prógva, at so er. Annars fellur alt til jarðar. Kemur ein maður til mína hurð og sigur at hann er politistur, og at hann skal rannsaka hús míni ella taka børn míni avstað við sær, tí at tey eru handtikin [...] at Gud ikki sær út til at hava hug at prógva hvør, Hann er. Av tí at alt hongur á, um tað veruliga er Gud, sum hevur skrivað bíbliuna (av tí at bíblian als ikki argumenterar fyri nakað av tí, hon sigur) [...] kasta nakran í eldsjógvin. Í Lukasar Evangelii, kapitul 12, vers 4 til 5, stendur soleiðis: ?Men Eg sigi tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal
at áhugin tykist aftur vera vaksin fyri at taka ullina til høldar, sum eitt nú nýggja spunavirkið í Suðuroy er tekin um. Og áhugin er enn livandi millum manna fyri at hava sum ítriv at taka úr lagdi, [...] Frasið hevur helst rætt til at liva, men lat tað hava sínar sølubúðir og kioskir. Eg fari at nevna eitt annað slag av heimavirki: Grindaknívarnar, ið Argjasmiðirnir gjørdu til virðismikið listahandverk [...] silvur ella perlumóðir í íbintræ ella mahogni, ger knívin til listahandverk, men tað er sniðið á blaði, skefti og slíðrum, ið ger grindaknívin til nakað serligt. Í mong ár hevur tíverri einki rættiliga smíðað
Tað verður givið fyri gott kunningartilfar og skynsaman útgávupolitikk. Bløðini Timbroloisire og Timbropress hava latið heiðurtekini. Nevnt var, at Postverk Føroya var góð fyrimynd fyri onnur postverk. [...] vórðu givin til ymisk lond. Tað vit vunnu, var ikki ein vanlig heiðursløn. Hetta var fyrstuferð, at hetta heiðurstekin varð latið og franskir blaðmenn lótu Postverki Føroya heiðurstekini fyri útgávupolitikkin [...] tikkin og fyri tað tilfar, ið verður sent út, tá sent verður til kundar og fjølmiðlar. Tað eru faldarar og upplýsingar og sum so øll heildin, sigur Svanbjørg Manai. - Sum eitt lítið postverk, so meta vit
Ofta verður tikið til, at í ólavsøkukappróðrinum stýra allir bátarnir móti Tinganesi, tí teir billa sær inn, at harvið rógva teir styttri, men hetta sást millum lítið og einki til á ólavsøku í 1999. Met [...] tí fagrasta. Fyrireikararnir í Havnar Róðrarfelag skulu hava rós fyri, at teir høvdu lagað plattar upp, soleiðis at tað var møguleiki fyri hjá fleiri at fylgja við á sjálvum málinum. Fasti starturin á ólavsøku [...] Tað var heiður himin og dýrd í sjónum ólavsøkuaftans morgun og tað mesta av seinnapartinum. Men føroyska summarveðrið er lúnskt, tallan fyrrapartin hoyrdist tað frá tokulúrinum á Borðuni, sum eitt skot
havt stóran alsk fyri at líta aftur um bak til til farnar tíðir. ? Men latum okkum nú eisini duga at nýta hendan alsk til at byggja upp nakað nýtt. Heimssamfelagið broytist frá degi til dags, og neyðugt [...] liggja til grundarlag fyri tí nýggja. Vón mín er at føroyingar framhaldandi fara at nýta Ólavsøkuna - tjóðarhátíð okkara til at koma saman -øll tjóðin - at hugna okkum og leggja gerandisdagin til síðis [...] hendan siðin øll hesi árini. ? Tað at koma til Havnar; er ikki bara nakað, sum hendir. ? Tað eru vit øll, hvør einstakur av okkum, sum er við til at gera Ólavsøkuna til tað hon í dag er. ? Eisini er stuttligt
