um talan er um málning ella fotomynd. Men tó, talan er um veruleika og hvør er so veruleikin? Hann er óivað ymiskur, alt eftir eygunum, ið hyggja. Livandi myndir Henda forvitnisliga framsýning er á onkran [...] so er slík ró yvir hesum myndum. Gentan á grønu ella kanska gulu bakgrundini er púra einsamøll. Tí ivast neyvan nakar í, har er bert hon og einki annað, ikki eingang klæði órógva myndina. Har er púrt [...] Elvis situr so innhugsin við eldstaðin. Hóast vit eru nær, so er hann einsamallur í rúminum. Tað einasta, ið órógvar stilli er eldurin, men tað er jú so hugnaligt og undirstrikar á ein hátt friðin. Tann, ið
poengið hjá mær er, at fyrimyndin evnar at gera ella at siga tað, sum fólk innast inni vita er rætt og neyðugt. Tað er teirra setningur. Hvussu viðkomandi annars er skrúvaður saman, er óviðkomandi. Soleiðis [...] nógv meiri var hann ikki. Maðurin er fínur rappari, og ikki heilt sørur humøristur, men sum mótspælari hjá Hackman? Nixen! Og lat meg siga tað beinanvegin, filmurin er heldur ikki nakað stórverk. Harafturímóti [...] Har er Hackman hin neurotiski amerikanski løgreglumaðurin, sum uppá allar mátar stendur í andsøgn til teir meiri upplýstu, og kanska eisini meiri fínligu fronsku starvsfelagirnar. Hansara speið er býttisligt
søluframsýningina er faldari gjørdur, ið lýsir søguna aftan fyri møblavirksemið í India. Har verður sagt, at framleiðslan er eftirgerð at gomlum møblum frá opium-gulløldini. Johri, ið er ein indisk familjugrein [...] har Idé-Húsið fyrr helt til. Viktor stendur fyri Reykjavik og Tórshavn, - og tað er nevniliga úr Íslandi hugskotið er komið at hava søluframsýning við indiskum møblum. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti [...] indisku verksmiðjuna, ið framleiðir hesar møblarnar. - Vit meta avgjørt, at tað er tørvur á slíkum innbúgvi í Føroyum. Útboðið er ikki so stórt sum vit kunnu hugsa okkum. Rákið hevur seinastu árini verið ljósari
munur ikki eigur at verða gjørdur á kvinnu og manni. Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at hon er neyðug, men tað er hon vist soleingi landsins myndugleikar ikki arbeiða út frá henni [...] bera útreiðslurnar av ferjuleguni í Vestmanna. Eitt kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart spent. Vit vinna og henda illsliga mánadagin seinnapartin [...] drongurin lesir uttanlands og gentan, sum kom út fyri eini stórari ferðsluvanlukku fyri góðum tveimum árum síðani, ið gjørdi hana 100 % avlamna, er flutt í egin hús. Gunn Joensen er útbúgvin skrivstovukvinna
eisini so væl hóskar til tín, elskaði Eyðfinn. Lítla lívið, bjarta blóma, gleði inn um hurðar bar. Ikki kundu tá vit hóma, at tú ikki frískur var. Lítla lívið, stóra gleði, mentist, smílið tú oss gav. [...] vardi, sjúkan trein um hurðarstav. Eftir hetta, ? lítla skinnið, ? svárt eitt lív tú hevur havt. Alt tú ber við tolnum sinni fær ei heldur væl tað sagt. Lítla hjarta ? meir ei orkar lívið fjarar burt úr verð [...] verð. Og tú stríðist enn sum áður, tó at tað mót enda ber. Men tað er, sum ? okkar skattur ? boð tú vilt oss bera nú. Grátið ei ? eg vakni aftur, frískur í Guðs himnabú. Grát ei mamma, pápi, systkin, omma
hon á stemplikortinum. Eftir at gentan var liðug at arbeiða, roykti hon eina sigarett, og fór hon síðan saman við beiggja sínum, ið arbeiddi saman við henni, til hús. Gentan metti, at klokkan var einar tíggju [...] av, at tað kavaði hetta kvøldið, átti sýnið at verið so mikið vánaligt, at gentan ikki kundi sæð andlitið á ákærda. Men gentan vísti á, at sýnið ikki var so vánaligt, hóast tað kavaði. Hon segði, at ikki [...] beiggja sínum frá. Gentan segði, at tá hon sá ákærda fara inn gjøgnum smoguna til Marco Polo, hugsaði hon bert, at tað var løgið, at ákærdi gekk har so seint á kvøldi. Dagin eftir hevði gentan frætt um eldin
desember skuldi hvørt land sær gera mat, ið var serstakur fyri tað einstaka landið, at bjóða hinum. Tað er ikki loyvt at innflyta mat til Kili, so vit keyptu eitt sindur av kjøti og eplum og stoktu tað til [...] skuldu vit til eitt tiltak, ið bar heitið A Day for Serving. Hetta merkti, at vit skuldu út til eina lítla bygd at mála skúlan í bygdini. Møguleiki var tó eisini fyri at gera ein garð ella okkurt annað vælgerandi
moral. Sjálvi halda vit, at allar søgurnar eru góðar, men best dámar okkum øllum "Lítla Knút", sum er ein yrking. Tað er ein í flokkinum hjá okkum, sum hevur skrivað yrkingina, og lagið aftan fyri yrkingina [...] verður eftir øllum, hvussu samstarvið er í bólkinum, hvussu roknskapurin verður førdur, hvussu virknir næmingarnir eru, hvussu úrslitið er og so framvegis. - Hetta er øgiliga spennandi, strævið til tíðir [...] Føroya Lærarafelags gevur út til várs. Tann fyrsta av sínum slag, hildu vit, men tað vísir seg, at so er ikki. Í komandi mánaði geva seks næmingar úr einum flokki á Føroya Handilsskúla í Havn út eina fløgu
flokkunum úr Finnlandi, Svøríki og Noregi. Her er sera kalt, men heitt og fjálgt inni. Ætlanin var at hetta skuldi vera ein skíðlega, men orsakað av tí nógva kuldanum, er skráin broytt, og ístaðin hava nógv innandura [...] Finnlandi. - Tá vit komu her sunnudagin var øgiliga kalt, men nú er kaldari. Mátarin vísti í dag (27. jan.) minus 31 stig, og tá tað er so kalt eru skíðlyfturnar ikki til taks. Hóast tað so hava vit verið [...] minus 60 stig. Tó royndu vit okkum eina lítla løtu fyri at fáa eitt upplivilsi, men gott var at koma inn aftur og so fara í baðstovuna. - Vit hava sett eina lítla framsýning upp um Føroyar og Klaksvík,
doyði. Hann var dani. Mamman er norsk. Og Ronnie? Ja, hann er føroyingur og kundi ikki hugsað sær at búð aðrastaðni enn her, tá tú spyrt. ? Mamma bleiv jú forlovað uppaftur. Tað er tann typiska søgan um postboðið [...] Kallsberg: ?Eg kenni hann ikki. Eg veit bara, hann er løgmaður. Eg eri púra ópolitiskur, og eg kann onki siga um hann.? Rúna á Heygum: ?Hon er mítt lív. Tað er torført, tá tú hevur børn, at eisini at fáa pláss [...] hvussu nógvum føroyskum útgávum, hann hevur luttikið á. Hann gitir, tað er eitt stað millum fimti og hundrað. Hvørjar upptøkur er tú glaðast fyri sjálvur? ? Eg eri serliga glaður fyri ?Svarti Fossur?. Hetta