Jógvan á Høvdanum angrar einki

Hann var alkoholikari, totalt langt úti og hevði ongar grensur. Tó angrar hann einki uttan tað, ið hann ikki hevur gjørt. Jógvan á Høvdanum, yngri, greiddi frá lívi sínum í Hvonn Live leygarkvøldið

Hvonn Live

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



– Eg havi eina myrka fortíð, segði Jógvan á Høvdanum, yngri.

Men hvat meinar hann við tí?

- Jú, eg var nekari fyrr, svarar hittinorðaði norðoyingurin aftur.

Hann er provokatør og roynir at ruska hetta rustaða samfelagið upp og provokera við eitt nú mannfólkablaðnum Ð. Men Jógvan á Høvdanum hevur eisini veruliga eina myrka fortíð, sum hann tó ikki er bangin fyri at fortelja um.

- Man má kunna fortelja um sína fortíð, sigur Jógvan á Høvdanum.

Sum ungur legðist hann í brennivínið, og longu sum 16 ára gamal tók drekkaríið yvirhond hjá honum. – Lívið var totalt langt úti og hevði ongar grensur. Alt tað sosiala fór í sor, og eg mátti velja millum at fara til avvenjingar ella drekka meg í hel. Tá drakk eg tríggjar fløskur av vodka um dagin, greiðir hann frá.

Í dag er hann turrlagdur og hevur fingið lívið aftur á rættkjøl. Hann greiddi frá, at tann besta løtan í lívi hansara var, tá sonurin kom í verðina. Nú hevur Jógvan á Høgvandum eisini tikið táttin upp aftur við mannfókablaðnum Ð, saman við Dann Vinther.

– Endamálið við Ð er at ruska hetta rustaða samfelagið upp, og bara tað, sigur ein avgjørdur Jógvan á Høvdanum, yngri.



Eg fái aldrin noy!

Á forsíðuni hevur hann ofta lítið ílatnar føroyskar gentur. Mangur man hava undrast, hvar hann finnur hesar ungu, vøkru moyggjar.

Fyrr fann hann tær í barrum og á vertshúsum. Men nú tá hann í tí dagliga ikki ferðast so nógv í tí umhvørvinum, hevur hann tikið til nýggjari miðlar.

- Eg brúki Facebook. Og tað koyrir bara. Eg fái ongantíð noy frá konufólkunum. Bara meðan eg havi verið her, havi eg funnið tríggjar, sum eg skal yvir aftur at tosa við um fimm minuttir, segði tann evigi provokatørurin, Jógvan á Høvdanum, yngri, í Hvonn Live leygarkvøldið.