úrslitið. Martin Brekká hevur í ár verið sera støðugur, og ímóti Rana Nolsøe fekk hann eisini fyrimun í byrjanini. Hann fekk sær eina frífinnu, sum plágaði Rana somikið, at hesin tók hesa við at lata frúgv [...] vestmenningum liggja havnarmenn nú á deildum fyrsta plássi. Haldur S. Johansen var væl fyrireikaður tá hann fekk javnleik ímóti John Rødgaard. Talvið vardi bert seytjan leikir. Herluf Hansen og Torbjørn Thomsen [...] avgerandi talv í hesum dysti varð talvið ímillum Olaf Berg og Petur Højgaard. Olaf telvaði væl, har hann í røttum Tal-stíli fekk fólk síni í røttu álopsstøðu, og vann tá sannførandi. Enn ein kærkomin sigur
botnlið. Skiftandi í fyrra Nýggi leikarin, Ilian Topic, nýtti heldur ikki langa tíð um at prógva, at hann av álvara skal roknast sum ein styrkur hjá kollfirðingum. Við teimum báðum útlendsku á bakkplássunum [...] kollfirðingum. Fram um megnaðu teir tó ikki at vinna seg, men hetta var einamest einum væl leikandi Óla Kristian Djurhuus í málinum fyri at takka. Reytt kort hjálpti skeiva liðnum Seinna hálvleik gekk at kalla [...] Danielsen. Úrslitið varð reytt kort til Kristjan, men hendingin østi samstundis Halgir somikið nógv, at hann samstundis noyddist tveir minuttir á beinkin. Næstu løtuna gjørdu kollfirðingar trý mál á rað, og
metti, at hann brúkti neyðbremsuna. So vóru tað 10 heimamenn ímóti 11 gestum, og so var Sølvi Vatnhamar, sum í fleiri ár hevur verið besti føroyski landsliðsspælarin, í tveimum óhepnum støðum. Hann var orsøk [...] Klæmint A. Olsen, NSÍ (Hannes Agnarsson, HIK Danmark, 78.), Hallur Hansson, liðformaður, KR Ísland (Mads Bo Mikkelsen, KÍ, 77.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, EB/Streymur, Mattias [...] orsøk til brotssparkið, sum bar sigursmálið hjá Luksemburg við sær, og so sá hann beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku. So illa hevur tað ongantíð verið vorðið áður, at Føroyar í einum og sama landsdysti
framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum. Men avrikið í kvøld bar brá av, at hugburðurin var øðrvísi, enn hann hevur verið. Jóan Pauli Jacobsen hevði í kvøld ábyrgdina av ÍF liðnum, og tað hevði eydnast honum [...] Højbro sendi langt úr høgru og í brotsteigin í handara borði. Har tamdi Uros Stojanov bóltin og sendi hann millum beinini á NSÍ málverjanum, sum var á veg fram. Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu 12 minuttir [...] Knudsen aftur upp á spæl. ÍF hevði nógv fólk frammarlaga, og tá ið Petur Knudsen fekk bóltin, rann hann frá verjuni og sendi bóltin í málið. -Hetta var undarlig støða. Vit vóru fleiri, ið stóðu kring liðið
Olivur Renéson Thomsen var í dag fremsti maður, og eftir tøvandi verjuspæl smoygdi hann sær framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. NSÍ var í dag í øðrvísi útgávu enn undanfarnu ferðirnar [...] skorað 10 mál. Dagsins mál í dag og av álvara evni at vera ársins mál skoraði Brandur H. Olsen, tá ið hann fimm minuttir undan leikloki og úr 25 metra fjarstøðu við frísparki smekkaði bóltin omanfyri manngarðin [...] eitt korter varð 16 ára gamli Markus Klein Danielsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á liðið hjá NSÍ. Hann er føddur 30. januar í 2009 og man vera ein av teimum fyrstu frá 2009 árganginum í bestu deildini
