Lagt til rættis:
John Johannessen
Myndir: Ása Poulsen
Túrur okkara byrjaði 2. jóladag. Vit flugu úr Vágum til Keypmannahavnar, og dagin eftir flugu vit til Santiago í Kili, har nítjanda altjóða jamboreein skuldi haldast 60 kilometrar sunn-an fyri Santiago.
Vit høvdu meldað okkum til leguna hálvtannað ár frammanundan, og hava vit í hesum sambandi havt góða tíð at fyrireika okkum til leguna. Vit hava øll verið saman tvey fyrireikingarvikuskifti.
Hóast ferðin gekkst væl, komu vit eitt sindur seint á leguøkið. Vit komu á økið mánadagin 28. desember klokkan 17, sum setanin skuldi vera klokkan 22. Hetta gjørdi, at fyrireikararnir ikki roknaðu við, at vit fóru at møta. Tað, at vit komu so seint gjørdi eisini, at strilti gekst við at fáa ta útgerð, ið nýtast skuldi á leguni. Hóast fyrireikararnir høvdu lovað okkum útgerð, so var eingin eftir tá vit komu. Men tá tveir tímar vóru lidnir, høvdu vit tó fingið alla ta útgerð, okkum nýttist. Tó vantaði enn eitt matkort, ið nýtast skuldi at keypa mat fyri. Hetta fingu vit til láns frá leguovastanum fyri undirleguna Mayas, til vit einar tveir dagar seinni fingu okkara egna matarkort.
Tveir mánaðir áðrenn vit fóru avstað, høvdu vit fingið at vita, at vit skuldu hava eitt leguøki saman við skótum úr Kypern. Men tá vit komu á undirleguna, fingu vit at vita, at skótarnir úr Kypern ikki vóru møttir. Úrslitið av hesum gjørdist, at vit fingu eitt stórt leguøki fyri okkum sjálvi.
Grannar okkara á leguøkinum vóru skótar úr Brasilia, Kili, Hong Kong og Japan. Legan var býtt sundur í 24 undirlegur, og okkara undirlega bar heitið Mayas.
Tá klokkan var vorðin 22 hetta kvøldið, byrjaði setanin av leguni. Setanin var ógvuliga stórsligin, men av tí at bert varð tosað á sponskum, gjørdist hon eitt sindur langdrigin fyri okkum.
Hóast tann stóra ruðuleikan tá vit komu á leguna, eydnaðist legan avbera væl. Vit eru øll samd um, at hetta var tann besta legan, vit nakrantíð hava verið á.
Fjølbroytt skótavirksemi
Týsdagin, dagin eftir vit komu á leguna, varð farið túr niðan í fjøllini. Á túrinum var ymiskt virksemi á leiðini. T.d. skuldu vit renna kumpasrenning og so skuldu vit eisini lesast yvir eina á, ið vit somuleiðis fingu møguleika at svimja í. Avbera gott var at sleppa at svimja, tí hitin var nógvur og nógv dust var í luftini.
Tá vit vóru komin á staðið, har vit skuldu liggja nátt, varð gjørt klárt at leggja seg. Vit skuldu sova undir opnum himmali saman við 200 skótum úr ymsum londum.
Dagin eftir varð farið tíðliga upp. Vit skuldu møta á leguna klokkan hálvgum níggju, fyri at vera við í dagsins virksemi.
Áðrenn dagsins virksemi byrjaði, skuldu vit deila okkum í patruljur. Í hesum patruljum skuldu vera 8 skótar úr í minsta lagi 4 londum. Hesar patruljur skuldu so møta til ymsikt virksemi, ið veljast kundi ímillum. Virksemið var býtt upp í tveir høvuðsbólkar, ið kallaðust Global Development Village og Walk in Activities. Hesir høvuðsbólkar innihildu tilsamans meira enn 100 ymisk sløg av virksemi.
Hósdagin 31. desember skuldi hvørt land sær gera mat, ið var serstakur fyri tað einstaka landið, at bjóða hinum. Tað er ikki loyvt at innflyta mat til Kili, so vit keyptu eitt sindur av kjøti og eplum og stoktu tað til gestir okkara. Samstundis høvdu vit eisini høvi at royna serstakan mat frá skótunum úr hinum londunum.
Nýggjársdag var eitt tiltak á skránni, ið bar heitið Rally for Peace. Hetta var eitt tiltak fyri friði.
