avtala gerast í sambandi við útboðið, ella hongur roknistykkið ikki saman. Eitt argument sum hevur verið nógv brúkt ímóti vindmyllunum er, at bíðast má eftir pumpuskipanini í Vestmanna. Í november fingu [...] verður grøna umleggingin sett í bíðistøðu, nú vit bara eru 7½ ár frá 2030. Tí vóni eg, at SEV og Vestmanna kommuna skjótt finna eina semju, so arbeiðið við pumpuskipanini kann fara í gongd. Eg eri sera glaður [...] hjá Vindrøkt - og seinni í summar tær hjá Magn, tí høvdu vit bíðað, so høvdu fortreytirnar verið sera nógv broyttar, og eg ivist í, nær myllurnar so høvdu komið upp. Eg ivist ikki í, at tað var rætt av SEV
hevur havt úr at gera í alla nátt. - Vit hava havt meiri at gera annað jólakvøld í ár enn onnur ár, sigur løgreglan. Hann sigur, at umframt at veðrið var gott, var tað eisini hált og í nátt hevur løgreglan [...] verið rættiliga nógv fólk í býnum. - Tey løgreglufólk, sum hava verið til arbeiðis í nátt, siga, at tað hevur verið sum á ólavsøku í Havn í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun. Men hóast tað [...] plaga at vera nógv fólk í býnum, hevur tað mangan verið friðarligt. - Annað jólakvøld hevur mangan ikki verið øðrvísi enn eitt vikuskifti, sigur vakthavandi. Men annað jólakvøld í ár var eitt undantak, tí
Tað er vist sum amen í kirkjuni, at HB fær altíð fótin fyri seg. Felagið stórtrívist í mótgongd. Vit hava sæð tað fleiri ferðir áður. Reyðu og svørtu havnarmenninir koma illa frá byrjan, men eru oftast [...] mánaðirnar. Hinvegin er tað ongantíð nøktandi at tapa sum føroyameistari. Í fjør tapti HB fyri B36 í fyrsta umfarinum í steypakappingini og hevði tvey stig eftir tveir landskappingardystir. So buldraðu [...] á Lag eru ikki við í ár, og Andrew av Fløtum spælir eftir øllum at døma ikki næstu mánaðirnar vegna skaða. Vágbingurin Jón Krosslá Poulsen er ein teirra, sum er knýttur at hópinum í vetur. Hann hevur ikki
skal takast, men semja skal verða um tað og tað er hesum, vit bíða eftir. Metingar vísa, at tað tekur býráðnum næstan 30 ár at vinna íløguna í sjóvarhita inn aftur. Ein orsøk er, at sjóvarhitin orkar bara [...] 7 millión, men síðani hava nýggjar metingar víst, at kostnaðurin verður 4,8 milliónir og tískil skal býráðið finna 3,1 milliónir afturat til ætlanina og tað eru teimum, tey hava leitað eftir síðani. B [...] kortini hitast við streymi og tað er dýrt. Men Halla Samuelsen sigur, at í hennara hugaheimi er tað ikki peningurin, sum telur mest. - Í mínum høvdið telur atlitið at umhvørvinum minst líka nógv og eg haldi
skurðviðgjørdur í fótinum. Fyrr í summar hevur KÍ vunnið tvær ferðir 4-0 í Fuglafirði – í landskappingini og steypakappingini. Annar av ÍF venjarunum, Jákup Mikkelsen, ásannar, at avbjóðingin í Klaksvík verður [...] Nýggir í ÍF hópinum eru umframt Elias Rasmussen Ingi Sørensen, sum higartil í ár hevur spælt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn, og Heri Nesá, sum áður hevur spælt við ÍF og venur við, nú hann er heima í summarfrí [...] Í Klaksvík og kring allar Norðoyggjar er fótbóltsfepurin hægri, enn hann hevur verið í nógv ár. Áskoðararnir telja niður til felagið skal at vinna fyrstu steypafinaluna og fyrsta FM heitið síðani 1999
