Møguleikar eru fyri fleiri eykavinningum

Klaksvíkingar, sum fara mannsterkir undir fjørðin, vóna at fáa met við sær til hús aftur

Tað eru 30 ár síðani, at klaksvíkingar ein illveðursleygardag fóru úr Sarpugerði við FM steypi og gullkrónum. Í 1991 vóru umstøðurnar nógv verri, enn tær eru nú. Tá var siglt úr Klaksvík og yvir á Leirvík ella yvir á Gøtu. KÍ tapti 2-1, og tað gekk ein løta, áðrenn tað var greitt, at FM steypið skuldi við í viðførinum, men tá ið síðsta bríksl var í Gundadali, og úrslitið í grannauppgerðini millum B36 og HB var 1-1, var fagnaður í kongabláu leguni í Sarpugerði.

 

Stóri spurningurin tá var, um tað fór at eydnast at sleppa til hús aftur, tí líkindini vóru so vánalig, men tað eydnaðist.

 

Í dag snýr tað seg als ikki um veðrið, sum er av tí fagrasta, og umstøðurnar eru so nógv øðrvísi, enn tær vóru ta ferðina, tá ið klaksvíkingar fyri 30 árum síðani vóru í Gøtu eftir FM steypinum.

 

Umframt steyp og gullkrónur, sum heilt víst vera í viðførinum aftur undir fjørðin, droyma klaksvíkingar um tvey met. Annað er, at tað skal eydnast at røkka 100 málum. KÍ hevur higartil skorað 98 mál. Hin dreymurin er, at tað skal eydnast at røkka 74 stigum. KÍ hevur 71 stig, og HB metið er 73 stig.

 

Hjá Víkingi er dagsskráin at vinna og harvið at tryggja sær silvurkrónurnar.

 

Hjá KÍ er Deni Pavlovic tøkur aftur eftir leikbann, og Lars Daniel Björkman er skaddur.

 

Hjá Víkingi er Gunnar Vatnhamar leikbannaður, og Bárður á Reynatrøð, Ari Olsen og Finnur Justinussen eru langtíðarskaddir.