HB hevur tryggjað sær pláss í Europa á sumri í 2023. Hjá B36 er europeiska luttøkan komin undir land. Hon kann verða tryggjað í dag. Tað verður hon, um B36 vinnur fleiri stig ímóti HB í dag, enn EB/Streymur á heimavølli vinnur ímóti KÍ.
Í hesi øldini hava HB og B36 tilsaman vunnið FM 14 av 22 ferðum – HB níggju ferð og B36 fimm ferð. Nú er tað langt síðani, at tað varð greitt, at hvørki HB ella B36 fer at vinna FM í 2022, og felags fyri stóru feløgini í Gundadali er, at tey ikki hava vunnið seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið.
HB hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar í landskappingini – 2-1 á heimavølli ímóti B68 og so 1-0 í Klaksvík.
B36 hevur tvær tær seinastu ferðirnar spælt javnt – 0-0 á heimavølli ímóti Víkingi og 1-1 á útivølli ímóti 07 Vestur.
Tølini siga, at annarhvør landskappingardystur millum stóru feløgini í Gundadali endar javnur. Síðani 2012 hava B36 og HB spælt 32 grannauppgerðir í landskappingini. 16 ferðir er tað endað javnt. HB hevur vunnið 11 ferðir, og B36 hevur vunnið fimm ferðir. Síðsti B36 sigurin var í 2019, tá ið B36 vann 2-1. HB hevur vunnið báðar dystirnar í ár 1-0.
Hjá HB er tað seinastu ferðirnar komið væl við, at Bjarti Vitalis Mørk hevur víst seg at vera stinnur eykamálverji nú landsliðsmálverjin og liðformaðurin Teitur Matras Gestsson er darvaður av skaða í rygginum. Ári Mohr Jónsson er ivasamur. Hann fór skaddur av vøllinum í Klaksvík. Heri H. Mohr hevur brotið fótin og er ikki tøkur.
Hjá B36 er Sonni Ragnar Nattestad tøkur aftur eftir leikbann. Hannes Agnarsson var ímóti 07 Vestur so mikið darvaður av skaða, at hann ikki var millum teir fyrstu ellivu.