hendan dagin, so kann hann væl fara at gerast júst tann trumfurin, sum vestmenningar kunnu seta inn í seinastu dystunum. Fyri ein 18 ára gamlan ungling er hann óvanliga kaldur, og tó at hann fleiri ferðir var [...] kroystur, tá hann leyp inn av veinginum, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva skotroyndirnar, sum fyri tað allar mesta vórðu sendar trygt framvið KÍF-málverjanum. Líka mikið um hesin æt Óla Kristian Djurhuus [...] Djurhuus ella Zeljko Horniak. Og heldur ikki nervaði tað hann tað allar minsta, tá hann seinastu løtuna slapp at royna seg á bakkinum, har talan eisini gjørdist um okkurt málið. Gullið bíðar Við sigrinum vann
eydnaðist Niels Joensen at fáa fatur á bóltinum. Hann sendi alt fyri eitt John Petersen avstað, og eftir at hann hevði strítt seg framvið Messias, sendi hann flatt til Jákup á Borg, sum við einum sera knøppum [...] innfyri, var landsliðsmálverjin prísgivin. Við nærmaru stong var Jens Kristian Hansen hægstur, og við einum hørðum stútara fann hann vegin fram til meskarnar, og so var fagnaðurin á hvítu monnunum stórur [...] Petersen, sum neyvan hevur arbeitt meira enn tað sama, meðan Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen allir vóru við í tí allar mesta av tí, sum B36 sýndi. Um hetta er nóg mikið til gull, fer
hevur hann verið hollur, um hann so hevur verið á vongverjanum, miðvøllinum ella í miðverjuni. Metið Fyri fimm árum síðani mynstraði Óli Johannesen av landsliðnum. Hann var tá 35 ára gamal, og hann hevði [...] Benjaminsen er 34 ára gamal – hann verður 35 14. desember – og hann er framvegis ein brandur á HB miðvøllinum. Hann tykist vera væl fyri, og tí er ikki óhugsandi, at hann fer at hava rokkið 80 landsdystum [...] ikki útilokað, men tað er kanska ikki so sannlíkt, at hann verður við í øllum dystunum í hesi undankappingini. Um hann verður tað, so røkkur hann næsta heyst upp á síðuna av framúr metinum hjá Óla Johannesen
kortini, hann hevur á hondini. Danin Søren Skov Jørgensen kom úr Danmark, tí hann skuldi loysa álopstrupulleikarnar hjá GÍ. Nú er hann endaður á meiri verjukendum miðvallarplássi, og har gjørdi hann góða nyttu [...] Justinussen er gravaður framaftur at stýra verjuni í nøkur umfør, og tað gjørdi hann væl. Hann ger tað kanska ikki so elegant og hann luttekur ikki so nógv í tøttum samanspæli, sum Samson Nesá (burtur í lest [...] veit, hvat tað eru fyri breyð, sum hann eltir og bakar. Magni Jarnskor kom inn í 2. hálvleiki, og tað sást, at hann framvegis er plágaður av knæskaðanum, sum hann fekk, áðrenn landsliðið fór til Estlands
meira enn 32 eygu í meðal fyri sínar dystir. Hann vann so eisini á Bjarna Skaalum við 786 eygum. So hóast hann tapti ein dyst, so vísti hann enn einaferð, at hann avgjørt er besti billardspælarin í landinum [...] kappingini higartil, men hóast hann hevði okkurt vánligt spæl í hesi kappingini, so megnaði hann tó at hála seg up á tey 20 eyguni í meðal. Í seinasta dystinum fekk hann 500 eygu móti Steinbjørn og vann [...] var hann tað heilt stóra vónbrotið, tí hann tapti allar sínar dystir. Skal Havnar Klubbi gera sær nakra vón um at vinna kappingina í ár, so má Carsten royna at finna gamla stevið aftur, tí hann kann vísar