Andstøðan er so illa nøgd við framferðina hjá samgonguni, at hon umhugsar at nokta at atkvøða fyri fíggjarlógini, tí teir fingu ikki eitt bein til jørðina í viðgerðini Tað staðfesta bæði Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum.
Teir eru báðir so illa nøgdir við framferðina hjá samgonguni, at teir umhugsa at taka tað óvanliga stigið at lata vera við at atkvøða fyri fíggjarlógini.
Tað gjørdi Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki í fjør, tí hann var so ørkymlaður av framferðini og Kári P. Højgaard sigur støðan er kanska verri enn í ár.
Sjálvstýrisflokkurin er ikki í fíggjarnevndini og hevur onki fingið at vita um gongdina í málinum.
Sostatt fekk hann onki at vita fyrrenn í kvøld og nú hevur hann 16-17 tímar at seta seg inn í málið.
Hann átalar harðliga, at hann, sum fólkavaldur tingmaður, onki skal fáa at vita, men verður kunnaður samstundis sum fjølmiðlar og almenningur annars.
- Hetta ger tað ómetaliga tórført hjá okkum at gjøgnumskoða fíggjarlógina og tað er tórført hjá okkum at taka støðu til eitt mál, tá ið vit ikki hava yvirlit yvir avleiðingarnar av tí.
Tórbjørn Jacobsen umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevndini, so tað var trúligt, at hann var betri kunnaður enn Sjálvstýrisflokkurin.
Men tað er hann ikki, sigur hann.
Hann sigur, at andstøðan hevur ikki fingið ein livandi kjans fyri at vera við og tí ber heldur ikki til at hava eina meining um ætlanina hjá samgonguni.
- Alt fundarvirksemi hevur verið dult sum mansmorð og andstøðan hevur ikki verið við á nógvum fundum, sigur hann
- Ein andstøða við virðing fyri samfelagnum atkvøður vanliga fyri eini fíggjarlóg, men virðingin fyri samgonguni eru nú í so ringum standi, at vit mega taka støðu til nýggja fíggjarlógaruppskotið hjá Jóannesi Eidesgaard og Kaj Leo Johannessen í tingsalinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.









