Elias toppskjútti við níggju málum tá Sävehof vann 3. fjórðingsfinaluna

Sävehof er á odda 2-1 í fjórðingsfinalu-uppgerðunum har spælt verður best av fimm dystum

Elias Ellefsen á Skipagøtu vildi seinnapartin í dag ikki vera aftanfyri lítlabeiggjan Róa, og systkinabørnini, Paula, Óla og Janu Mittún sum blivu suverenir føroyameistarar í Burn mansdeildini og í SMS-deildini ígjár við H71.

 

Elias gjørdist við níggju málum toppskjútti hjá Sävehof sum á heimavølli í Partille vann triðju fjórðingsfinaluna móti Lugi við greiðum 33-25 sigri. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Sävehof, ið var á odda 20-12 í steðginum. 

 

Sävehof er nú á odda 2-1 í fjórðingsfinalu-uppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Fjórða fjórðingsfinalan verður leikt suðuri í Lund í Skåne, týskvøldið 19. apríl. 

 

Áðrenn tað skal Elias saman við landsliðnum leika tveir HM-undankappingardystir móti Týsklandi í Kiel mikudagin klokkan 17.15, og leygarkvøldið klokkan 19 í høllin á Hálsi í Havn.