tað er langur vegur upp, eins og flestu av hini í landinum mugu gera í hesum døgum. VÍF er nevnliga so nógv tað besta liðið í landinum í løtuni. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Áki Olsen 9(4), Sámal Joensen [...] eisini upp í part at spæla. Í verjuni vórðu teir ikki eins væl ansaðir, og hetta viðførdi so eisini, at atkomumøguleikarnir til skotini betraðust, soleiðis at tað ikki altíð var eins lætt hjá Eli í málinum [...] sum hvør í sínum lag hava eina ræðandi skotstyrki. Hædd teirra kemur teimum eisini til góðar í verjupartinum, og er Sjúrður tá eisini partur av livandi múrinum, sum uttan iva er hægsta verjan í Føroyum
Kongavarða í skrivi. Og tey halda fram: – Hevur tú gloymt tíni lyftir, Annika Olsen? Hvørjum arbeiðir Tórshavnar býráð í veruleikanum fyri í hesum máli? Arbeiðir býráðið fyri borgararnar í kommununi ella [...] eru enn sum áður at kalla ikki partur av verkætlanini. Og hóast talið á íbúðum í fyrstu atløgu er skorið niður í 48 er einki í byggiloyvinum, ið forðar byggiharranum at byggja fleiri hæddir og íbúðareindir [...] lendið í gávu, ikki uttan víðari kann selja lendið til triðjapart fyri marknaðarprís. Men so er ikki, siga eigarafeløgini í skrivi. Barakkbýlingur Tey vísa á, at byggingin tekur ikki atlit til ferðslu, trivnað
tunnilin. Síðan verður Teitur næstan lagdur í strekk av bæði einum og øðrum, tí nú skal maðurin lækka prísin her og nú Hvussu kom hetta risaprosjek í eyga? Jú, mitt í rokanum, har eg sjálvur royndi alt eg kundi [...] løgdu nøkur hondoyru í eitt felag, verða nær um ríkmenn. Í mun til meg sjálvan, so var mín løn tað, eg hevði goldið, tað fyrsta uppskotið til Sandoyartunnilin, úr egnum lumma, var fótin í reyvina frá Javn [...] m. Slíkt prosjekt sum Eysturoyartunnilin er neyvan gjørt síðan Egyptarnir bygdu pyramiturnar í Gisa. Mitt í øllum trýnur Jaspur Langaard fram, sum ein annar Che Guevara og tann stóri bjargarin av Eysturoynna
farin, er hann størsta sjarmutrøllið í bygdini. ? Vit hava føðingardag her í morgin. Meinhard fyllir átta ár, og tí er tað so rokaligt, sigur Frida Reyná, sum hevur búð í Elduvík síðani 1996. Frida og maðurin [...] køkum stendur langt oman í gongina, tá vit koma innar. Niðankomnar gjøgnum trappurnar heilar lítli Aron, sum er hálvt annað ár, beinanvegin uppá okkum. Hann er eitt sindur smæðin í fyrstani, men smædni hvørvur [...] gomul. Og so lítla Aron. Frida er sjálv fødd og uppvaksin í Klaksvík, og áðrenn Poul Jóhannus og hon fluttu til Elduvíkar, búðu tey seks ár í Runavík. ? Børnini spæla so nógv úti her. Tær nýtist ikki at
atfinningar verið ímóti, at bingjuhavnin verður víðkað í Havn, ístaðin fyri í Kollafirði. Veruleikin er, at pláss er als ikki fyri hesi ætlanini í Kollafirði. At bingjuhavnin liggur júst á Eystaru bryggju [...] dentur eisini lagdur á trivnaðin hjá borgarum í økinum. Tá vit tosa um trivna í hesum høpi, so verður meint við betri og lættari atkomu, tryggari og lættari ferðslu, og munandi betri parkeringsviðurskifti. [...] seg inn í ætlanirnar og grundgevingarnar hjá býráðnum. Hesar eru millum aðrar: 1. at útvega øllum vinnulívinum á økinum betri karmar 2. at skapa møguleikar fyri nýggjum, ótroyttum virksemi, sum í dag leitar
