gjørdist hann í mai 2023 á einum stórum hátíðarhaldi í Westminster-klostrinum í London. Átta mánaðir frammanundan doyði mamma Charles kongs, Elizabeth drotning. Hon var drotning í Stórabretlandi í 70 ár. Charles [...] limur í bretsku kongshúskinum, sum hevur fingið krabbameinsviðgerð í ár. Kate prinsessa, sum er gift við Williami prinsi, hevur eisini verið viðgjørd fyri krabbamein. Í mars kom fram, at hon var í viðgerð [...] Viðgerðin av krabbameini hjá Charles kongi í Bretlandi gongur væl og heldur fram út í nýggja árið. Tað upplýsir ein kelda frá Buckingham Palace fyri tíðindastovuni Reuters. Í februar boðaði bretska kongshúsið frá
Jabbar inn í eina mannamúgvu á Bourbon Street í einum leigaðum pick-up. 14 fólk lótu lív í álopinum og í minsta lagi 35 fingu skaða. Jabbar varð dripin í skotbardaga við løgregluna. Hann var eisini í brillunum [...] spreingievni varð funnið í heiminum. Líknandi tilfar varð funnið í heiminum hjá Jabbar í Texas. Sunnudagin kom eisini fram, at Jabbar ferðaðist bæði til Egyptalands og Kanada í 2023. FBI kannar, um túrarnir [...] Jabbar var amerikanskur ríkisborgari og uppvaksin í statinum Texas. Hann hevur fyrr verið í amerikanska herinum í 13 ár og varð útsendur til Afghanistan í eitt ár. /Ritzau/
hevur eisini verið erkibiskupur í Chiclayo í Peru og prestur í heimbygdini Chicago, áðrenn hann varð gjørdur til kardinal av Frans páva í 2023. Á fyrstu messuni hjá Leo páva í síðstu viku heitti hann á katólsku [...] "millum mann og kvinnu", sigur nývaldi leiðarin í katólsku kirkjuni, Leo XIV pávi. Tað segði pávin í røðu fyri diplomatiska korpsinum í Vatikaninum í dag. Í hesum sambandi legði hann dent á týdningin av [...] grundarlag fyri "samleika í samfelagnum", skrivar tíðindastovan Reuters. Í tíðini hjá undamanninum hjá pávanum, Frans páva, flutti katólska kirkjan seg ein veg, sum fleiri í konservativum høpi ikki dámdu
venjaraspurningin upp á pláss, og væntandi kemur hetta í rætt lag í inniverandi ári, skrivar EB/Streymur. Í fótbóltsumhvørvinum hevur ljóðað, og tað var frammi í fótbóltssendingini hjá Kringvarpi Føroya síðsta [...] Tað hevur verið bíðað eftir, at EB/Streymur fór at boða frá, hvør verður venjari í 2023. Øll hini feløgini í fremstu fótbóltsdeildini hava boðað frá, hvør er venjari hjá teimum. Nú hevur EB/Streymur latið [...] EB/Streymi, har hann hevur havt ábyrgdina síðani 2019 ella í fýra ár. EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld: EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan. Felagið ynskir
hevur tryggjað sær pláss í Europa á sumri í 2023. Hjá B36 er europeiska luttøkan komin undir land. Hon kann verða tryggjað í dag. Tað verður hon, um B36 vinnur fleiri stig ímóti HB í dag, enn EB/Streymur á [...] feløgini í Gundadali er, at tey ikki hava vunnið seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið. HB hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar í landskappingini – 2-1 á heimavølli ímóti B68 og so 1-0 í Klaksvík [...] ímóti KÍ. Í hesi øldini hava HB og B36 tilsaman vunnið FM 14 av 22 ferðum – HB níggju ferð og B36 fimm ferð. Nú er tað langt síðani, at tað varð greitt, at hvørki HB ella B36 fer at vinna FM í 2022, og
