Hondbóltur
At hondbólturin er eins rundur, sum bóltarnir eru í øðrum ítróttargreinum, er verandi støðan á stigatalvuni eitt gott dømi um.
At kalla alt hondbóltsárið hevur verið tosað um kreppu í VÍF, sum í nógvar mátar hevur verið langt frá liðnum, sum hevur dominerað føroyskan manshondbólt seinastu nógvu árini. Eftir teir báðar fyrstu dystirnar í endaspælinum mundu flest øll eisini ásanna, at gullstríðið fór at standa millum Kyndil og Neistan, meðan StÍF kanska kundi roknast sum outsidari. VÍF var tað líka sum eingin, sum roknaði við longur, men hetta hava vestmenningarnir tó sjálvir fingið broytt hesar seinastu vikurnar.
Vandamikil unglingi
Leygardagin gjørdist talan um fimta sigurin á rað, tá VÍF vitjaði í Hoyvíkarhøllini, og talan gjørdist enn einaferð um ein sera sannførandi sigur.
Hóast talan er um eina grannauppgerð, so hevur tað ofta víst seg, at VÍF ikki hevur nakrar serligar trupulleikar av kollfirðingunum, og tað var eisini skjótt staðfest, at tað skuldu teir heldur ikki hava hesaferð.
Alt fyri eitt fekk VÍF verjuspælið at rigga hampuliga væl, og og Johnny og John fingu tí skjótt møguleika at staðfesta, hvussu vandamikið kontra-spælið hjá liðnum kann vera, og í løtum tóktist tað næstan, sum tað heila var alt ov lætt hjá liðnum.
Tað var kanska eisini orsøkin til, at spælið heilt skjótt dovnaði nakað. Verjuparturin var ikki eins sannførandi alla tíðina, og í steðginumk hoyrdust onkrir av svartskygdu áskoðarunum mutla okkurt um, at nú máttu menninir taka seg saman, tí dysturin var ikki vunnin enn.
Tað var hann kanska ikki, men fyri tað tóktust teir gulu ikki at leggja alt ov nógv fyri eftir steðgin. Tað var sum so heldur ikki neyðugt, tí kollfirðingarnir megnaðu ongan tíð veruliga at hótta lieðsluna. Damir Oros royndi í sínum lagi at skjóta seg ígjøgnum verjuna, men samanlagt var hetta ongan tíð nóg mikið. Ikki minst tí VÍF í Karl Johan Djurhuus hevur funnið ein spælari, sum kanska meira enn nakar annar ímyndar framtíðina hjá liðnum.
Kanska var talan um eina hampuliga bíliga bakgrund, men sum Karl Johan spældi hendan dagin, so kann hann væl fara at gerast júst tann trumfurin, sum vestmenningar kunnu seta inn í seinastu dystunum. Fyri ein 18 ára gamlan ungling er hann óvanliga kaldur, og tó at hann fleiri ferðir var hampuliga kroystur, tá hann leyp inn av veinginum, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva skotroyndirnar, sum fyri tað allar mesta vórðu sendar trygt framvið KÍF-málverjanum. Líka mikið um hesin æt Óla Kristian Djurhuus ella Zeljko Horniak. Og heldur ikki nervaði tað hann tað allar minsta, tá hann seinastu løtuna slapp at royna seg á bakkinum, har talan eisini gjørdist um okkurt málið.
Gullið bíðar
Við sigrinum vann VÍF seg upp á oddasessin í deildini, og tað skuldi éisini vísa seg, at hesin sessurin framvegis var teirra eftir dystirnar sunnudagin.
Og skal metast eftir seinastu dystunum, so skal tað als ikki undra, um vestmenningarnir eisini halda hesum sessinum, tá kappingin er liðug. Talan var kanska ikki um nakað polerað stórspæl, men skjótleikin og sjálvsálitið tykiist nú aftur vera komin inn á liðið, og tá tú skjýtur 41 mál, so hevur tað eisini minni at siga, at verjuspælið ikki er so heilt sannførandi alla tíðina
Enn eru tó tyngstu fetini eftir. Neistin, StÍF og Kyndli standa á eftirverandi dystarskránni, og teir dystirnir skulu so vinnast, um gullið skal vera ein møguleiki. Kanska vendir alt móti eini klassiskari finalu móti Kyndli í seinasta umfarinum, og í mun til støðuna fyri fáum vikum síðani kunnu vestmenningarnir nú í øllum førum rokna við hollum stuðuli frá áskoðaraplássunum. Har eru tey eisini farin at trúgva upp á møguleikan nú. Ein møguleiki, sum als ikki var nakað evni seinast í januar mánaði.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 31-41 (14-19)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 14(6), Regin Petersen 6, Petur Martin Poulsen 5, Mirko Milinkovic 2, Gert Hansen 2, Rógvi Weihe 1, Teitur Joensen 1
VÍF: John Zachariassen 9, Karl Johan Djurhuus 8, Sámal Joensen 5(1), Agnar Joensen 5, Harald Bjørgvin 4, Petur Frank Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Johnny Joensen 2, Eli Müller 1, Ingi Olsen 1
Brotskøst: KÍF 6, VÍF 2
Útvísingar: KÍF 8, VÍF 6
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki tann besta dagin, men royndu tó alla tíðina at halda linjuna i dømingini.










