Í heyst fer landsstýrið fer taka støðu til samstarvið við Russland

Men avgerðin skal ikki bara grundast á búskaparlig viðurskifti, sigur løgmaður

Í heyst verður tað, at landsstýrið fer at støðu til um fiskiveiðisamstarvið við Russland skal halda fram næsta ár, ella ikki. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni fyri eini lítlari løtu síðani.

 

Hann segði samstundis, at tað vit gera avdúkar hvørji vit eru. Fyri meg snýr javnvágina ímillum tað menniskjasliga, moralska og búskaparliga, sigur hann.

 

– Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til Russland, sum hevur bumbað fleiri býir í Ukraina til skervog dripið fólk í túsundatali, og sum hevur skeiklað javnvágina í Evropa.

 

– Er tað menniskjansligt og moralskt rætt at samstarva við eitt land, ið fremur slíkar illgerðir og brýtur bæði fólkarætt og altjóða lóg.

 

Hann segði, at tað er spurningurin, vit skulu seta okkum sjálvum. Hann segði eisini, at landsstýrið vigar í løtuni samstarv okkara við Russland og í heyst verður greitt, hvat skal henda næsta.

 

Men hann leggur dent á, at sama hvat hendur, kann avgerðin ikki bara grundast á búskaparlig viðurskifti.

 

– Tað, sum kann tykjast skynsamt í dag, nýtist ikki vera tað besta í longdini. Javnvágin kann skjótt skifta. Vit mugu eisini hava moralsk og menniskjanslig atlit við, staðfesti løgmaður.