Tingformaðurin James Stockan sigur, at oyggjarnar ikki fáa nóg nógv goldið frá Stórabretlandi og Skotlandi og setti fram uppskot um at oyggjatingið kannaði møguleikar sum góvu meir sjálvræði. Ein er at broyta støðuna soleiðis at tær kunnu gerast eitt bretskt tegnland so sum Jersey og Guernsey eru tað. Ein annar er at gerast eitt sjálvstýrandi land í Noreg, eins og Føroyar eru eitt sjálvstýrandi danskt land. Týsdagin 4. juli 2023 samtykti tingið við 15 atkvøðum fyri og 6 ímóti at taka undir við uppskoti formansins. Hetta kann møguliga lata upp fyri eini nýggjari framtíð fyri hesar oyggjar, heldur bretska ríkisútvarpið BBC.
Fyri Føroyar er hetta eitt mál sum hevur alstóran áhuga. Tað er ikki bert tí at talan er um eitt grannaland, men tí at vit í øldir vóru saman í kongsríkinum Noreg.
Í 1814 var friðarsáttmáli gjørdur í Kiel millum Teir donsku Statirnar øðrumegin og hinumegin Stórabretland, Svøríki, Proysland og Rusland, sum danska stjórnin hevði lýst kríggj ímóti. Russar og sviar høvdu bast danska herinum, og kongurin Fríðrikur VI bjóðaði nú Svøríki tað, sum sviar við russiskum stuðli høvdu kravt: Noregs ríki við øllum lutum og lunnindum. Russiski keisarin Aleksandur tók fult undir við krúnprinsi Svøríkis, Karl Johan, um at allir norðmenn skuldu sleppa at velja norsku stjórnina og fáa eina fólkavalda stjórn eins og Svøríki hevði.
Friðarsáttmálin var undirritaður 14. januar 1814 og kom fram til svenska uttanríkisráðharran Engeström í Stokkhólmi 24. januar. Hann gjørdist í øðini og skrivaði til samráðingarmenninar at her var spinnandi galið, tí Orknoyggjar komu ikki við til Svøríkis. Hetta vísir, at áðrenn samráðingarnar byrjaðu hevur full semja semja verið millum Teir donsku Statirnar, Svøríki og Rusland um at Orknoyggjar vóru innan fyri mark Noregs. Allir diplomatarnir vistu, at Noreg í 1266 hevði gjørt ein skrivligan sáttmála við Skotland um mark. Har hevði Noreg latið frá sær Suðuroyggjarnar og oynna Mon til Skotlands, men Skotland hevði viðurkent, at Orknoyggjar eins og Hetland vóru innan fyri norska markið. Allir vistu somuleiðis, at í 1469 hevði kongurin í Teimum donsku Statunum sett hesar oyggjar í veð fyri skuld, og at kongur Skotlands ráddi yvir teimum sum lensmaður Noregs kong, men markið var óbroytt, tí eftir fólkarættinum eru mark galdandi í ævir ella ið hvussu er til nýggjur sáttmáli verður gjørdur millum partarnar um tað. Ferð eftir ferð hevði kongur Noregs og Danmarkar kravt at loysa oyggjarnar úr veðnum, men samráðingarmenn Skotlands og seinni Stórabretlands bóru seg undan og søgdu at tað bar teimum ikki til at samráðast av tí at teir ongar instruksir høvdu fingið frá stjórn síni um hetta mál. Tá teir søgdu hetta undir samráðingunum í Breda í Niðurlondum 1667 fingu teir at vita, at norski-danski kongurin tók hetta mál uppaftur tá tað hóvaði honum. Men merkisvert er, at ikki eina einastu ferð hava bretar ført fram, at Orknoyggjar vóru innan fyri bretska markið. So var eisini 1814, so tað er greitt at bæði danir, sviar og russar hava hildið, at tá Bretland hevði tikið undir við at Noreg skuldi koma saman við Svøríki, so góðkendu teir harvið, at Orknoyggjar, sum verandi innan fyri norska markið, eisini komu við.
Men tað gjørdu tær ikki.
Tá samráðingarnar vóru lidnar stóð har í grein fýra, at tað Noreg, sum Svøríki fekk, fevndi um tey fýra amtini á meginlandinum og tær oyggjar sum vóru fram við landi. Orknoyggjar, Hetland, Føroyar, Ísland og Grønland vóru ikki nevndar. Til fánýtis høvdu russiskir og svenskir hermenn latið lív fyri at tær kundu fáa frælsi frá danska einaveldinum og koma saman við Svøríki.
Orsøkin til hetta kann vera, at Karl Johan hevði skund, og bretski samráðingarmaðurin Thornton fryktaði fyri, at um veðsettu oyggjarnar fylgdu við Noreg og komu saman við Svøríki, so var teimum skotsku aðalsmonnum har vátt undir føti. Teir høvdu lagt undir seg alla óðalsjørðina í oyggjunum. Teir høvdu eisini nógv vald í bretsku politisku skipanini, og stóð teimum tap í hendi, kundu teir fella friðarsáttmálan – og so slapp Karl Johan ikki at gerast Noregs kongur. Fyri ikki at vera púra volaður gjørdi hann tí av at taka tað av Noreg sum hann kundi fáa, og lata tað, ið annars hoyrdi Noregi til, vera eftir í Teimum donsku Statunum. Her var talan um Orknoyggjar, Hetland, Føroyar, Ísland og Grønland. Hesin parturin av Noreg var framvegis eitt kongsríki við síni egnu grundlóg frá 7. august 1661, og var saman við Danmark sambært uniónssáttmálanum frá 29. august 1450, sum segði at báðir partar vóru javnlíkar.
