treingir harðliga til. Og at enda kravdu vit, at vit fingu okkara part av tí eina prosentinum, sum Arbeiðsgevarar betala afturat lønini, at umsita sjálvi. Men har var onki at gera. Øll okkara krøv blivu [...] nevndini um at fáa undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Og tað fekk nevndin dygga undirtøku fyri. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at næstan allur [...] seg traðkað á Orsøkin til at Havnar Handverkara tekur so álvarsligt stig mótvegis meginfelagnum, er, at tey í Havnini føla seg so illa traðkað av Føroya Handverkarafelag, at tey síggja ongar møguleikar
er einki dulsmál, at mín persónliga støða er, at eg síggi stórt virði í at samvirka í ríkis- ella ríkjafelagsskapi. Tí síggi eg minni stórt í at proklamera loysingina. Atli Dam sigur, at politikkur Javn [...] Javnaðarflokkinum til, at flokkurin positivt fer inn og medvirkar til at broyta stjórnarviðurskiftini, so at tann sáttmáli, sum kann gerast millum londini bæði, bøtir sum mest um - uttan tó at fremja loysing. [...] siðvenja. ? Hatta prógvar eisini, at Signar á Brúnni var tann, sum kom at seta kósina hjá Tjóðveldisflokkinum burtur frá at verða roknaður sum partvís vinstraflokkur til burturav at vera ein borgarligur flokkur
Javnaðarflokkurin nú fer at gera, segði Jóannes Eidesgaard, at teir sum størsti andstøðuflokkur fara at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk. - Eg vóni at vit fáa loyvi til at verða við í arbeiðinum um [...] fyrrapart, fyri síðani at senda tey aftur til Danmark ein seinnapart, við tí vanda, at danir tá kunnu koma at krevja, at vit skulu gjalda teimum fyri tænastuna. Jóannes Eidesgaard saknar eisini eina útrokning [...] verður: - Eg fýlist á, at tað er gjørt ov lítið fyri at vísa á hvat tað inniber reint fíggjarliga. Eg veit at tað er ikki lætt, men ambitiónsniveauði kann lættliga koma so høgt upp, at tann føroyski bøuskapurin
fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum, skyldast tiltøkunum [...] okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin [...] grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og
tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at vera nakað ónáttúrligt í tí, at flokkar, sum eru í samgongu, havast at løgmanni [...] møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at fingiðonkra avleiðing. Tað er í hvussu er við til at minka um [...] Lat okkum siga, at tað eru tey fólk, sum hava valt løgmann, ið hava ein trupulleika. Nevniliga tann at tey bjóða flokk sín fram at stjórna landinum uttan at hava tryggjað Føroya fólki,. at tann persónur
Eg haldi eisini, at gongdin í hesum málinum vísir, at løgmaður óbeinleiðis hevur roynt at brúka bankamálið til sín egna fyrimun, sigur Heini O. Heinesen. Hann undrast samstundis á, at løgmaður bara hevur [...] Kallsberg um vikuskiftið, avdúkaði, at eisini hann ivaðist stórliga, um løgmaður var rætti maðurin at hava sum samráðingarleiðara. Mangt bendir tó á, at Fólkaflokkurin hevur valt at stuðla Edmundi, nú hann sigur [...] vera nóg sterkan at leiða føroysku samráðingarnar við danir. Á fundi í Tinganesi í gjár skuldi løgmaður so greiða nøkrum undrandi tingmonnum frá, hví hann nú metir seg at vera nóg sterkan at føra samráðingarnar
tvs. at tað verður sligið fast við sjeytummaseymi, at í Føroyum verður ikki slakað í ella gingið uppá akkord við umhvørvisspurningum. Land okkara er so mikið tætt knýtt at havinum og tí har livir, at tað [...] sigur seg sjálvt, at tá ein nýggj vinna sum oljuvinna tekur seg upp, so fer hon í longdini at hava ávirkan á umhvørvið. NETTUP fyri at fyribyrgja óhepnum avleiðingum er tað so umráðandi at savna allar góðar [...] GEM av so stórum týdningi. Ein av uppgávunum er at skráseta og kortleggja støðuna í dag, soleiðis at vit hava nakað at vísa aftur til um nøkur ár, fyri at vita, um ein nýggj vinna hevur gjørt seg inn á
deild at halda jól. MBF-bólkurin vil m.a. hava løgtingsumboð at skilja, at lívið skal livast, hóast ein er fangi í egnum kroppi. At nakað er, ið kallast lívsvirði og at øll hava hetta fyri neyðini. At hjálpitól [...] vera ynskiligt, at grein 17 í forsorgarlógini varð víðkað so, at hon líktist donsku bistandslógini, soleiðis, at tann brekaði sjálvur fær størri ávirkan á egnar umstøður, ístaðin sum nú, at Almannastovan [...] komandi fíggjarlógum, at eitt nú brekað og pensiónistar ikki fáa neyðuga røkt og at bólkurin av rørslutarnaðum økist. Um landsins myndugleikar ikki eiga at ganga fremstir, tá um ræður at broyta hugburð og
Samuelsen, at teir hava hildið partapolitikk uttanfyri. At menn soleiðis samtala gjøgnum fjølmiðlarnar um slík mál heldur Signar á Brúnni vera sera óheppið - og ikki bera boð um, at menn eru sinnaðir at loysa [...] nevndu oddagrein í Skúlablaðnum eisini á, at Skúlin á Trøðni er so illa fyri orsakað av vantandi vilja landsstýrismansins at loysa trupulleikar, at vandi nú er fyri, at næmingar mugu sendast av landinum. ? [...] sigur Signar á Brúnni. Hann sigur, at tað er so nógv at gera í samband við nýggju fólkaskúlalógina, og at m. a. 40 kunngerðir skulu gerast. Hann vísir eisini á, at ávísar rættingar mugu gerast í lógini
fullveldisspurningin. Heldur Bergur Berg, at hetta fer at broytast tá kanningararbeiðið er liðugt, og »hvítbókin« er løgd fram? - Ja, eg vænti, at kjakið fer at verða meira konkret tá úrslitini fyriliggja [...] Bergur Berg afturat, at tað er ætlanin at skipa fyri einum kunningarfundi fyri fjølmiðlarnar ein av allarfyrstu døgunum. - Vit ætla at greiða frá arbeiðsgongdini og ætla eisini at geva eina ávegis frágreiðing [...] hildin, sigur Bergur Berg. Bergur viðgongur, at arbeiðssetningarnir hjá bólkunum vóru stórir og ógvusligir, men hann sigur samstundis, at slíkt er neyðugt at gera. - Tað er ongantíð gjørd ein allýsing av