Nú nærkast hálvum øðrum ári síðan, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr húsum sínum í Lørenskog í Noregi. Tá maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, kom til hús tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í 2018, var konan horvin. Í heiminum lág eitt bræv við kravi um loysigjald. Í brævinum varð eisini hótt við, at um Tom Hagen dró løgregluna uppí málið, var lívið hjá konu hansara í vanda.
Í fleiri vikur arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum, tí tey hildu, at vandi kundi vera fyri, at tann ella tey, sum høvdu burturflutt ríkmanskonuna við kravi um loysigjald, kundu fremja hóttaninar í verki. Men, sum vikurnar gingu, og einki røktist fyri nakrari loysn, fór løgreglan at enda út til almenningin við málinum og bað um hjálp.
Tíðliga í fjør summar broytti løgreglan sítt høvuðsástøðið í málinum - frá at vera rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli, til at vera dráp. Løgreglan helt ikki, at ítøkiligi áhugin fyri loysigjaldinum sást so týðiliga. Tískil mátti motivið vera okkurt annað. Løgreglan broytti tá sítt høvuðsástøðið til, at Anne-Elisabeth Hagen helst er dripin.
Einki lívstekin er nakrantíð komið frá ríkmanskonuni, tó at sonevndi mótparturin hevur lovað lívstekin, eins og maðurin, Tom Hagen, eisini hevur betalt miljónir fyri at fáa lívstekin. Eingin veit, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen, eftir at hon á gátuføran hátt hvarv úr bústaði sínum.
Inni í heiminum, tá løgreglan kom á staðið tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í 2018, vóru ymiskir lutir hjá norsku konuni funnir. Hetta vóru lutir, sum lógu frammi. Seinni hevur løgreglan eisini staðfest blóðspor av ríkmanskonuni í heiminum. Men, tá hetta var bústaðurin hjá henni, var ivi um, hvønn týdning hesi blóðspor kundu hava.
So hvørt, sum kanningararbeiðið hevur gingið, er ymiskt komið fram og eitt, sum VG í vikuni hevur víst á, er, at norska løgreglan nú hellur tann vegin, at nevndu blóðspor kanska kunnu verða við til at loysa málið. Nógvar dna-royndir eru tiknar í heiminum, sum síðan eru kannaðar og greinaðar, og hesi svar hevur norska løgreglan fingið. Nú heldur løgreglan eisini, at blóðsporini kortini kunnu gerast avgerandi fyri at loysa gátuna um horvnu ríkmanskonuna.
- Blóðsporini mugu setast í ein samanhang við onnur spor, men løgreglan kann ikki útihýsa, at sporini, sum eru funnin í húsunum í Lørenskog, kunnu hava samband við tað, sum hendi, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, skrivar kanningarleiðarin, Tommy Brøske, í einum telduposti til VG.
Kanningarleiðarin sigur, at leitanin eftir loysn av gátuni um ríkmanskonuna ikki hevur ligið og samlað dust orsakað av korona-kreppuni. Hann vísir á, at ætlanin hjá løgregluni er at arbeiða við málinum fram til summarið.
Status er nú, at tað framvegis verður arbeitt við nøkrum høvuðsspurningum í Hagen-málinum, og hesir eru eitt nú:
* Hvør drap ella burturflutti Anne-Elisabeth Hagen?
* Hvussu mong hava verið partur av planleggingini av ráninum?
* Hvør bilur varð brúktur til at fara avstað við Anne-Elisabeth Hagen?
* Hvør skrivaði hóttanarbrævið, sum lá í heiminum?
* Hvar endaðu tær 1,3 miljónir evrurnar í kryptovaluta, sum Tom Hagen rindaði til mótpartin?
* Hvar er eitt hugsandi lík goymt?
Tommy Brøske, kanningarleiðari, heldur framvegis, at tað út frá eini heildarmeting av øllum tí, sum løgreglan hevur, eru góðir møguleikar at loysa málið, men við atliti til tað kanningararbeiði, sum fer fram, vil hann ikki útgreina neyvari, hví hann heldur, at málið, sum nú skjótt er vorðið hálvt annað ára gamalt, kann greiðast.
Men, hvussu metir so løgreglan í løtuni samlaða próvgrundarlagið?
- Vit vita sjálvsagt meira nú enn áður. Kanningartilfarið, eitt nú spor-og próvtilfar annars, er umfatandi, og vit halda hetta tilfar leypandi upp ímóti nýggjum upplýsingum í málinum, sigur Tommy Brøske.
Kanningarleiðarin sigur, at soleiðis, sum løgreglan sær málið í løtuni, hava spor-og próvtilfar ikki gjørt høvuðsástøðið veikari um, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Hann vil tó ikki gera neyvari viðmerkingar til samlaðu próvmyndina, sum higartil fyriliggur í málinum.
- Vit hava fingið svar upp á dna-spor, sum vit halda eru áhugaverd, og sum vit kanna víðari, sigur Tommy Brøske.