sínum í Lørenskog í Noregi. Tá maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, kom til hús tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í 2018, var konan horvin. Í heiminum lág eitt bræv við kravi um loysigjald. Í brævinum [...] ríkmanskonuna. - Blóðsporini mugu setast í ein samanhang við onnur spor, men løgreglan kann ikki útihýsa, at sporini, sum eru funnin í húsunum í Lørenskog, kunnu hava samband við tað, sum hendi, tá Anne-Elisabeth [...] hótt við, at um Tom Hagen dró løgregluna uppí málið, var lívið hjá konu hansara í vanda. Í fleiri vikur arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum, tí tey hildu, at vandi kundi vera fyri, at tann ella tey
hvussu tað var aðra staðni í heiminum. Eftir at hava lokið læraraprógv sigldi hann eitt skifti úti í verðini - bæði í Fjareystrii og Latínamerika. Í 1968 gekk Jens lærarastarv í Runavík, og har hevur hann [...] lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Jens er heimkærur, og hann og Marita hava havt manga løtuna og frítíðina í barnaheiminum og handlinum á Mølini í Skálavík. Hann er nærlagdur og umhugsin í øllum, sum hann [...] úr Búrði í Skopun. Jens er elstur av systkjunum. Honum næstur er Bjarni, sum hevur havt handilin á Mølini, og so eru tað Egil, sum býr í Havnini og Sunneva, sum býr í Runavík. Eftir skúlaárini í Skálavík
nú hann varð fluttur inn á miðvøllin. Í tveimum førum prógvaði René Tórgarð tó, at hansara frávera er ein av orsøkunum til óstøðugu gongdina hjá EB/Streymi í ár, og ta einu ferðina mátti verjuspælari [...] ikki við, og tað varð so staðfest í yvirtíðini. Ólíka lagnur Hjá EB/Streymi markeraði dysturin av álvar, at teir aftur hava kós móti Europa. Seinastu níggju dagarnir hava givið 12 stig, og eftir eitt meira [...] Fótbóltur Seinasta málið teknaði kanska heildarmyndina. B36 satsaði í yvirtíðini, tá alt fólkið varð flutt fram í frísparksstøðu. EB/Streymur fekk bóltin útfrá og kontraði, men við eftir 40 metra spurt
ráðstevnuna ið vera skal í Keypmannahavn. Sjáldan man danski høvuðsstaðurin vera so ofta nevndur í altjóða høpi. Men meiri týðandi var, hvat skal standa í skjølunum, tá fundurin í Bellacentrinum er av? Franski [...] um at “vit doyggja” eigur forsetin í Maldivunum Mohamed Nasheed. Oyggjaríkið Maldivurnar liggur í meðal bert hálvan annan metur omanfyri sjóarmálan, hægsta punktið í landslagnum er minni enn hálvan triðja [...] kølnar ágrýtni og onki hendur. Maldivurnar hava tí sjálvar sett sær fyri at koma í ‘koljavnvág’ frá 2020, tvs. nullstillað útlát við orkusparing og at fanga kolsúrni í skóg ella øðrum goymslum. Umboðandi øll
hevur ligið bakk í útvið eitt ár nú. Hølini eru umvæld, og í hesum sambandi eru tvær av stovunum innrættaðar av nýggjum, so tær frameftir kunnu virka sum ein palliativ deild. Fyrr hava doyggjandi fólk ligið [...] veruligum hospis í Føroyum, sigur Ingun Gaardbo. Yvirlæknin á medisinsku deild, Erik Wandall, er samdur við Ingun í, at eitt hospis hevði verið ynskiligt, og hann nevnir gomlu dreingjadeildina í Hoydølum sum [...] tíðarbil ov tíðliga, at hon kemur. Hetta hevur verið mítt hjartamál í tjúgu ár, sigur Ingun Gaardbo. Sosialurin vitjaði á deildini í gjár, og tá gjørdu tey seg kláran at taka ímóti sjúklingum á medisinsku