Jákup Martin er givin

EB/Streymur arbeiðir nú við at seta nýggjan venjara

Tað hevur verið bíðað eftir, at EB/Streymur fór at boða frá, hvør verður venjari í 2023. Øll hini feløgini í fremstu fótbóltsdeildini hava boðað frá, hvør er venjari hjá teimum.

 

Nú hevur EB/Streymur latið við seg koma. Men tað er ikki við fráboðan um, hvør verður venjari. Heldur er tað fráboðan um, at Jákup Martin Joensen er givin sum venjari hjá EB/Streymi, har hann hevur havt ábyrgdina síðani 2019 ella í fýra ár.

 

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan.

 

Felagið ynskir við hesum at takka høvuðsvenjaranum fyri tíðina í tænastu fyri felagið og vilja ynskja honum blíðan byr.

 

Avtalan, um ikki at leingja samstarvið, er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin.

 

Nevndin arbeiðir í løtuni við at fáa venjaraspurningin upp á pláss, og væntandi kemur hetta í rætt lag í inniverandi ári, skrivar EB/Streymur.

 

Í fótbóltsumhvørvinum hevur ljóðað, og tað var frammi í fótbóltssendingini hjá Kringvarpi Føroya síðsta mánadag, at Jákup Martin ikki var hugaður at halda fram í EB/Streymi, um felagið ikki tryggjaði sær nýggjar spælarar, sum kundu vera við til at styrkja liðið, nú onkrir spælarar eru farnir aðra staðni. Eitt nú málverjin Kristian Joensen, sum er farin aftur í barndómsfelagið NSÍ, og Jóhann Hansson Joensen, sum er fluttur vestur í Vágar.

 

Í sendingini hjá Kringvarpinum mánadagin varð sagt, at Jákup Martin Joensen fer at verða kunngjørdur sum nýggjur hjálparvenjari hjá besta HB liðnum. Undir sendingin varð eisini sagt, at tað ljóðar, at íslendski Guðjón þórdarson, sum í 2019 var venjari hjá NSÍ, verður nýggjur venjari hjá EB/Streymi, men hetta hevur EB/Streymur ikki váttað. Sum tað sæst omanfyri, so sigur felagið, at roknað verður við, at venjaraspurningurin verður avgreiddur í hesum árinum.