koma við nøkrum viðmerkingum. Komandi løgting og landsstýri skal umboða alt Føroya fólk og alt Føroya land. At siga, at fyrrverandi landsstýrir hava ”spjatt meiningsleysar íløgur kring landið”, er nakað so [...] Føroyum, ið búgva uttanfyri Havnina. Somuleiðis okkum, ið gagna av teimum íløgum, ið gjørdar eru í okkara nærsamfelagið. Meinar tú, at ongin menning skal vera aðrastaðni í landinum? Og at kompentansurnar
Starvsfólkini á m.a. dagstovnum, í heilsuverki, á serøki, á eldrøkinum eru okkara bulur - hesi eru tey, sum tryggja, at samfelagshjól okkara mala - tað sóu vit meira enn nakrantíð í koronatíðini. Tá námsfrøðingar [...] strukturella ójavnvág í okkara samfelag. Vælferðartænastur eru tað, sum vit øll hava ella fara at hava tørv á. Vit vilja, at tey sum starvast á hesum øki, hava høgt yrkisføri. Land og kommunur eru størstu [...] eingið, sum í sínum uppruna er ogn hjá okkum øllum føroyingum, hvussu vit verja okkara náttúru, hvussu vit skipa okkara bústaðarmarknað o.s.fr. Og heilt ítøkiliga hjá tí einstaka – fái eg eina løn, sum
hjálpa einum barni við serligum tørvi, jú betri lív fær barnið og kann harvið vera við til at byggja land. Viðvíkjandi øllum børnum vísa kanningar, at børn, sum hava atgongd til góðar dagstovnaumstøður í [...] longdini. Vit skulu framhaldandi veita eitt so burðardygt, mennandi og fakligt umhvørvi til gagns fyri okkara samfelagborgarar og fyri tey, sum starvast innan hettar økið. Tí haldi eg, at dagstovnalógin skal
Verði eg vald á Løgting, fari eg at arbeiða fyri hesum hjartamálum: - Okkara dýrabarasta tilfeingi, sum eru okkara børn og ungdómur, skulu trívast og hava tað gott í Føroyum. Fleiri námsfrøðingar og s [...] Ein rehabiliteringstovnur og eitt hospice skal setast á stovn. - Eldri borgarin, sum hevur bygt okkara land, skal virðast - og somuleiðis teirra avvarðandi. Avvarðandi, sum er størsta hjálpin hjá sínum kæru
fjøllini, dalarnir og vøtnini eru okkara. Føroyar eru okkara land. Okkara land at ráða yvir. Vit stjórna okkara landi, og til at stjórna krevjast lógir, og við lógum skal land byggjast. Í kjalarvørrinum av [...] av øktu ferðafólkamongdunum, sum árliga vitja okkara land, eru vit endaði í tí støðu, at galdandi lógir nærum dagliga verða brotnar. Lógarbrotini verða framd av útlendingum, sum stundum eru feilkunnaðir [...] lógum, eru vit ikki eitt fólk, land, ella tjóð longur. Tá eru vit lógloysingar, og við lógloysi kemur eirindaleyst sjálvsøkni og niðurbræðing av samfelagnum. Við lógum skal land byggjast! Náttúran er vard
globalis.dk , sum Umhvørvisstovan vísir til, er tað bara eitt land í heiminum, sum hevur hægri CO2-útlát pr. íbúgva enn Føroyar. Tað er Qatar! Eitt land vit helst ikki vilja samanbera okkum við – hvørki so ella [...] vansorgan í heiminum og tí eru umsorganaryvirtikin av myndugleikunum. Børnini eru send til eitt fremmant land. Við einum fremmandum máli. Fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, vinum og øllum tí, sum [...] Ella at norðmenn senda børn og ungdómar til Skotlands? Tað hoyra vit ONGANTÍÐ. Tí tað ger ONKI annað land við virðing fyri sær sjálvum. Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum loftar teimum, sum hava tað trupult
Okkara børn eru okkara framtíð. Sjálvandi skulu vit raðfesta børnini. Hetta er eyðsæð, men tað verður tíverri ikki altíð framt í politikki. Børnini skulu hava tað gott á dagstovnunum. Tað skulu vera vaksin [...] skulu sleppa at vera børn, og vit skulu verja tey móti okkara forvæntningssamfelag. Tí skulu vit styrkja leiklutin hjá flokslæraranum og umskipa lands og pisaroyndirnar. Børnini skulu trívast, so trívast [...] sleppa at vera børn. Soleiðis fáa vit børn, sum verða klár at gerast vaksin. Børnini fyrst Okkara børn eru okkara framtíð. Sjálvandi skulu vit raðfesta børnini. Hetta er eyðsæð, men tað verður tíverri ikki
hevur í øldir verið grundarlagi undir øllum okkara gerandislívi, og hevur eisini verið grundarlagi í øllum lóggávum og tað er tað, sum hevur gjørt, at okkara land er millum heimsins bestu lond. Nú tykist [...] mentan á jøvnum føti við virksemið í sjónleika-, lista- og leikhúsum. Soleiðis verða súlurnar undir okkara samfelagi skakaðar. Vit hava religiónsfrælsi, og kann tann einstaki sjálvsagt lýsa seg leysan av [...] sum eru karmarnir um tað virðiliga samfelagið. Hjá okkum er tann kristni boðskapurin súlan undir okkara fólkaræði, sum tryggjar mannarættindi, trúarfrælsi og talufrælsi. Hetta er eisini tað, sum tryggjar
drívur okkum at náa okkara dreymum um sjálvbjargni og sjálvræði. Vit hava hvør sær orkuna og drívmegina – og sjálvandi megna vit eisini sum land, sum føroyafólk at gera okkara land fult sjálvbjargið og [...] hava við okkum og okkara land at gera. Tað er eisini ein natúrlig gongd at vit Føroyar – eins og Sára og Jens – velja at gerast sjálvbjargin og hava sjálvræði á øllum viðurskiftum okkara – hvør sær hava [...] sjálvræði Í Føroyum eggjað vit okkara ungu til at fáa sær førleikar og velja yrkisleið soleiðis at tey kunna gerast sjálvbjargin og hava sjálvræði í vaksnamannalívi. Vit eggjað okkara ungu til at byggja upp orku
kunnleika um og virðing fyri teimum sunnu og tryggu virðum og mørkum, sum okkara samfelag byggir á, og sum flestu lógir lands okkara enn í dag byggja á. Fái eg álit veljarans 8. desember, er tað mítt mál [...] sanniliga verd hjá okkum at verja og varðveita. Sum eg minnist mangar politikarar, ið leiddu samfelag okkara, tá ið eg var ungur, so róptu teir heldur ikki so hart um tað etiska, men tú ivaðist tó ongantíð [...] hátt á løgtingi. Við virðing fyri øðrvísihugsandi eri eg sannførdur um, at ein av fortreytunum fyri okkara góða samfelag eru hesi virði og karmar, ið vit hava arvað frá teimum, sum undan okkum hava bygt hetta