Elias toppskjútti við níggju málum í heimatapi hjá Sävehof

Sävehof var fyri sínum fyrsta tapi hetta kappingarárið

Tað gekk persónliga væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu tá lið hansara, Sävehof tók móti Alingsås í oddadysti í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag.

 

Sävehof tapti 33-36 í Partille. Elias gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við níggju málum. 

 

Talan er um fyrsta tapið hjá Sävehof hetta kappingarárið.

 

Tá hálvur minuttur var eftir var støðan 33-34, men so fekk útiliðið tryggjað sær sigurin við tveimum skjótum málum. Sävehof var á odda 31-30, men tá fekk Alingsås fýra mál á rað, og tað gjørdi útslagið.

 

Í steðginum var Alingsås á odda 15-14.

 

Sävehof misti oddasessin til júst Alingsås, ið er oddalið við 10 stigum. Sävehof er nummar tvey við níggju stigum fyri seks dystir.

 

Komandi leygardag spælir Sävehof á útivølli móti Önnered, ið er felagið Kjartan Johansen hevur sáttmála við.