danski konsulin á Haiti hevur havt fleiri fundir við myndugleikarnar og hevur havt brøv frá danska uttanríkisráðnum, har kravt verður at fáa eina skriftliga frágreiðing hví skipið hevur verið afturhildið. Reiðaríið [...] Danska farmaskipið ?Thor Amalia? hevur teir seinastu 10 dagarnar ligið afturhildið á karibisku oynni Haiti, tí at løgreglan á oynni hevði illgruna um, at narkotika var í lastini. Av reiðaríðnum T&C í Svendborg [...] Svendborg verður sagt, at manningin ongantíð hevur verið undir illgruna fyri at smugla narkotika, men at hildið var, at brotsmannalið í Kolombia hava koyrt narkotika í cementsekkirnar, sum skipið var lastað
sterkasta amboð hansara er vatn, men tað hevur turrveðrið beint fyri. Fólk spyrja tí, um sløkkiliðið hevur nokk av vatni. Tað vita vit ikki, fyrr enn eldur hevur verið, sigur Peter Seloy, sløkkiliðsstjóri [...] kann sløkkiliðið møta á staðnum við trimum bilum, ið tilsamans hava tíggju tons av vatni. Ein bilur hevur seks tons og tveir hava tvey tons hvør. Men er talan um stóran eld í tættbygdum øki, røkkur hetta [...] einki hesaferð, men sløkkiliðsstjórin ávarar fólk og biður tey vísa serligan ans, nú drúgt turrveður hevur ligið leingi. Tað skal nærum einki til, so fær eldurin fastatøkur, sigur Peter Seloy.
pláss til tíðina, tí teir vilja fegnir seta hol á í juni, juli ella august. The Faroes Partnership hevur bundið seg til at bora minimun tveir brunnar. Teir hava so eisini eina sera umfatandi umsókn hvat [...] luttikið í komandi oljuvinnuni. Jan Evensen er ómetaliga fegin um tann mátan sum Oljufyrisitingin hevur arbeitt uppá og her serliga Herálvur Joensen. -Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, men tað hava teir [...] teir hava verið framman fyri tíðina við hesum. Úrslitið av loyvisumfarinum vísir so eisini, at her hevur verið talan um eina skilagóða og rættvísa útbjóðing. Jan Evensen heldur, at hetta verður ein ótrúliga
undanfarin ár hevur verið stórt, hevur verið neyðugt at seta stóran part av hesum í ognir á peninga- og virðisbrævamarknaðunum. Gongdin á hesum marknaðum hevur havt við sær, at bankin hevur virðisjavnað [...] Føroya Banki hevur eitt úrslit av vanliga rakstrinum upp á 133,1 millión krónur móti 117,7 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 13.1%, sum serliga er orsakað av enum hækkaðum
at Hydro m.a. hevur gjørt eitt yvirlit av føroyskum veitarum í sambandi við oljuvinnuna, og Hydro/Saga hevur eisini havt føroyingar til upplæring í felagnum. Eg vóni, at okkara íkast hevur ført til, at [...] Skuffaður Tað er við sorgblídni, at fryntligi og fyrikomandi norðmaðurin takkar fyri seg, tí hann hevur verið í Føroyum hálvttriðja ár. Fyrst sum leiðari á skrivstovuni hjá Saga Petroleum og seinastu tíðina [...] Rishovd steingir og sløkkir, ætlar hann sær inn á gólvið hjá Oljumálastýrinum. Oljumálaráðharrin hevur nevniliga boðið teimum oljufeløgum, ið ikki sluppu upp í part, at fáa eina eftirmeting av umsóknini
Sigrid Dalsgaard, húsarhaldslærari, hevur skrivað. Hon hevur drúgvar royndir sum lærari í heimkunnleika, bæði í fólkaskúlanum og læraraskúlanum. Beinta Johannessen hevur teknað. Bókadeild Føroya Lærarafelags [...] blaðsíður, innbundin og kostar 95 kr. í bókabúðunum. MBM hevur stuðlað útgávuni. Bókin er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur bundið inn.
Martin Knudsen, nú hann tykist vera betri fyri, enn hann nakrantíð áður hevur verið, hevur mist málverjuplássið, sum hann hevur havt fyrsta rættin til í tíggju ár. Avloysarin millum stólparnar styrkti [...] fjarstøðu ? var av sovornum slagi, at tú trðrt ikki, at tað skal bera til at bjarga. ? Fyri ein málverja hevur tað stóran tðdning, at hann sleppur upp í part beinanvegin. Teir vóru nær við beinanvegin, og tað [...] var heilt framúr. Í Herfølge spælir hann aftanfyri eina tað bestu verjuna í superliguni, so hann hevur ikki altíð so nógv at gera, men eg meti hann sum ein tann besta málverjan í Danmark og í hvussu so
og Grønland áður arbeitt fyri, at ein avmarkaður fiskiskapur hevur verið loyvdur, og tóat mótstøðan frá t.d. Kanada hevur verið stór, hevur verið tikið undir við hesum sjónarmiði. 6 tons í 97 Í fundar [...] 1994, 1995 og 1996. Í 1997 var hon 1.342 tons og í 1998 447 tons. Men tað kann ikki sigast at áhugin hevur verið stórur at fiska tosk á Flemish Cap seinastu tvey árini, tí í 1997 fiskaðu føroysk skip einans [...] NAFO ímóti Nevnt verður eisini, at Føroyar og Grønland førdu á fundinum fram, at NAFO seinastu árini hevur tikið munandi stig til at minka um fiskiskapin eftir toski. Víst varð á, at heildarkvotan er minkað
Allan Müller hevur ikki vant síðstu fjúrtan dagarnar, men hann spældi ímóti Sumba, og teir rokna við, at hann fer at spæla í morgin. Rógvi Jacobsen hevur ikki vant hesa vikuna, tí hann hevur trupulleikar [...] tað verður á sama hátt í morgin. Vit hava spælt tríggjar avgerandi dystir í Gundadali í ár, og tað hevur verið spennandi hvørja ferð. At vit hava vunnið tvær ferðir móti HB og eina ferð móti B36 ger, at [...] Gundadali kemst partvís av, at mótstøðuliðini eru sinnað at spæla góðan fótbólt, og partvís av at tað hevur staðið nógv uppá spæl hvørja ferð, og tí hava vit allir verið so nógv uppsettir. Í B36 eru allir
um landsstýrið hevur ætlanir um at stuðla nevndu verkætlan og hvussu landsstýrið ætlar at stuðla og nær. Og løgtingsmaðurin spyr, um einki verður gjørt, hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið so [...] ður í almannamálum, og gav hann henni stóran ans. Síðan hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, verið kunnað um verkætlanina. ? Tó hevur landsstýrið einki ítøkiligt gjørt fyri at seta nevndu verkætlan [...] fyrispurningin til almannamálaráðharran, sigur Finnur Helmsdal, at virksemið á Verkstaðnum hjá ALV hevur ligið stilt í meira enn eitt ár, og av teimum pengunum, sum vórðu játtaðir til ALV-verkstaðin 1998