ÍF fer at leypa á

Fótbóltsfepurin er høgur í Klaksvík, har tey telja niður til steypafinaluna og FM stríðið

Í Klaksvík og kring allar Norðoyggjar er fótbóltsfepurin hægri, enn hann hevur verið í nógv ár. Áskoðararnir telja niður til felagið skal at vinna fyrstu steypafinaluna  og fyrsta FM heitið síðani 1999, tá ið KÍ vann greipuna.

Hetta er vorðið sum avbjóðing hjá Mikkjali Thomassen og spælarunum. Hjá teimum ræður um at halda fokus á rætta staðnum.

-Vit hava fyrireikað okkum væl, og vit savna okkum nú um heimadystin ímóti ÍF. Steypafinalan verður ikki fyrr enn 27. august. Tað bíða nógvar avbjóðingar, áðrenn vit fara at savna okkum um finaluna, segði Mikkjal Thomassen í vikuni í áhugaverdari samrøðu við skilagóða ítróttarskrivaran á Norðlýsinum Jákup Ósá.

Einasti KÍ spælarin, ið ikki er tøkur, er Atli Danielsen, sum venur fyri at koma fyri seg aftur eftir at vera skurðviðgjørdur í fótinum.

 

Fyrr í summar hevur KÍ vunnið tvær ferðir 4-0 í Fuglafirði – í landskappingini og steypakappingini.

 

Annar av ÍF venjarunum, Jákup Mikkelsen, ásannar, at avbjóðingin í Klaksvík verður stór, men hann roknar við, at tað fer at ganga betri hjá ÍF, enn tað gjørdi tær báðar ferðirnar á heimavølli fyrr í summar:

-Verjuspælið verður vónandi betri skipað. Hóast vit nú fara at spæla ímóti besta liðnum í Føroyum, so fara vit ikki at leggja okkum langt aftur á vøllin. Tað liggur ikki til okkara spælara. Dygdirnar eru bestar í álopspartinum. Hóast KÍ verjan er stinn, so rokni eg við, at okkara framrættaðu hava møguleika at skjóta mál, sigur ÍF venjarin Jákup Mikkelsen.

 

Elias Rasmussen er nýggjur málverji í Fuglafirði:

-Hann hevur sitið nógv á beinkinum í Gøtu. Nú fær hann møguleika at spæla hjá okkum. Evnini eru góð, og vit vóna, at hann fer at vísa seg at vera styrkur, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Umframt at danski málverjin Oliver Korch er farin av aftur landinum er tað saknur, at miðvallarin Bogi Reinert Petersen er farin av landinum. Nýggir í ÍF hópinum eru umframt Elias Rasmussen Ingi Sørensen, sum higartil í ár hevur spælt við ÍF Føroyum í Keypmannahavn, og Heri Nesá, sum áður hevur spælt við ÍF og venur við, nú hann er heima í summarfrí.