Hallur er nú í fínum fimmara

Nú eru tað bara tveir spælarar, sum hava verið oftari á landsliðnum enn Jóan Símun Edmundsson

Metið í landsdystum eigur Fróði Benjaminsen framvegis. Fróði var fyri síðstu ferð á landsliðnum 10. oktober í 2017, tá ið føroyingar vístu fínt avrik á útivølli í Ungarn, har heimaliðið vann 1-0. Ta ferðina fyri skjótt fimm árum síðani umboðaði Fróði Benjaminsen føðilandið fyri 95. ferð á A-landsliðnum. Tað er met, og hóast tað síðani Nations League kappingin sá dagsins ljós eru fleiri landsdystir á skránni, enn tað vóru frammanundan, so verður metið hjá Fróða ikki tikið í ár og neyvan heldur í 2023.

 

Nær tað møguliga verður tikið valdast sjálvandi um, hvussu drúgvir teir vera á landsliðnum, sum nú eiga flest landsdystir, og sum framvegis eru aktuellir landsliðsspælarar.

 

Næstur eftir Fróða Benjaminsen er Óli Johannesen, sum hevur spælt 83 landsdystir. Tað eru 15 ár síðani, at Óli Johannesen beyð landsliðnum farvæl. Tað var í EM undankappingardysti á heimavølli 6. juni í 2007. Tað var ímóti Skotlandi, sum vann 2-0.

 

Jákup Mikkelsen hevur leingi verið á triðja plássi í dystartali. Jákup vardi føroyska málið fyri síðstu ferð fyri 10 árum síðani. Tað var í vinardysti í Íslandi 15. august í 2012, sum heimaliðið vann 2-0, at Jákup vardi føroyska málið fyri 73. ferð.

 

Í síðstu viku tók Jóan Símun Edmundsson seg upp á triðja plássið í tali á landsdystum. Tá ið Jóan Símun Edmundsson sjey minuttir undan leikloki í 2-1 sigrinum ímóti Litava leygarkvøldið varð skiftur inn, var tað 74. ferðin, at Jóan Símun umboðaði føðilandið.

 

Tað eru bara fimm spælarar, sum hava verið á A-landsliðnum fleiri enn 70 ferðir. Tann fimti í føðini er liðformaðurin Hallur Hansson. Leygarkvøldið var hann ikki millum teir fyrstu ellivu. Tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki í 2-1 heimasigrinum ímóti Litava leygarkvøldið varð skiftur inn, var tað 71. ferðin, at Hallur Hansson var á landsliðnum.

 

Tann, sum í løtuni liggur best fyri at vera tann næsti at røkka 70 landsdystum, er málverjin Gunnar Nielsen. Leygarkvøldið vardi hann fyri 67. ferð landsliðsmálið.