í gjár, 1. oktober 2023, vóru tað 80 ár síðani at Suðuroyar Sparikassi byrjaði sítt virksemi. Tann 20. mars í 1943 var stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Sparikassa. Fyrsti aðalfundurin varð hildin 19. juni [...] deildum, og í 1998 varð deild latin upp í Tórshavn. Í 2006 varð deild latin upp á Tvøroyri. Nú nógv bankaviðurskiftir verða avgreidd umvegis netbankan og við gjaldskortum, hevur Suðuroyar Sparikassi í dag bert [...] stovna ein sparikassa kom í. Eitt skriv varð sett saman og sent út til fólk, sum møguliga vildu seta pening í og stovna ein sparikassa. Hetta skriv sæst høgrumegin: Fyrsti stjóri í Suðuroyar Sparikassa var
um granskingarverkætlanir. Í farnu viku savnaðust umleið 70 granskarar og onnur frá universitetum, granskingarstovnum og granskingarráðum í útnorði til eina samstarvsverkstovu í Norðurlandahúsinum, skrivar [...] styrkja økið í mun til luttøku í norðurlendskum og altjóða samstarvi. Stórur áhugi var eisini fyri at fáa eina stuðulsskipan, sum kann stuðla arbeiðinum at menna felags granskingarverkætlanir í útnorði. [...] gransking í útnorði skal halda fram. Arbeitt verður við at skipa fyri eini felags ráðstevnu annaðhvørt ár, og eisini er ætlanin at hava felags tiltøk í sambandi við Arctic Circle ráðstevnuna, ið er í Reykjavík
vaksið upp í fimm. Tíðindastovan dpa skrivar, at innan fáar tímar vóru fýra ymisk bjargingarátøk í grikskum sjógvi í kvøld. Umleið 200 tilflytarar vórðu bjargaðir tilsamans, upplýsir strandaverjan. Í Grikkalandi [...] báti til Grikkalands í ár. Í 2023 var talið nærum 42.000, og árini frammanundan var talið enn minni. Enn er tó nakað eftir at ganga frá tilflytarastreyminum, sum Grikkaland upplivdi í 2015. Her komu fleiri [...] góðar 22 kilometrar í ein landsynning úr oynni Kreta, skrivar grikski miðilin ERT News, sum greiðir frá teimum 40 saknaðu. Stórt bjargingarátak við flogførum og skipum er í gongd í sjónum sunnan fyri oynna
avleiðingar í kaldastu tíð á Svalbard, sigur verkætlanarleiðarin. Býarstýrið í Longyearbýnum hevur gjørt av, at 40 ára gamla kolaorkuverkið í býnum skal lata aftur í seinasta lagi á heyst í 2023, og tá skulu [...] Í Longyearbýnum á Svalbard taka tey nú fyrsta stigið burtur frá kolaorku, soleiðis at minkast kann um útlátið til orkuveiting. Soleiðis, sum støðan er í býnum í dag, er Longyearbýurin púrast knýttur at [...] tiltaksorkan í býnum. Nú fær býurin eina battarískipan, sum er sett saman av seks bingjum og hevur eina orku á seks megawatt. Goymslukapasiteturin er nóg mikið til at bera alla streymveiting í býnum í meira enn
Restin er søga. Dan hevur nú staðið á odda fyri besta liðnum í barndómsfelagi sínum í 2021, 2022 og nú í 2023. Sjálvt um vit eiga stóra úrslitið í landskappingini til góðar hava vit vunnið stórar løtur og [...] B36 skrivar: Í vetur í 2020 var Dan Brimsvík klárur at koma heim aftur til B36 aftaná loknan lestur. Hann skuldi vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum árið eftir. Men boð vóru eftir honum í úrtíð. Vit skuldu [...] og felagið, var Løgmanssteypið í 2021. Men tað kunnu vit ikki nevna uttan at eisini minnast stóru løturnar og megnar avrikini í Conference leauge í fjør summar. - Vit í B36 eru sera nøgd við arbeiðið hjá