hevði tað borið til at givið havnarfeløgunum eitt sindur burturav. Tey eiga rættin til vøllin á ólavsøku, og tað er ein av orsøkunum til, at ynskið um finalu á ólavsøku ongantíð gjørdist til veruleika. Og [...] ólavsøku stríddust um heiður og æru móti havnarliðunum ella býliðnum. Tann tíðin er farin. Í fótbóltshøpi hava heiður og æra og felagskensla ikki tann týdningin, sum tey høvdu fyri einum mansaldri síðani [...] síðani. Havnarfeløgini skiftast um rættin til ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, og hugflogið er stórt fyri at fáa ein so áhugaverdan dyst, sum tað ber til. ? Tað er altíð neyðugt at hugsa um pengarnar, men tá
skuldi sambært yvirlitið frá FSF Petur Erhard Kjærbo vera 23. maðurin inni á vøllinum. Men einki sást til sumbingin, og í staðin var tað Jens Petur Brattalíð úr Vági, sum var dómari. Undan vikuskiftinum kom [...] vera ein tann besti dómarin í landinum, og vit spyrja hann tí, um hann hevur lagt floytuna frá sær fyri well: ? Í summarsteðginum havi eg boðað Óla Holm, formanni í dómaranevndini hjá FSF frá, at eg eri [...] september verður sumbingurin, sum í 26 ár hevur búð í Vági, 46 ára gamal. Í Føroyum fella dómararnir fyri aldursmarkinum, tá teir fylla hálvt hundrað, og tað vil siga, at sumbingurin hevði havt aldur at døma
Haraldsen Tað er vorið langt í millum, at stór kend nøvn innan fyri tónleikarheimin koma til Føroyar at spæla. Men fríggjakvøldið var skipað fyri einari rokkonsert í Ítróttarhøllini á Hálsi. Fyrireikarnir [...] Serliga var tað basspælarin Stig Petersen, sum stóð fyri tí mesta av showinum. Til tíðir stóð hann uppá hátalarinum, og spældi við sínum tveystreingaða bassi. Til tíðir stóð hann uppi á bassanlegginum. Móti endanum [...] ljóðaði sera gott. Sjálvt um ljóðið var hart, leyp tað ikki saman. Sum tað ofta ger til harðar rokkonsertir. Ein góð konsert, til tey sum dáma rokk.
samstarv á mongum umráðum sum til dømis sjúkrahúsverk, uttanríkistænastur, altjóða politikk og undirvísing á hægri lærustovnum fyri bert at nevna nøkur, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Fyri mær er tað neyðugt, at [...] minnast til, at tað er ikki bara okkum, sum nú liva, vit taka avgerðir fyri. Hetta fer eisini at galda øll tey, sum í allar tíðir koma aftan á okkum. Tí er tað so ótrúliga neyðugt, at undirtøkan fyri tí, sum [...] ta somu virðingina fyri Føroyum, sum fyri øllum øðrum sjálvstøðugum londum. Tað er greitt. Við tí eru vit í eini heilt nýggjari støðu, har so mong samstarvsumráði mugu takast upp til nýggja viðgerð. Eitt
tann sama) at arbeiða við eldraøkinum beinanvegin. Míni ráð til hana skulu samstundis vera at varðveita játtanina til barnaansing á fíggjarlógini til eldraøkið eisini er loyst, soleiðis at ein fíggjarlig [...] fyrstu eygnabrá - kanska ikki so løgið, tí fyri Tórshavnar kommunu er talan um eina meirútreiðslu uppá 15 miljónir krónur. Men líkt er til, at hetta er prísurin fyri, at kommunan kann fáa bæði ábyrgdina og [...] tíbetur er somikið væl fyri í dag, at hon um neyðugt er før fyri at átaka sær hesa meirútreiðslu, uttan at neyðugt samstundis verður at krevja meira skatt inn frá borgarunum. Nei til blokkstuðul Arbeiðsbólkurin