fáa, um tað skuldi hent, at uppskot landsstýrismansins verður samtykt óbroytt. Kári sigur, at tað er trupult at fiska kring Føroyar, tí tað er streymhart og mangan buldrasligt veðurlag. Tí verða tað eisini [...] loyvi at royna á fjarðunum eftir brislingi og sild. Eg haldi, at tað skuldi verið so sjálvsagt at heitt á hesar um at finna út av, hvørt tað ber til at veiða makrel við teimum nótum, teir brúka. Løgtingsmaðurin [...] útreiðslur av báti at dragast við. Løgtingsmaðurin sigur, at tað eisini eru tíðarskeið av árinum, har tað ikki loysir seg at rógva út, og tá hevði tað komið væl við hjá útróðrarmonnum at kunnað arbeitt nakrar
fólkið her livdi skapaði tjóð. Tað er so ofta, at eg kenni tað soleiðis, at tað mesta, ið eg leiti eftir, er at finna í teirri óskrivaðu søguni og teirri orðaleysu røðuni. Tað eru til allar tíðir farnar [...] rógva út á fiskileið enn tað, at bygdin var kyrrupláss, tí føroysku árabátarnir vóru lættir at draga og stóðu fyri tað mesta í neysti, tá teir ikki vóru í brúki, uttan so at tað var góðveður dag um dag [...] kravdist tað afturat, at teir vóru vídligir oman um bak, fyri at grípa, tá teir vóru skotnir út (tað var flotaðir) og turrir at liggja inni við brimi, tí var altíð bakskuturin fyri, tá skipa var upp. Tað er
fáa fólk at støðast. Tað sigur Sonni Johansen á Strondum, sum hevur verið útróðrarmaður alt sítt fríska lív. Slitin plágar Sum blaðungur var hann við Grunningi, og longu sum umleið 15 ára gamal keyptu [...] við. - Støðan hjá útróðrinum nú er soleiðis vorðin, at tað almenna noyðist at grípa inn, um útróðrinum skal verða lív lagað. Neyðugt er at gera tað meira spennandi og fjølbroytt at vera útróðrarmaður. Sonni [...] Vit hava heimsins bestu veiðimenn, eingin ivi um tað, men vit troyta ikki allar møguleikar. Ein trupulleiki er eisini, at vit seta ikki ung fólk við, og tað er neyðugt, um vinnuni skal verða lív lagað. Sonni
dagarnir fáir, og tað so viðrar onkra løtu, fara teir kanska við 40 stampum. - Veðrið hevur verið sera ólagaligt í vetur, og útróðrardagarnir hava verið hareftir. Men, tað hevur verið væl av fiski at fingið [...] hava fingið á vanligari línuveiði í vetur, hevur verið spikafeitur, góður og fullur í livur. - Jú, eg haldi avgjørt, at útróðurin hevur eina framtíð. Hóast tað hevur viðrað illa, hava vit higartil í ár fiskað [...] Tað er skálamaðurin, Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin. Falkurin er ein Scania Plast 33, sum er longdur upp í einar 37-38 føtur. Sjúrður var sjómaður í eini 20 ár. Hann keypti sær
helst tað sama: Tað hevur verið sera smáli g t! Viðrað illa At fiskiskapurin hjá Skýliskletti ikki hevur verið nakað undantak í so máta, kann Jógvan Páll skriva undir uppá: - Skal eg siga sum tað er, so [...] í ár verið rættiliga vánaligur. - Tað viðraði stak illa fyrr í vár, og nú í mai mánaði hevur verið heilt galið, sigur Jógvan Páll. Orsakað av vánaligu veðurlíkindunum hevði Skýlisklettur ikki verið til [...] Jógvan Páll verið útróðrarmaður síðani 1992, og var til skips áðrenn tað. Jógvan Páll og bróðir hansara hava verið við útróðrarbátinum, men tá bróðurin fekk annað arbeiði fór hann av. Í dag eru tað feðgarnir
hjá hesi vinnu er álvarsliga hótt. Men, tað eru ikki bara jollufiskimenninir, sum ikki fáa tað at bera til fíggjarliga. Eisini fiskavirkini hava eisini verið noydd at tillaga seg til lækkandi fiskaprísir [...] útróðrar-og fiskivinnuna á knæ í øllum Suðurgrønlandi, og her er stórur tørvur á fíggjarligari hjálp. Tað heldur fiski-og veiðimannafelagið í Nanortalik, sum vísir á, at støðan er sera trupul. Stórísurin er
eitt nú línu-og trolfiski, sum verið hevur gjøgnum mong ár, er endaleyst, og nógvar ymiskar meiningar eru um, hvør fiskur hevur uppiborið besta prísin. Leggja bátarnar Men tað var ikki hetta mál – kjakið [...] hevur frí aðru hvørja viku. - Nú havi eg útróðurin sum hjávinnu, og eg vænti, at tað verða nógvir, sum fara at gera tað sama, um høvið býðst. Menn eru sera misnøgdir við fiskaprísin, og eg havi eisini [...] skip, sum tvær ferðir um vikuna siglir av landinum við feskum fiski. Spurningurin er tí, hvat tað er, sum ger tað so trupult hjá føroyskum avtakarum at geva líkinda prís fyri fiskin, tá hesin fiskur annars
Hann hevur eisini skilt á tinglimum úr øðrum flokkum, at tað gera teir heldur ikki. - Mótstøðan ímóti hesum er so stór, at tað er ein spurningur um tað yvirhøvur verður samtykt, sigur Bjørn Kalsø. Hann staðfestir [...] í løtuni er formaður í vinnunevndini. Hann sigur, at hann hevur ikki verið við til at snikka hesa semjuna til og hann veit, at tað eru fleiri í Sambandsflokkinum, sum heldur ikki taka undir við uppskotinum [...] allur vinnuligur fiskiskapur við línu, skal bannast innanfyri tríggjar fjórðingar, er nú í vanda. Tað elvdi til øsing, tá ið ein politisk semja ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi bar
sum draga gørn, og tað er ikki smávegis, sum her er nógvur toskur í. Nú er slík garnaveiða ikki loyvd í føroyskum sjógvi, og tí kann tað vera trupult at gera samanburðir. Tó man tað vera langt síðan, at [...] toski í íslendskum sjógvi ikki hevur verið serliga stór síðan 1985, er toskastovnurin har yviri kortini í uppgongd. - Toskaárgangirnir í íslendskum sjógvi hava verið miðal og undir miðal í fleiri ár, og [...] fiskað, er toskakvotan uppi. Fiskifrøðingurin sigur, at tá tað vísir seg at loysa seg hjá islendingum at røkja sínar fiskastovnar, eigur tað eisini at loysa seg hjá okkum føroyingum, men her hjá okkum
har tað ber til at skilja livur, rogn, sil, sundmagar, garnar og annað. Í løtuni er bara ikki so nógv livur í fiskinum. Tað er ikki meiri enn 1,8%-2% av livur í fiskinum í dag, har tað átti at verið eini [...] upp á 10%. Tað tað er so lítil livur í fiskinum nú, taka teir sum eitt tekin um, at fiskurin fær ov lítið at eta. Teir báðir virkisleiðararnir siga, at enn hevur lítil toskur verið at fáa, so tað er mest [...] til at taka ímóti ókruvdum útróðrarfiski. Tað merkir, at útróðrarmenninir skulu bara blóðga fiskin niður í rennandi ísvatn, so verður hann avreiddur ókruvdur. Tað eru bæði Fiskavirking í Vági og Fiskavirking