allan býin nú 19. FM-gullið í søgu felagsins er komið í hús. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge siga frá báðum málunum, ið komu í dystinum Víkingur-KÍ 1-1 (0-0) [...] (0-0). 2) Hoyr Trónd Arge greiða frá tá FM-steypið var handað í fjarstøðu frá áskoðarunum. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. 4) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi [...] Andreasen, liðskipara og Jóannes Bjartalíð. 5) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Tummas Lervig, formann í KÍ. 6) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Árna Frederiksberg.
fagnaður í Sarpugerði, og nú spælararnir hava fingið steypið, fara teir út til áskoðararnar at heilsa teimum, og áskoðararnir svara aftur við lógvabrestum. Ætlanin var, at stór FM veitsla skuldi vera í kvøld [...] fótbóltsspælarunum, FM steypinum og gullkrónunum í kvøld - bæði kvinnur og menn. Meistararnir fara í ymsu býarpartarnar í kvøld, og tað liggur væl fyri, tí veðrið er framvegis av tí fagrasta. So verður tónleikur [...] hevur KÍ gjørt av at heilsa spælarunum í kvøld. Tá ið kappróðrarbátarnir, sum hava vunnið, koma aftur til Klaksvíkar, er tað siðvenja, at bátarnir verða koyrdir runt í býnum. Soleiðis verður tað við fótb
1969 og so í 1970 og 1972. So var tunnligt í nógv ár. KÍ var meistari í 1991 og í 1999, og var er tað í nýggja tíðarskeiðnum við Mikkjali Thomassen á odda, at KÍ hevur vunnið FM í 2019 og aftur í 2021. [...] fagnaður í Sarpugerði, har dysturin millum Víking og KÍ er liðugur í dýrdarveðri. Tað verður gjørt klárt at handa FM steyp og gullkrónur. Dysturin endaði 1-1. Jákup B. Andreasen legði KÍ á odda í seinna [...] ar í 1942 ella fyri 79 árum síðani, tá ið tað fyri fyrstu ferð var landskapping á skránni. Stóru tíggjuárini hjá KÍ vóru 50ini og 60ini, tá ið KÍ vann FM í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957 og 1958 og í 1961
Tað eru nógvir klaksvíkingar, norðoyingar og KÍ viðhaldsfólk í Sarpugerði, har heimamenninir undan dystarbyrjan heiðraðu KÍ, sum longu hevur vunnið FM. Lítla løtu eftir dystarbyrjan noyddist liðformaðurin [...] verjuálitið Atli Gregersen av vøllinum, tí hann var skaddur. Nýggjur í miðverjuni er Arnbjørn Svensson, sum annars plagar at vera í álopinum ella framrættaðum plássi á miðvøllinum. Tað rakar Víking serliga [...] farin av vøllinum, tí hin maðurin, sum hevur verið fastur maður í miðverjuni, er ikki við. Tað er Gunnar Vatnhamar, sum er leikbannaður í dag. Fyrra partin av fyrra hálvleiki hevur Víkingur staðið seg stak
FM steypið skuldi við í viðførinum, men tá ið síðsta bríksl var í Gundadali, og úrslitið í grannauppgerðini millum B36 og HB var 1-1, var fagnaður í kongabláu leguni í Sarpugerði. Stóri spurningurin tá [...] Tað eru 30 ár síðani, at klaksvíkingar ein illveðursleygardag fóru úr Sarpugerði við FM steypi og gullkrónum. Í 1991 vóru umstøðurnar nógv verri, enn tær eru nú. Tá var siglt úr Klaksvík og yvir á Leirvík [...] tað eydnaðist. Í dag snýr tað seg als ikki um veðrið, sum er av tí fagrasta, og umstøðurnar eru so nógv øðrvísi, enn tær vóru ta ferðina, tá ið klaksvíkingar fyri 30 árum síðani vóru í Gøtu eftir FM steypinum
gullkrónurnar verða handaðar í Sarpugerði í Gøtu, har meistararnir úr Klaksvík við stórum fylgi verða gestir. Um Víkingur vinnur í dag, so vera eisini silvurkrónurnar handaðar í Sarpugerði. Um Víkingur ikki vinnur [...] ikki handaðar í dag, tí Víkingur eigur útsettan dyst ímóti B36, sum eisini eigur útsettan dyst ímóti NSÍ. At tveir dystir ikki vera fyrrenn í næstu viku ber við sær, at tað ikki verður greitt í dag, um tað [...] 27. og síðsta umfar í fremstu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Tað er 30. oktober, veðrið er av tí fagrasta, og soleiðis verður tað eisini seinnapartin. Fyrsta bríksl verður klokkan 14, og tað verður
FM-vinnararnar, KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Aftaná hoyra vit steypahandanina og samrøður. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum, TB-07 Vestur, HB-ÍF og EB/Streymur-B68. In.fo hevur í samstarvi við [...] Í morgin verður aftur ein stórur fótbóltsdagur á FM1. Millum klokkan 10 og klokkan 13.45 verður sendingin GULLRADIO endursend. Klokkan 14 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Víking, ið liggur
skrivar heimasíðan hjá KÍ. - Leygardagin spælir KÍ sín síðsta dyst í Betrideildini hjá monnum, tá Víkingur tekur í móti KÍ í Sarpugerði. Áskoðarar eru vælkomnir til dystin, men verða bidnir um at halda [...] felagið frá. Fleiri landsdystir eru á skránni í næstum, og tí hava feløgini og FSF í felag gjørt av at verja spælararnar móti økta Covid-19 smittuvandanum, sum er í hesum døgum. - Vit vóna sjálvandi, at fó [...] Tá Víkingur og KÍ hava spælt dystin í Sarpugerði leygardagin, verður steypahandan, men av tí at Covid-19 smittuvandin er so stórur, verða áskoðarar bidnir um at vera verandi á áskoðaraplássunum undir
at tað var stórur munur á liðunum, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi, sum longu undan síðsta dystinum var flutt niður í 2. deild. Í kvøld vann Víkingur 6-0, og trivaligi sigurin við t [...] Hálvleiksstøðan í kvøld var 3-0. Ingi Jonhardsson skoraði tvey mál í ein minutt, tá ið eitt korter var farið, og Páll Erik Djurhuus økti um munin til 3-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Í seinna hálvleiki [...] Jacobsen, Rani Hansen, sum skoraði fyri 11. ferð í ár, og Signar á Brúnni. Eingin spælari hjá Víkingi, sum plagar at vera fastur maður á besta liðnum, var á vøllinum í kvøld. Hjá EB/Streymi var Elias Moustage
á EB/Streymi við Djúpumýru fyrr í dag. KÍ er tvey mál frá máli nummar 100 í Betrideildini hetta kappingarárið, og KÍ er undan seinasta dystinum móti Víkingi í Sarpugerði trý stig frá at seta stigamet við [...] stóðu betri í onkrari verjustøðu. Nú fer EB/Streymur eftir at enda árið við sigri á B68 á Eiði komandi leygardag, so EB/Streymur kann vinna "Lítla FM1", sum Jákup Martin nevnir sætta plássið í Betrideildini [...] leygardag, men málmet og stigamet eru ikki nakað mantra hjá KÍ. Mikkjal heldur, at heldur tepri sigurin í dag var eitt tekin um, at KÍ hevur rokkið sínum máli og kom innum málstrikuna fyri tveimum umførum síðani