Elias Ellefsen á Skipagøtu er á einum yvirliti í harðari kapping við 17 ára gamla portugisiska stórtalentið, Francisco Costa toppskjútti í evropeiskum felagshondbólti farna kappingarári. Yvirlitið fevnir [...] Sambært yvirlitinum er Elias besti ungi spælarin við 340 málum og uppleggum. Francisco Costa er nummar tvey við 328 málum og uppleggum. Tríggir danskarar og ein norðmaður eru á yvirlitinum, sum sæst her:
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við Sebastian Karlsson toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum, tá Sävehof vann seg í svensku steypafinaluna við greiðum 33-23 hálvfinalusigri á Kristianstad. Í [...] Í steðginum var Sävehof á odda 17-11. Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað sera hugaligt at síggja Elias á vøllinum aftur við góðum avriki. Upprunaliga skuldu Sävehof og Kristianstad spæla tvær h [...] bara tann eina hálvfinalan skuldi spælast í Kristianstad. Í steypafinaluni spælir Sävehof móti Lugi. Elias vann svenska meistaraheitið farna kappingarár. Nú fær hann so møguleikan at gerast svenskur steypavinnari
Elias Ellefsen á Skipagøtu var í kvøld toppskjútti hjá Sävehof, ið vann 32-25 á útivølli á Alingsås í seinnu hálvfinaluni í svensku steypakappingini. Sävehof hevði eina leiðslu uppá 35-21 frá fyrra dystinum [...] dystinum í Partille, og í kvøld var Sävehof á odda 19-10 í steðginum, og tí høvdu teir ráð at seta ferðina nakað niður í seinna hálvleiki. Talan gjørdist um ein samlaðan 67-46 fjórðingsfinalusigur til Sävehof [...] Sävehof. Týskvøldið klokkan 17.45 skulu Elias og liðfelagarnir spæla ársins dyst tá týska stórliðið, Magdeburg vitjar í Partille at spæla dyst í EHF European League.
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist við seks málum toppskjútti hjá Sävehof saman við Rune Schrøder tá svenska meistaraliðið vann ein flottan útisigur í EHF European League. Sävehof var á vitjan hjá franska [...] bjargingar í dystinum. Elias tók eisini síni tøk í verjuspælinum og fekk tvær tvær minuttirs útvísingar í kvøld. Kroatiska liðið, Nexe sum Elias og hinir í Sävehof taptu fyri á útivølli í undanfarna umfari [...] týskvøld spælir Sävehof á heimavølli í Partille móti Magdeburg. Komandi fríggjakvøld spælir Sävehof seinnu fjórðingsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Alingsås. Sävehof er á odda 35-21 frá fyrru
hondbóltsdeildini. Elias gjørdist saman við Sebastian Karlsson toppskjútti hjá Sävehof í kvøld, ið vann tepran 29-27 sigur á Hammarby í Stokkhólmi. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. Elias og Sebastian [...] Tað er ein tøtt dystarskrá hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof í hesum døgum. Fyrrakvøldið spældi Sävehof útidyst í European League móti týska stórliðnum, Magdeburg og longu í kvøld
Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, og hann skoraði heili 10 mál tá lið hansara, Sävehof vann 33-31 á franska liðnum, Aix á heimavølli í Partille í EHF European League. Sävehof hevur vunnið [...] EHF European League higartil. Grundin til sigurin var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Sävehof á odda 18-14, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað at knógva sigurin heim. Hinir dystirnir í bólki C: Nexe [...] einum stigi. Sävehof spælir longu aftur hóskvøldið í bestu svensku hondbóltsdeildini, tá Malmø kemur á vitjan í Partille. Komandi týskvøld klokkan 17.45 spælir Sävehof aftur í EHF European League. Tá spælir
Elias Ellefsen á Skipagøtu vildi seinnapartin í dag ikki vera aftanfyri lítlabeiggjan Róa, og systkinabørnini, Paula, Óla og Janu Mittún sum blivu suverenir føroyameistarar í Burn mansdeildini og í SM [...] SMS-deildini ígjár við H71. Elias gjørdist við níggju málum toppskjútti hjá Sävehof sum á heimavølli í Partille vann triðju fjórðingsfinaluna móti Lugi við greiðum 33-25 sigri. Serliga í fyrra hálvleiki [...] hálvleiki lá væl fyri hjá Sävehof, ið var á odda 20-12 í steðginum. Sävehof er nú á odda 2-1 í fjórðingsfinalu-uppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum. Fjórða fjórðingsfinalan verður leikt suðuri í Lund
sær sigurin við tveimum skjótum málum. Sävehof var á odda 31-30, men tá fekk Alingsås fýra mál á rað, og tað gjørdi útslagið. Í steðginum var Alingsås á odda 15-14. Sävehof misti oddasessin til júst Alingsås [...] persónliga væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu tá lið hansara, Sävehof tók móti Alingsås í oddadysti í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag. Sävehof tapti 33-36 í Partille. Elias gjørdist toppskjútti hjá Sävehof [...] stigum. Sävehof er nummar tvey við níggju stigum fyri seks dystir. Komandi leygardag spælir Sävehof á útivølli móti Önnered, ið er felagið Kjartan Johansen hevur sáttmála við.
Dystarskráin er tøtt og strævin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof. Elias gjørdist í kvøld aftur toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum uppá 12 málroyndir, tá Sävehof í Partille [...] Partille fekk ein harðvunnan eittmálssigur 31-30 móti Malmø. Tað leikaði javnt á allan dystin, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Sigurin hevur við sær, at Sävehof er aftur einsamalt oddalið í bestu svensku
Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, og hann gjørdist toppskjútti í kvøld hjá Sävehof sum vann 30-25 á Hallby á útivølli. Í steðginum var javnleikur 15-15, og væl inn í seinna hálvleik leikaði [...] leikaði javnt á, men seinastu løtuna drógu teir í Sävehof frá heimaliðnum. Heimasíðan hjá Sävehof dregur málverjan og Elias fram sum tveir sera avgerandi faktorar, at dysturin koppaði til Sävehof seinastu løtuna [...] løtuna. Sävehof er fremst í bestu hondbóltsdeildini við níggju stigum fyri fimm dystir. Í hølunum á Sävehof koma Alingsås og Ystad við átta stigum. Leygardagin spælir Sävehof oddadyst móti Alingsås í Partille