Men í samráðingunum við Svøríki og Rusland hevði danska stjórnin jú gingið við til at øll tey sum búðu innan fyri norska markið skuldu sleppa undan danska einaveldinum. Hetta varð eisini gjørt beinanvegin áðrenn friðarsáttmálin varð settur í verk 9. februar 1814 og eitt altjóða mark kom millum tað Noreg, sum gjørdist ein deilstatur í svensku-norsku uniónini og tað Noreg, sum framvegis var ein deilstatur í Teimum donsku Statunum, Tann 18. januar 1814 gav kongurin Fríðrikur VI sum einavaldskongur tey boð til allar norsku tegnar sínar, eisini til grønlendingar, føroyingar og íslendingar, at teir ikki longur høvdu skyldu at lýða nøkur av teimum boðum, hann gav teimum. Hervið var norska grundlógin broytt, Higartil høvdu embætismenninir stýrt Noregi av tí at kongur hevði fingið einaveldi frá norsku tegnum sínum, og kongur hevði tikið við tilboðnum og síðani givið sínum embætismonnum heimild til at taka avgerðir sína vegna. Nú kundi eingin embætismaður taka nakra avgerð vegna kong. Tegnarnir noyddust sjálvir at skipa fyri stýrinum og seta embætismenn, sum skuldu svørja trygdareið til nýggja stýri. So skjótt norðmenninir á meginlandinum fingu hesi boð, valdu teir umboðsmenn sum fingu eina stjórn í lag sum setti embætismenn at stýra deilstatinum.
Men teir embætismenn, sum sótu í Keypmannahavn og stýrdu tí deilstati, sum framvegis var saman við deilstatinum Danmark, vildu ikki boyggja seg fyri kongsins boðum um at hann ikki longur hevði nakað vald yvir grønlendingum, føroyingum og íslendingum. Hetta var veruleikin, tí nú skoytti kongur ikki um at útinna tað vald, sum tegnarnir høvdu bjóðað honum og sum hann hevði latið embætismenn sínar útinna. Grundlógin frá 7. august 1661 var framvegis galdandi, men av tí at hon var broytt 18. januar 1814 lá valdið ikki hjá kongi og teimum embætismonnum hann hevði útnevnt, men hjá grønlendingum, føroyingum og íslendingum. Nú kundu teir velja eitt ting eins og teir norðmenn gjørdu sum komu saman við Svøríki. Hetta ting hevði skyldu til at útnevna eina stjórn sum var javnbjóðis við ta donsku, og henda stjórn kundi í tøkum tíma reisa málið um at loysa út tær veðsettu oyggjarnar norðan fyri Skotland.
Tað hesir embætismenn gjørdu í 1814 við at taka kong av ræði var eitt statskvett.
Teir vildu ikki lýða kongsins boð um at grønlendingar, føroyingar og íslendingar skuldu hava alt vald í deilstati sínum.
Hendan fráboðan kongs er í besta samsvari við ásetingarnar í tí fólkarættarligu uniónstraktatini frá 1450, sum sigur at hvør deilstatur hevur sína egnu stjórn, og at hvørgin statur skal leggja upp í viðurskiftini í hinum deilstatinum.
Tær avgerðir, danskir embætismenn síðani 18. januar 1814 hava fingið ráðharrar at taka Grønlandi, Føroyum og Íslandi viðvíkjandi hava tí verið heimildarleysar. Tann rætti myndugleikin er tann stjórn, vit í okkara deilstati høvdu fingið kongsins boð um at seta sambært okkara grundlóg, so sum hon var broytt 18. januar 1814.
Tað sum hendi 4. juli 2023 er ein glotti.
Sjálvsavgerðarrættur tjóðanna er eitt grundstøði í fólkarættinum.
Krevja orknoyingar at sleppa undan at vera stýrdir av bretum liggur hetta væl fyri, eins og tað liggur væl fyri hjá grønlendingum og føroyingum at sleppa undan at vera stýrdir av dønum. Kring Grønland, Føroyar, Orknoyggjar og Hetland er eitt altjóða mark, og vit hava somu grundlóg frá 7. august 1661 og 18. januar 1814 sum gevur okkum rætt til at velja umboðsfólk, sum kunnu skipa okkara stjórn.
Ein gongd leið kundi verið, at grønlendsku og føroysku landsstýrini saman vendu sær til landsstýrið í Orknoyggjum at spyrja um teir veruliga eru hugaðir at samstarva við okkum, landsmenn sínar í Grønlandi og Føroyum.
Er vilji, so er eisini vegur.
Zakarias Wang