Sera lítið álit á sterkum løgmanni

Álitið frá hinum flokkunnum á Edmund Joensen løgmann tykist fokið eftir turbulensin seinastu vikuna. Ongin vildi tó taka mandatið frá løgmanni áðrenn kunnandi fund millum landsstýrið og floksformenn í Tinganesi í gjár

Tær seks atkvøðurnar í yvirskoti, sum løgmaður fekk á landsfundi Sambandsfloksins fríggjakvøldið hava ikki kyrt tingmenn í hinum flokkunum.

Tvørturímóti, sjálvt um øgmaður yvirlivdi sum formaður Sambandsfloksins. Eftir kampvalið fríggjakvøldið segði Edmund Joensen, at hann kendi seg sterkari enn nakrantíð. Og hann bjóðaði seg aftur fram sum samráðingarleiðara fyri Føroyar í einum bankamálið, sum farnu vikuna hevur flotið í óvissuni, eftir at Edmund Joensen skrivaði út løgtingsval og annars segði seg ikki vera nóg sterkan at leiða føroysku samráðingarnar við danir.

Á fundi í Tinganesi í gjár skuldi løgmaður so greiða nøkrum undrandi tingmonnum frá, hví hann nú metir seg at vera nóg sterkan at føra samráðingarnar.


Eitt mist álit

Jóannes Eidesgaard skuldi sum umboð fyri Javnaðarflokkin í tingmannanevndini, sum hevur viðgjørt tilmælið frá serfrøðinganevndini í bankamálinum, á fundin í gjár.

? Eg eri eitt sindur í ørviti av hesum. Í farnu viku fór løgmaður á tingsins røðarapall og kunngjørdi fyri tinginum, at hann kann ikki standa á odda fyri samráðingunum við danir í bankamálinum. Nú eftir landsfundin sigur hann seg vera nóg sterkan. Sjálvur haldi eg, at løgtingsins talarastólur vigar tyngri enn seks atkvøður á landsfundinum fyri Sambandsflokkin á Frælsinum.

Kanst tú taka undir við løgmanni, sum samráðingarleiðara kortini?

? Latið okkum nú fara á fundin við løgmann fyrst, men eg má siga, at eg havi sera lítið álit á honum sum er.

Tað sama sigur formaður Tjóðveldisfloksins Heini O. Heinesen.

? Maðurin hevur koyrt tingið til hús. Eg dugið ikki at síggja, at vit skulu hava álit á honum. Eg haldi eisini, at gongdin í hesum málinum vísir, at løgmaður óbeinleiðis hevur roynt at brúka bankamálið til sín egna fyrimun, sigur Heini O. Heinesen.

Hann undrast samstundis á, at løgmaður bara hevur kallað tingmannanevndina, ið hevur viðgjørt tilmæli frá serfrøðingunum um føroyska bankakravið til fundar, og ikki formenninar fyri ymsu tingbólkarnar .

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum var eisini sera ivasom undan fundinum mánadagin:

? Eg havi sera lítið álit á at senda Edmund Joensen avstað. Tað logiska hevði verið, at Edmund Joensen tók seg aftur sum løgmaður. Hann hevur jú kunngjørt fyri Føroya Løgtingi og Føroya Fólki, at hann kennir seg ikki nóg sterkan at føra samráðingarnar við danir. Nei, eg haldi tað er ringt at senda ein mann avstað, sum tú ongantíð veist, hvar tú hevur, sigur Helena Dam á Neystabø.


Fólkaflokkurin bóltin

Eftir at løgmaður útskrivaði val, er tað ikki bara andstøðan, ið hevur undrast á framferðarháttin hjá løgmanni.

Samrøða, ið ÚF hevði við fíggjarmálaráðharran og formann Fólkafloksins Anfinn Kallsberg um vikuskiftið, avdúkaði, at eisini hann ivaðist stórliga, um løgmaður var rætti maðurin at hava sum samráðingarleiðara.

Mangt bendir tó á, at Fólkaflokkurin hevur valt at stuðla Edmundi, nú hann sigur seg vera nóg sterkan aftur at føra samráðingarnar við danir.

Anfinn Kallsberg vildi tó ikki gera viðmerkingar, áðrenn fundin mánadagin.

Andstøðuflokkarnir hava annars hug at geva Fólkaflokkinum initiativið í sambandi við eitt møguligt misálit á løgmann.

? Eitt misálit er einasti háttur at fáa løgmann frá, sigur Helena Dam á Neystabø.

? Tjóðveldisflokkurin undir við einum misáliti á løgmann, um eitt slíkt verður lagt fyri tingið, sigur Heini O. Heinesen.

Lítið bendir tó á, at andstøðuflokkarnir fara leggja misálit móti løgmanni fyri tingið nú. Vandin fyri álitisváttan er so mikið stór fyri andstøðuna, at tann kjansin tora stóru andstøðuflokkarnir ikki at taka.

Jóannes Eidesgaard sigur í hesum sambandi:

? Eg eri øgiliga spentur upp á at síggja, hvat hinir flokkarnir í samgonguni siga, nú løgmaður aftur bjóðar seg fram. Tí tað er væl greitt, at eitt misálit verður fyrst relevant, tá samgongan sjálv leggur tað fyri tingið.