Tað var heiður himin og dýrd í sjónum ólavsøkuaftans morgun og tað mesta av seinnapartinum. Men føroyska summarveðrið er lúnskt, tallan fyrrapartin hoyrdist tað frá tokulúrinum á Borðuni, sum eitt skot kom mjørkin bóltandi niðan móti Havnarvág, ta einu løtuna undir kappróðrinum køvdi hann av í mjørka, og tá 6-mannaførini við monnum kappaðust, sást lítið meiri enn akkurát fram um stavn. Hetta hevði við sær, at fleiri bátar fóru av kósini, og høvuðsdómararnir avgjørdu, at tað skuldi rógvast umaftur, tá kappingin millum 10-mannaførini var liðug.
Ofta verður tikið til, at í ólavsøkukappróðrinum stýra allir bátarnir móti Tinganesi, tí teir billa sær inn, at harvið rógva teir styttri, men hetta sást millum lítið og einki til á ólavsøku í 1999.
Met í startum
Ólavsøkukappróðurin var sera vinarligur móti áskoðarunum. Eitt var, at tað bar til at fylgja við á stórum parti av róðrarøkinum, og eitt annað var, at tað var so stutt millum kappingarnar. Veðrið kann eingin gera nakað við. Burtursæð frá tí einu løtuni, tá alt var grátt í grátt, var veðrið av tí fagrasta. Fyrireikararnir í Havnar Róðrarfelag skulu hava rós fyri, at teir høvdu lagað plattar upp, soleiðis at tað var møguleiki fyri hjá fleiri at fylgja við á sjálvum málinum.
Fasti starturin á ólavsøku er væl eldri enn hann er á hinum stevnunum, og aftur hesa ferð riggaði hann avbera væl.
Neyvan nakrantíð áður hava tað verið so nógvir startir í einum róðri. Umframt níggju FM róðrar ? hjá gentunum var neyðugt við tveimum innleiðandi og einum finaluróðri ? so vóru, sum tað altíð hevur verið sigur á ólavsøku, onkir eykaróðrar. Í kappingini millum gomul 6-mannafør var lítið um Greivan av Signabø, sum so dyggiliga varð settur uppá pláss av Falkinum úr Hvalvík/Streymnesi, og í kappingini millum 8-mannaførini við old boys manning vann Víkarbáturin í harðari kapping við Ørvin. Aftaná komu Kvívíkingur og Húsavíkingur.
Tá 6-mannaførini við monnum skuldu rógva var neyðugt at starta umaftur, tí onkur bátur tjóvstartaði. Tað vil siga, at teir tóku á, tá startdómarin hevði rópt »klárir«, og áðrenn skotið gekk av. Tá 8-mannaførini lógu klár at fara avstað sleptu teir endanum, og so var neyðugt at leggja bátarnar umaftur.
Ætlanin var, at fyrsta startskotið skuldi latast av klokkan trý korter til trý, og klokkan var ikki meiri enn fimm, tá umróðurin hjá 6-mannaførunum var liðugur. Og tað vil siga, at talan var um eina góða og áskoðaravinarliga kapping.jh