hetta hevur elvt til, at tað hevur gingið strilti at fáa málið fram í Løgtingið og ongin veit um tað yvirøvur fer at eydnast.
Mugu fáa reinar linjur
Nú er tað neyðugt, at Tórshavnar Býráð fær ein greiðan politikk fyri, hvussu ítróttar og onnur frítíðarfeløg í býnum skulu stuðlast.
Tað heldur Jan Christiansen, býráðslimur.
Hann vísti á, at sum er, verður stuðla fram eftir fummum frá málið til mál.
Vanliga letur kommunan 30% av byggikostnaðinum. Men fyri stuttum er ein fimleikarhøll fyri 60 milliónir bygd til tvey fimleikarahøll og hana betalti kommunan alla sum hon er.
Høllina til Dansifrøi betalti kommunan 60% í stuðuli til og nú skulu vit aftur betala 60%í stuðuli til Neistan.
Hann staðfesti, at hann tók undir við øllum hesum tiltøkum, men hann heldur eisini, at býráðið má fáa ein greiðan politikk á økinum fyri at sleppa undan at alt fer á glið og fyri at ein ávís upphædd kann setast á á fíggjarætlanina hvørt ár, sum býráðið kann halda seg innanfyri.
Sum støðan er nú, er ov lætt at leggja býráðslimir undir trýst við vanda fyri, at alt fer á glið á økinum.
Aðrir býráðslimir tóku undir við, at tað er tørvur á at fáa greiðari linjur.