Um vikuskiftið samtykti løgtingið fíggjarlógina fyri 2010, hóast hon var nógv broytt í mun til tað, sum ætlað varð. Tann í summar so gitini ólavsøkupakkin, hann helt kortini ikki, og tí mátti fíggjarlógin broytast hareftir.
Í miðlunum var tað serliga stríðið um tunnlarnar norður um fjall, sum hevur ørkymlað, tí tann altíð so sterki fyrrverandi leiðarin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, hevur sett sær fyri at fáa hesa verkætlan framda.
Men koritni varð einki sett av til hesa verkætlan, sum tí er skotin longur út. Sama skilið er við Sandoyartunlinum – og í blaðnum í dag gevur Gerhard Lognberg til kennar, at hann er blotnaður – og heldur allar súður ikki verða syftar enn.
Tað er klárt, at kamelar skulu slúkast, tá fíggjarlógin skal leggjast – ikki minst, tá tíðirnar eru strammar, sum nú.
Jóannes Eidesgaard hevur boðað frá, at hann hevur brúkt tann »primitiva mátan« við plenuklipparanum, sum hann málbar seg. Hetta er helst tí at hann viðgongur, at tað ikki hevur eydnast fíggjarmálaráðharranum og hansara fólki at finna sparingar, sum politiskt kjølfesti er fyri.
Tað skerst ikki burt, at skulu veruligar sparingar gerast, so eiga vit at hyggja upp á dupultfunktiónir í samfelagnum – og eisini taka støðu til, hvørjar tænastur vit mugu velja frá. Tað ber ikki til bara at koyra víðari og látast sum at alt ber til, samstundis sum tað skal ganga út yvir veikaru samfelagsbólkarnar.
Tað verður so uppgávan hjá fíggjarmálaráðharranum og samgonguni til næstu fíggjarlóg at finna fram til, hvat kann skerast burtur. Plenuklipparin kann ikki brúkast fleiri ferðir – og um skattgjaldarin skal hava álit á politikarunum, so er tað sera umráðandi, at hann sær, at skil er í – og at skynsamar avgerðir eru grundarlag undir fíggjarlógini. At skera yvir ein kamb kann vera neyðugt viðhvørt, men tað er ikki skynsamur politikkur. Vónandi verður bøtt um hetta til næstu ferð.