Leygardagin 2. januar skuldu vit til eitt tiltak, ið bar heitið A Day for Serving. Hetta merkti, at vit skuldu út til eina lítla bygd at mála skúlan í bygdini. Møguleiki var tó eisini fyri at gera ein garð ella okkurt annað vælgerandi arbeiði
Sunnudagin 3. januar arbeiddu vit aftur í altjóða partuljum.
Mánadagin 4. januar vitjaðu vit ein bý nærhendis leguni.
Týsdagin 5. januar vóru vit á eini forðabreyt, og klokkan 22 var stórsligin endahátíð. Nú var tann 19. jamboreein komin at enda. Hon kundi væl verið dupult so long, men alt fær sín enda.
Nýggjárshald
Tá vit fóru heimanífrá, høvdu vit roknað við stórum nýggjárshaldi við nógvum fýrverki. Vit hildu nýggjar klokkan 21 teirra tíð á leguøkinum hjá okkum. Síðani fóru vit oman til stóru klingruna, har nýggjárshaldið skuldi haldast.
Nýggjárshaldið, ið Kilienararnir høvdu fyriskipað, var gott. Teir høvdu skipað fyri rokk konsert við góðum tónleiki og fýrverk vístu teir á stórskíggja. Orsøkin til, at veruligt fýrverk ikki varð skotið, var tann, at ikki hevði regnað á økinum í eitt heilt ár og hitin var millum 32 og 40 stig, meðan legan vardi.
Skógareldur
Seinnapartin mikudagin 30. desember, sama dag sum vit komu aftur av fjallatúrinum, varnaðust vit, at eldur var komin í skógin, ið vaks upp eftir fjallasíðuni við leguøkið. Sløkkilið komu á staðið beinan vegin, fyri at basa eldinum, men illa gekst. Sløkkiliðið royndi alt, ið tað kundi í tveir tímar, men ikki bar til. Tískil varð roynt at sløkkja eldin við tyrlum. Tyrlurnar sleptu stórar mongdir av vatni niður yvir eldin, og eftir einari løtu sást, at nú bar til. Eldurin slóknaði skjótt eftir, at tyrlurnar vóru byrjaðar at sleppa vatni niður yvir eldin.
Hóast ein lítil partur av skótaleguni varð fluttur burtur, var legan aldri í vanda.
Góður matur
Maturin á leguni var einki at klaga um. Hann hevði ta góðsku, sum vit seta til vanligan mat. Kranavatnið var eisini drekkandi. Hetta gjørdi, at eingir trupulleikar gjørdust av magasjúkum.
Men tá vit fóru á rundferð í Suðuramerika eftir at legan var liðug, vóru nógvir truplleikar av magasjúkum. Øll í ferðalagnum merktu tá meira ella minni til magatrupulleikar.
Á ferð í Suðuramerika
Tá legan var liðug, varð farið á rundferð í Suðuramerika, saman við tí danska ferðalagnum, ið vit vóru ein partur av. Fyrst varð farið til La Paz í Bolivia, síðan til Peru. Í Peru gekk leiðin fyrst til Puno og síðani til Cusco, har steðga varð í fimm dagar. Hesar fimm dagarnar vitjaðu vit ymsikar inkarastaðir. Til dømis vitjaðu vit tann gloymda inkarabýin Machupicchu.
Eftir steðgin í Cusco, fóru vit til Lima, har teir 15 føroyingarnir búðu hjá tveimum suðuramerikonskum familjum í hálvanannan dag. Um kvøldið tann 15. januar varð farið aftur til Danmarkar yvir Rio de Janeiro.
Av tí, at neyðugt var at liggja nátt í Danmark, varð vitjað hjá vinarskótabólkinum hjá SNP í Klaksvík. Hesin skótabólkurin bar heitið ELBO-skótarnir og hildu teir til í Plejdsted. Donsku skótarnir tóku væl ímóti okkum.
Vit vóru heima aftur á teimum føroysku klettunum mánadagin 18. januar.
Pinoche
Stutt áðrenn vit fóru avstað til Kili, var stríðið viðvíkjandi Pinoche í hæddini. Men vit fingu at vita áðrenn vit fóru, at myndugleikarnir í Kili vildu gera alt fyri at verja jamboree leguna.
Tað, ið gjørdi fólk eitt sindur bangin var, at onglendingar eisini skuldu luttaka á leguni.
Fyri at sleppa undan trupulleikum, varð ikki nógv gjørt burturúr í fjølmiðlunum, um at legan skuldi vera. Men hóast hetta, so varð øll setanin, ið vardi í tveir tímar, sjónvarpað.










