Fótbóltslandsliðið fer fríggjakvøldið undir nýggja undankapping, tá ið Týskland verður mótstøðuliðið á AWD Arena í Hannover. Hervið fer føroyska landsliðið undir sættu HM undankappingina, síðani altjóða limaskapurin varð veruleiki. Málið við hesi undankappingini er at vinna pláss í endaspælinum, sum verður í Brasilia um tvey ár.
Fríggjakvøldið verður talan um rættuliga Dávid ímóti Goliat søgu, og hóast tað fyri tíggju árum síðani var um reppið, at tað eydnaðist at vinna eitt stig heimaftur við eftir vitjan í Týsklandi, so munnu sannlíkindini vera millum lítil og eingi fyri, at tað fríggjakvøldið skal eydnast at vinna úrtøku.
Á pappírinum eru mótstøðuliðini altíð ivaleyst stinn, tá ið føroyoingar royna seg í altjóða kappingum, men sannlíkið man vera størri fyri, at tað skal eydnast at vinna úrtøku, tá ið Svøríki og Írland vitja her í Føroyum um ein mánað, og tá ið Eysturríki og ikki minst Kasakhstan fara at vitja næsta ár.
Seks lið eru í bólkinum, og harvið er talan um tíggju dystir.
Støðug útskifting
Lars Olsen skal fríggjakvøldið fyri fyrsta ferð hava ábyrgdina av liðnum í undankappingardysti. Frammanundan hava hann og føroyska liðið bara eina ferð áður roynt seg í felag. Tað var í Íslandi í síðsta mánað, tá ið úrslitið var 2-0 tap.
Sum rímuligt er, so eru spælararnir, sum venjarin hevur boðsent, í flestu førum teir somu, sum áður hava verið á liðnum. Tað vitnar dystartali hjá spælarunum um.
Tað er eisini heilt nátúrligt, at nýggir spælarar eru í ferðalagnum. Hesa ferð eru tríggir við í ferðini, sum ikki eru skrásettir at hava spælt á a-landsliðnum. Tað eru málverjin Kristian Joensen úr NSÍ, liðfelagi hansara málsókni Klæmint A. Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu, evnaríki framrættaði maðurin úr Víkingi. Felags fyri teir allar er, at teir hava fleiri royndir á U-21 landsliðnum.
Merkisvert fyri úttøkuna hjá Lars Olsen er, at hann hevur ikki boðsent Atla Gregersen, sum heldur ikki var við í Íslandi. Ta ferðina grundgav venjarin við, at Víkinga miðverjin var leikbannaður. Seinastu vikurnar hevur hann spælt fleiri dystir, men venjarin hevur altso ikki sent boð eftir stýrimanninum í verjuni hjá Brian Kerr.
Ikki minni merkisvert er tað, at venjarin púra hevur valt at síggja burtur frá Atla Danielsen í B36. Boð vóru ikki eftir honum til Íslandsdystin, og heldur ikki hesa ferð er Atli Danielsen í ferðalagnum. Tað hevur verið soltið hjá B36 í landskappingini, og kanska hevur tað eisini sæst aftur í avrikunum hjá Atla. Í altjóða avbjóðingunum í summar var hann sera stinnur, og tað er ilt at fáa eyga á, nær hann hevur spælt seg av landsliðnum. Atli Danielsen er skrásettur at hava umboðað Føroyar 41 ferðir, og við sínum úthaldni, skjótleika, góða bóltførleika hevur hann verið hollur, um hann so hevur verið á vongverjanum, miðvøllinum ella í miðverjuni.
Metið
Fyri fimm árum síðani mynstraði Óli Johannesen av landsliðnum. Hann var tá 35 ára gamal, og hann hevði spælt 83 landsdystir. Tað var met tá, og tað er framvegis met. Higartil hevur tað verið toført at sæð, hvør skuldi hótta metið hjá Óla, men nú er tað ikki heilt óhugsandi, at tveir spælarar kunnu fara at kjálkast upp ímóti metinum hjá Óla, tá ið henda undankappingin verður av.
Talan er um málverjan Jákup Mikkelsen og miðvallaran Fróða Benjaminsen. Teir eru báðir við í ferðalagnum til Týsklands. Tað er neyvan nakar ivi um, at Fróði verður á miðvøllinum fríggjakvøldið, og tað ber væl til at ímynda sær, at venjarin velur Jákup Mikkelsen at standa í málinum, nú Gunnar Nielsen ikki er í dystarvenjing.
Jákup Mikkelsen hevur umboðað Føroyar 73 ferðir, og Fróði Benjaminsen hevur spælt 70 landsdystir. Jákup Mikkelsen er 42 ára gamal og ivaleyst heimsins elsti landsliðsmálverji nakrantíð. Tað er ikki útilokað, men tað er kanska ikki so sannlíkt, at hann verður við í øllum dystunum í hesi undankappingini. Um hann verður tað, so røkkur hann næsta heyst upp á síðuna av framúr metinum hjá Óla Johannesen.
Fróði Benjaminsen er 34 ára gamal – hann verður 35 14. desember – og hann er framvegis ein brandur á HB miðvøllinum. Hann tykist vera væl fyri, og tí er ikki óhugsandi, at hann fer at hava rokkið 80 landsdystum, tá ið henda HM undankappingin er av. Tað er sjálvsagt eisini treytað av møguligum leikbannum, og at skaðar ikki fara at darva.