tiltøkum í sambandi við atgerðir móti Ukraina, eins og útflutningur av fiska- og matvørum. 12. juli 2023 bleiv ein avmarkaður havnastongsil settur í verk. Russisk fiskiskip blivu avmarkaði í at koma til [...] havnarstongsulin ímóti russiskum skipum í føroyskum havnum. Fólkaflokkurin sigur, at endamálið við uppskotinum er at loyva øllum russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum og loyva føroyskum veitarum at [...] tiltøk í verk móti russiskum fiskiskipum. Tó varðveitir landsstýrismaðurin allar aðrar heimildir at seta avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi, ið lógin heimilar honum Ukrainska sendistovan í Danmark
spæla við FC Suðuroy, sum var flutt upp úr 2. deild og í 1. deild. Í dag var fyrsta grannauppgerðin í landskappingini síðani uppflytingina ímóti TB, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, og tað var John [...] Vágseiði, og nú er aftur í FC Suðuroy, økti um leiðsluna til 2-0. Tað var 12 minuttir undan leikloki, og tá bendi alt á, at TB fór at tapa, men so var tað, at heimaliðið í Trongisvági í tíðini, sum dómarin [...] Mikudagin varpaði TB á Vágseiði FC Suðuroy úr kappingini um løgmanssteypið. Í kvøld var FC Suðuroy gestur við Stórá í Trongisvági, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, bendi alt á, at FC Suðuroy av álvara
Klokkan kl. 18 í dag møtast Mjølnir og SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti. Sætta føroyameistaraheiti á rað hjá Mjølni? Hóast ÍF vann á bæði [...] fyrr møtst í FM-finalunum: í fyrstu finalunum í 2010, tá SÍ vann triðja finaludysti 3-0, eftir at liðini høvdu vunnu hvør sín 3-2 sigur í teimum báðum fyrstu dystunum. Liðini møttust aftur í 2012, og tá [...] meistaraheiti á rað? Í landskappingini vann Mjølnir tríggjar av teimum fýra dystunum ímóti SÍ. Hinvegin vann SÍ, tá tað mest galt, nevniliga í steypafinaluni, har SÍ vann 3-1. SÍ munin í finalum Mjølnir og
Sjúrður Skaale Eg tók ikki málið um samstarvið við Russland upp í míni framsøgurøðu á fólkatingi hósdagin. Eftir røðuna bleiv eg kortini spurdur, hvussu eg væntaði tað bleiv við hesum samstarvi. Eg svaraði [...] samstarvið við Putinsa Russland skal steðga. Einasta grund til, at teir stuðlaðu nýggju avtaluni fyri 2023 var, at einki annað var fyrireikað. Við nýggju avtaluni góvu vit so okkum sjálvum eitt ár at broyta [...] mín persónliga hugsan var. Tað er ikki hon, sum hevur týdning, tí eg siti ikki á løgtingi. Men eisini í hesum føri mátti eg siga sum var: eg haldi málið má vera at steðga samstarvinum. Tað haldi eg bæði av
tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni. Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har [...] kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar [...] listakvinnan millum annað: ”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar
Í eini bygd býr eittans fólk, og í níggju bygdum búgva færri enn 10 fólk. Í fjør vaks fólkatalið við 678, og 1. januar búðu 54.255 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein árligan fólkavøkstur á 1,3% - tað sama [...] sama sum í 2021. Talvan niðanfyri vísir býir og bygdir í Føroyum settar upp eftir fólkatali. Fólkatalið í kommunum og bygdum 1. januar 2023 Tilsamans 54.255 Tórshavn 13.994 Klaksvík 5.041 Hoyvík 4.592
síðani. Tað var í vinardysti í Íslandi 15. august í 2012, sum heimaliðið vann 2-0, at Jákup vardi føroyska málið fyri 73. ferð. Í síðstu viku tók Jóan Símun Edmundsson seg upp á triðja plássið í tali á landsdystum [...] Metið í landsdystum eigur Fróði Benjaminsen framvegis. Fróði var fyri síðstu ferð á landsliðnum 10. oktober í 2017, tá ið føroyingar vístu fínt avrik á útivølli í Ungarn, har heimaliðið vann 1-0. Ta ferðina [...] landsdystir á skránni, enn tað vóru frammanundan, so verður metið hjá Fróða ikki tikið í ár og neyvan heldur í 2023. Nær tað møguliga verður tikið valdast sjálvandi um, hvussu drúgvir teir vera á landsliðnum
Bødskov, verjumálaráðharri, í tíðindaskrivinum. Verjustjórin Flemming Lentfer hevur mælt til at varðveita flogførini til seinast í 2027. Tað tilmæli hevur stjórnin og ein meiriluti í Fólkatinginum tikið til [...] og til starvsfólk. Tey fyrstu F-16-flogførini komu til Danmarkar í 1980, og í fleiri ár hevur verið tosað um, at tey eru gomul og slitin. Í august 2015 mælti táverandi verjustjórin, Peter Bartram, til, at [...] kemur inn í loftrúmi. So seint sum fríggjadagin sigldi eitt lættvápnað russiskt krígsskip inn í danskt farvatn tvær ferðir. – Verjan av økinum hjá Nato ímóti eystir er meira viðkomandi enn nakrantíð í nýggjar
samskipara. Altala bleiv gjørd í figgjarnevndini, um at lofta hesum trupulleikanum og játta 1,4mio til ein samskipara í miðstaðarøkinum og ein í Suðurøkinum. Tað bleiv upplýst, at í Suðuroynni er illa statt [...] eisini yvir tey avvarandi, sum ganga í blindum. Treytirnar vóru sera greiðar: Ein samskipari skuldi hava sítt arbeiðsøki í Suðuroynni og ein skuldi hava sítt arbeiðsøki í miðstaðarøkinum. Á tann hátt kunnu [...] frá demenssamskipanini, sama hvar í landinum tey búgva og hvønn aldursbólk tey hoyra til. Tað bleiv endurtikið av fleiri í Løgtinginum. Heilsumálaráðið leggur líka í. Tey siga seg nú ikki kenna nakað til
eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni [...] Tað kann upplýsast, at umsøkjarar í uppsjóvarvinnuni hava bíðað síðan hálvan januar í ár eftir at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember [...] lesa, at aktørarnir í uppsjóvarvinnuni verða javnsettir, um kvotur minka. Í løtuni verða kvoturnar minkaðar fyrst hjá smærru reiðaríunum. Vit kunnu staðfesta, at teir stóru aktørarnir í fiskivinnuni javnan