Tað er framvegis FM fagnaður í Sarpugerði, og nú spælararnir hava fingið steypið, fara teir út til áskoðararnar at heilsa teimum, og áskoðararnir svara aftur við lógvabrestum.
Ætlanin var, at stór FM veitsla skuldi vera í kvøld, nú KÍ hevur vunnið FM bæði í kvinnukappingini og manskappingini, men óreina koronan tvingaði KÍ leiðsluna at útseta veitsluna.
Tá ið áskoðararnir ikki hava møguleika at savnast at fagna spælarunum, so hevur KÍ gjørt av at heilsa spælarunum í kvøld. Tá ið kappróðrarbátarnir, sum hava vunnið, koma aftur til Klaksvíkar, er tað siðvenja, at bátarnir verða koyrdir runt í býnum. Soleiðis verður tað við fótbóltsspælarunum, FM steypinum og gullkrónunum í kvøld - bæði kvinnur og menn. Meistararnir fara í ymsu býarpartarnar í kvøld, og tað liggur væl fyri, tí veðrið er framvegis av tí fagrasta.
So verður tónleikur á vøllinum, og kvøldið endar við, at spælarar, venjarar og hini kring liðið fara at eta døgurða saman.











