spritseglið á hana, og sjálvt um hetta seglið var lítið, so var tað nóg mikið at sigla við, tí vindurin var so nógvur, og ferðin var góð. Síðani gekk ein løta, og tá fingu vit ein skvamp, sum breyt ólagaliga [...] trúði eg, at tað var okkara síðsta. Tað var øgiligt at síggja, tað var sum at síggja upp í ein hamara, tað hekk ordiliga innyvir. Men tað er ótrúligt, hvat ein bátur kann klára; hann var mest sum allur samal [...] Tað var ein deiligur vetrardagur í torratíðini, eg minnist ikki akkurát árið, men tað var síðst í 1800-talinum; eg haldi tað var leygardagin áðrenn føstulávint, umleið miðjan februar. Í torratíðini róðu
? Tað, sum eg tó eri mest spentur upp á, er ein komandi fløga við brit-popp-bólkinum Mad Day Out. Hetta er ein nýggjur bólkur, og vit hava júst fingið ein plátusáttmála. Ætlanin er at fløgan skal koma [...] í Føroyum. Hann spældi við í Skeyk í Norðurlandahúsinum í fjør. Fyrsta fløgan, hann spældi við á, var útgávan hjá Mark No Limits fyri skjótt tveimum árum síðan. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur eisini trúliga [...] u hjá Peturi Jacobsen. Talan er um popptónleik, ið hevur nakað av westcoast dámi yvir sær. Eisini ein útgáva við Edmund Jacobsen er á skránni. Føroyski rocksangarin, sum er kendur frá Chase og Rockmonnum
ikki at hetta er ein ring skipan. Um vit heldur skuldu havt kg. í staðin fyri kr., eri eg bangin fyri, at ein hevði ikki lagt seg eftir at fingið sum mest fyri fiskin, tingið var samt við mær at brúka [...] 000,- er so stór upphædd, kundi ein spurt, hvussu kanst tú hava ein útróðrarbát, halda hann við líka og sjálvur liva av honum fyriminni enn hesar kr. 108.000,- um árið. Ein útróðrarmaður við A-loyvi hevur [...] fleiri ferðir hesa nøgd. Ikki haldi eg, at hetta landsstýrið hevur givið útróðrinum ringar sømdir eins og Terji Dalsgaard vil vera við, men heldur hinvegin, og eins og ætlanin er nú, tá fiskiloyvini verða
mestu tíðina verið loyst sum ein partur av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Tað hevur fyri ferðandi millum Føroyar og Danmark verið merkt sum ein stegður í rullinum og ein longjan av ferðatíðini. Skotland [...] verður útbygd, so tekur hetta eisini tíð. Fyri nógvar brúkarar er tað av stórum týdningi at koyra víðari í Skotlandi. Hetta vilja teir ofta helst gera í egnum bili. Tað er tí ikki ein nóg loysn bert av hava [...] loysn upp á Suðuroyarsambandið teir umleið 30 tímarnar um vikuna, sum ferjan er burturi. Ein góð loysn er, at ein katamaranur, sum verður brúktur gerandisdagar norðanfyri, leygardag og sunnumorgun røkir
túrinum. Kina-ferðin byrjaði í Vietnam, og á tí túrinum var ein vietnamesari við. Ein grikki hevur verið við á einum túri, og eisini hevur ein turki og ein arabari verið við á ferðum hansara. Og teir hava allir [...] eg, at ferðin við Brendan var vandamiklari. Tá var talan um ein skinnbát, sum kundi skrædna, meðan Kina-ferðin varð gjørd á einum flaka. Vaks upp í Indiu Men hvussu byrjaði hetta ævintýrið. Hvat er tað sum [...] ferðast, og tá eg byrjaði á universitetinum var tað at ferðast vorðin ein vani - tað fór mær í blóðið. Tim Severin byrjaði at lesa geografi, og tá í tíðini var tað eitt krav, at geografilesandi skuldu skrivað
hann lesaran í part við Olgar Mørska: »Hetta [Árantsen] er ein lítil bleikur maður við rakdropa í nøsini, klæntrasligur og loftskotin. Næsti talari er Olgar Mørski, ein reyðhærdur, reystmæltur risi. Hann leggur [...] ljótt at, meðan onkur heldur, at orðaskiftið var kveikjandi: »Og gleimin millum teir báðar helt eg vera stuttligan. Hann var so várligur og svalur, ikki hetta innibyrgda, kleimna, sum vanliga er yvir okkum [...] siga, sum vit bert teska í krókunum. Teir himpraðust ikki, ballaðu einki uttanum. Jú, hetta var frískligt at hoyra.« Hetta er ikki ólíkt tí, sum tey ungu í »Feðgum á ferð« bera fram, og seinni í »Leikum fagurt«
Várframsýningin ein »afturlatin« sýning. Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri sýningini, og ein dómsnevnd hevur ta nógv umrøddu uppgávu at velja og vraka - »innanøring« er sjálvandi ein vandi, men hesum [...] vóru meira at kalla tilvildarligar, men nú Aldubáran er vorðin ein støðug mynd á tónahimni okkara, sær tíbetur út til, at hetta kann gerast ein týðandi táttur í mentanarmenningini á klettunum. Aldubáran er [...] verkini. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri menningina av hesi ungu listagrein. Í 1996 settu nakrir av hesum tónleikarum á stovn ein tónleikarabólk, sum teir góðu navnið Aldubáran. Hetta gjørdist byrjanin
høpinum er at meta sum ein miðflokkur. Vit vilja hava broyting í ríkisrættarligu støðuni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti av føroyingum velur loysing er støðan ein onnur. Tað nyttar [...] framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døgum Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani [...] viðurskifti sum júst Óli Breckmann. Umframt hetta, hevur hann í stóran mun við røðum sínum øst danskar politikarar og danska almenningin upp ímóti føroyingum. Hetta er helst høvuðsorsøin til tann harðrenda
svara spurningum. Hvar og hvussu byrjaði alt hetta við Power Girls? Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar [...] í Egyptalandi! Hetta var helst tí , at orðini Faroes og Farao líkjast so mikið,« sigur Ginger við einum stórum smíli. Tá ið tær eru lidnar at flenna, sigur tann álvarsama Sporty, at »mær dámar so væl her [...] tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum
týddi« . Rætturin var nokk ikki so ógrundaður, tí sum øll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, [...] lisið verður í aðrari umsetingini, at kaga í hina fyri at vita, hvussu hin umsetur. Hetta geri m.a. eg og fleiri við mær. Annars er tað vanligt mangastaðni í dag í útlondum, at ymiskar týðingar verða nýttar [...] bíbliu, ið øll kunnu nýta ? man so ikki heldur høvuðsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbúnin í umseting J. Dahls? Er tað ikki júst hetta, ið hann meinar við, tá hann sum fyrr nevnt sigur, at »man eigur