Heðin Mortensen Borgarstjóri Jógvan Arge rør í lesarabrævi framundir, at Javnaðarflokkurin í býráðnum skal kenna seg kroystan í málinum um útbygging av Eystaru bryggju. Veruleikin er beint tann øvugti [...] alstórar trupulleikar at svimja upp aftur á turt, nú hann og flokkurin kollsigldu í hesum máli. Tann, sum hevur fylgt við gongdini í hesum stóra og týdningarmikla máli, veit, at fyrst var Tjóðveldi fyri at byggja [...] framman fyri Skansan og loysnina viðvíkjandi ferðslu til og frá, sum fekk Tjóðveldi at skifta støðu. Tað, sum síðan hendi var, at Javnaðarflokkurin og meirilutin í býráðnum lurtaðu eftir atfinningunum. Verkætlanin
Landsverk gjørdi í 2008 eina nøgdsemiskanning, har royndu maskinførararnir vóru róstir fyri teirra álítandi arbeiði í sambandi við kavaruddingina. Stjórin fyri IR Lastbilar sigur seg ikki ivast í, at privatar [...] Lastbilar finst at kavaruddingini hjá Landsverki. Her ákærdi hann menninar, sum nærum seta lívið í veð í upp til 16 tímar um samdøgrið, ikki røkja sítt arbeiði nóg væl. Sum stjóri fyri stovnin má eg tala [...] hald hevur í veruleikanum. Stjórin fyri IR Lastbilar átti ístaðin at róst hesum monnum fyri teirra stóra og framúr góða arbeiði, sum teir leggja fyri dagin, so landsvegakervið er opið fyri ferðslu og trygt
hann vísti mær og mínum, sum eg komi at goyma í mínum hjarta, so leingi, eg livi. Vit á Láarvegi 52 og Kálvagerði 2 hava haft mangar góðar løtur saman bæði her í Føroyum og uttanlands. Um summarið plagdu vit [...] koyrdu heim aftur til Havnar. Vit vóru mangan túrin úti í Svínoy og aðrastaðni. Tá Jógvan fylti 50 ár vórðu vit fýra: Jógvan, Elin, Ása og eg í Fraklandi. Tað var ein minniligur túrur, har Jógvan bjóðaði [...] og B68. Harumframt vandi hann landsliðið, tá boð vóru eftir honum. Sum skrivari í reiðarafelagnum var hann eisini høgt í metum, og lá hansara partur ikki eftir, tá stór og ofta tung tøk skuldu takast.
januar í ár var avgjaldið fyri motorsúkklur sett niður. Hettar hevur havt nógv kjak við sær í fjølmiðlunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eina nulloysn sum mál, also at eingin skal doyggja í ferðsluni [...] ofta eitt ella fleiri av hesum galdandi. 3. Bæði bilar og motorsúkklur í dag eru munandi tryggari enn fyri t. d. 10-15 árum síðani. Í dag hava vit ABS-bremsur, ASP (antispinn), Airbag, SIPS og hvat hesar [...] ov oftani verður hettar ikki gjørt. 5. Seyður. Eg ivist ikki í, at seyðurin er orsøk til nógvar ólukkur. Seyðurin má og skal vekk av vegunum. Í øðrum londum er tað eigarin sum hevur skyldu til at hava djórini
Fugloynni og í Hestoy. Í Mykinesi vaks fólkatalið úr 16 fólkum 1. januar í fjør, upp í 19 fólk á nýggjárinum, tað eru 18,5%. Í Fugloy vaks fólkatalið 25% í fjør, tí 1. januar búðu 40 fólk í Fugloy, men [...] framvegis minkaði í fjør. Annars vaks fólkatalið í øllum økjum. Og í Sandoynni stendur fólkatalið í stað. Við árslok í fjør búðu tilsamans 46.236 fólk í Føroyum. Hetta eru 824 fólk fleiri enn fyri einum [...] einastu øki í landinum, har burðaravlopið var negativt, tvs, at færri børn vóru fødd enn tað vóru fólk deyð. Í Suðuroynni var burðarundirskotið 10 fólk í fjør og í Sandoynni, sjey fólk. Í Norður Eysturoy