Illgerðarmaðurin filmaði brotsverksstaðið áðrenn álopið

Maðurin, sum er undir illgruna fyri álopið í New Orleans, tók upp eitt video av Bourbon Street við snildbrillum áðrenn álopið.

New Orleans minnist tey 14 fólkini, sum lótu lív í einum álopi á nýggjárinum. - Mynd: Chris Graythen/Ritzau Scanpix

Høvuðsmistonkti vitjaði í New Orleans tvær ferðir mánaðirnar frammanundan álopið á Bourbon Street nýggjársaftan.

Tað boðar amerikanska samveldisløgreglan, FBI, frá í dag, skrivar tíðindastovan AFP.

Shamsud-Din Jabbar, sum verður hildin at standa aftanfyri álopið, vitjaði býin bæði í oktober og november.

Á súkklutúri undir vitjanini í oktober filmaði hann Bourbon Street gjøgnum sonevndar snildbrillur frá Meta.

Snildbrillur síggja út sum vanligar brillur, men tær hava innbygt myndatól.

Nýggjársaftan koyrdi Jabbar inn í eina mannamúgvu á Bourbon Street í einum leigaðum pick-up.

14 fólk lótu lív í álopinum og í minsta lagi 35 fingu skaða. Jabbar varð dripin í skotbardaga við løgregluna.

Hann var eisini í brillunum, tá hann framdi álopið, men myndatólið var ikki tendrað. Tey vórðu funnin á honum eftir deyða hansara.

Eitt flagg frá felagsskapinum Islamiskur Statur varð eisini funnið í pick-up-bilinum, umframt tvey skotvápn - ein pistól og ein rifla.

FBI hevur áður upplýst, at álopið verður mett sum eitt yvirgangsálop, og at gerningsmaðurin handlaði einsamallur.

Á tíðindafundi sunnudagin greiddi samveldisløgreglan frá virksemi hansara nýggjársaftan. Millum annað er komið fram, at hann setti eld á Airbnb-heimið, sum hann hevði leigað.

- Vit halda, at vón hansara var at brenna alt húsið niður fyri at goyma prógv, skrivar CNN.

Tað eydnaðist sløkkiliðnum at sløkkja eldin, og tilfar til spreingievni varð funnið í heiminum. Líknandi tilfar varð funnið í heiminum hjá Jabbar í Texas.

Sunnudagin kom eisini fram, at Jabbar ferðaðist bæði til Egyptalands og Kanada í 2023. FBI kannar, um túrarnir hava samband við álopið á nýggjárinum.

42 ára gamli Jabbar var amerikanskur ríkisborgari og uppvaksin í statinum Texas.

Hann hevur fyrr verið í amerikanska herinum í 13 ár og varð útsendur til Afghanistan í eitt ár.

 

/Ritzau/

 

New Orleans minnist tey 14 fólkini, sum lótu lív í einum álopi á nýggjárinum. - Mynd: Chris Graythen/Ritzau Scanpix