Eigarafeløgini halda tað vera lyftisbrot

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða eru sera ónøgd við, at borgarstjórin í Havnar kommunu, Annika Olsen, eftir teirra tykki, ikki hevur funnið eina virðiliga loysn, nú tríggir blokkar skulu byggjast undir Kongavarða

7. februar í ár gav Tórshavnar Kommuna endaligt graviloyvi til byggiharran MARK, sum nú fer undir at byggja tríggjar blokkar á einum lítlum øki undir Kongavarða, ið upprunaliga var ætlað til 30 dygdargóðar íbúðir.

Sambært Eigarafeløgunum undir Kongavarða og eystan Kongavarða hevur Tórshavnar kommuna valt at ganga burtur frá síni egnu heildarætlan og gekk eisini ímóti staðiligu tilráðingini frá egnu umsiting síni, tá tað seldi einum privatum byggiharra lendið fyri undirprís uttan nevniverd krøv til dygd ella leiguprís.


700 mótmæli

Í august í fjør mótmæltu nærum 700 havnarborgarar ætlanini.

– Tá lovaði borgarstjórin, Annika Olsen, at her fór at verða funnin ein virðilig loysn, har vavið á byggingini bleiv minkað og ein væl størri partur av økinum verður lagdur út sum frí- og felagsøki fyri alt bústaðarøkið undir Kongavarða. Men her tykist borgarstjórin at hava gloymt síni lyftir. Graviloyvið er givið og bygt verður á eins nógvum fermetrum sum áður. Frí- og felagsøki eru enn sum áður at kalla ikki partur av verkætlanini. Og hóast talið á íbúðum í fyrstu atløgu er skorið niður í 48 er einki í byggiloyvinum, ið forðar byggiharranum at byggja fleiri hæddir og íbúðareindir seinni, skriva eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða í skrivi.

Og tey halda fram:

– Hevur tú gloymt tíni lyftir, Annika Olsen? Hvørjum arbeiðir Tórshavnar býráð í veruleikanum fyri í hesum máli? Arbeiðir býráðið fyri borgararnar í kommununi ella fyri privatan byggiharra, skriva eigarafeløgini.

Undir marknaðarvirði

Eigarafeløgini heldur, at lendið er selt undir marknaðarvirði.

– Kommunala Eftirlitið hevur síðan avgerðin varð tikin, staðfest, at kommunan hevur selt einum privatum byggiharra lendið fyri ein prís, sum helst var undir marknaðarvirðið á lendinum. Men hetta hevur ikki fingið Tórshavnar Kommunu at slaka, skriva eigarafeløgini.

Eigarafeløgini vísa á, at tá ið kommunan soleiðis letur lendið til ein privatan byggiharra fyri undirprís, so kundi hugsast, at krøv vóru sett til byggingina um, at leiguprísurin skal vera rímiligur, og at dygdin livir upp til nútíðar krøv um dygdargóða íbúðarbygging.

– Tað kundi eisini hugsast, at privati byggiharrin, sum at kalla hevur fingið lendið í gávu, ikki uttan víðari kann selja lendið til triðjapart fyri marknaðarprís. Men so er ikki, siga eigarafeløgini í skrivi.

Barakkbýlingur

Tey vísa á, at byggingin tekur ikki atlit til ferðslu, trivnað, spæli- og fríøkir hjá børnum, grannar og grundleggjandi byggilist er skúgvað til viks.

– Modul bygdu blokkarnir skulu eftir ætlan veitast av donsku fyritøkuni ABC Pavilloner A/S, sum fæst við at gera fyribils skúrar og barakkir til handverkarar. Fyritøkan bjóðar nú seg eisini fram at seta hesar upp sum varandi íbúðir, eyðsæð á plássum, har byggimyndugleikin hevur fá ella eingi krøv til dygd, estetik og trivnað. Ein slíkan byggimyndugleika hevur danska fyritøkan saman við føroyska byggiharranum funnið í býráðsmeirilutanum í Tórshavnar Kommunu, siga eigarafeløgini.
Tey vísa eisini á, at byggiharrin kann tjena nógvar pengar, um hann selur víðari.

– Tá ið barakkbýlingurin undir Kongavarða er settur upp, kann byggiharrin selja hetta sama grundøkið fyri fullan marknaðarprís, ið helst er einar tíggju ferðir hægri enn útveganarprísurin, um hugt verður eftir, hvat onnur byggilendi undir Kongavarða eru seld fyri, eitt nú tá Tórshavnar Kommuna hevur verið seljari.

Ørvitisverkætlan

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða eru sera ónøgd og kalla alla verkætlanina fyri eina ørvitisverkætlan.

– Fyri at fremja hesa ørvitisverkætlan hevur Tórshavnar Kommuna við Anniku Olsen, borgarstjóra og Marini Katrinu Frýdal, forkvinnu í Byggi- og Býarskipanarnevndini á odda, lagt nógv fyri. Kommunan er gingin burtur frá heildarætlanini fyri økið undir Kongavarða har ætlanin var at byggja 30 dygdaríbúðir í sama stíli sum verandi bygging, og avgerðin varð skundað so nógv ígjøgnum, at tíð var ikki til at kunna grannarnar fyrr enn eftir at avgerðin var tikin á býráðsfundi, skriva eigarafeløgini.

Og tey halda fram:

– Við einari handavending seldi kommunan 10.500 fermetrar stóra økið til undirprís fyri 157 krónur fyri fermeturin til ein privatan byggiharra uttan nevniverd krøv. Hví privati byggiharrin skuldi fáa lendið í gávu frá býráðsmeirilutanum fyri 157 krónur fermeturin, og hví kommunan var so altráð eftir loypa frá síni egnu heildarætlan fyri økið og lata privata byggiharran seta treytirnar, undrar og ørkymlar borgarar, ið búgva undir Kongavarða almikið, skriva eigarafeløgini.