Tað er fýrverk og FM fagnaður í Sarpugerði, har dysturin millum Víking og KÍ er liðugur í dýrdarveðri.
Tað verður gjørt klárt at handa FM steyp og gullkrónur.
Dysturin endaði 1-1. Jákup B. Andreasen legði KÍ á odda í seinna hálvleiki, og stutt undan leikloki javnaði Víkingur. Málskjútti var arbeiðssami Martin Klein Joensen, sum hevur øgiligt máltev.
KÍ hevur vunnið FM 19 ferðir. Fyrsta meistaraheitið vunnu klaksvíkingar í 1942 ella fyri 79 árum síðani, tá ið tað fyri fyrstu ferð var landskapping á skránni.
Stóru tíggjuárini hjá KÍ vóru 50ini og 60ini, tá ið KÍ vann FM í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957 og 1958 og í 1961, 1966, 1967, 1968, 1969 og so í 1970 og 1972. So var tunnligt í nógv ár. KÍ var meistari í 1991 og í 1999, og var er tað í nýggja tíðarskeiðnum við Mikkjali Thomassen á odda, at KÍ hevur vunnið FM í 2019 og aftur í 2021.