í tveir tímar. - Tað gekk ikki long tíð, til eg skilti, hvat var hent. Hetta er ógvuliga syrgiligt. Fólk, ið eru so djørv, at tey fara á fjøllini í slíkum líkindum, eiga ikki at doyggja soleiðis. Borgarstjórin [...] - Eg sat inni í stovuni hjá mínum verforeldrum, tá eg sá, at tað gjørdist myrkari og myrkari úti. Tá eg hugdi eftir veðurforsagnunum, hugsaði eg, at eitt illveður er á veg. Soleiðis sigur norðmaðurin, [...] Dagbladet hevur skift orð við, sigur, at klokkan var um 17, tá hann byrjaði at taka film. Hann hugsaði ikki meira um hetta og legði filmin út á Instagram. Síðan legði hann seg at hvíla seg eina løtu. Tá hann
in, har ein bilur ikki helt víkiskylduna, men rendi á ein bil. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av skaða. Tá ið óhapp henda, tí at bilførarar ikki halda víkiskyldu, endar [...] at hann hevði bakkað á ein bil. Hann fekk ikki fatur á eigaranum og tí hevði hann lagt ein seðil undir viskaran við navni og nummari á. Men fyri at vera heilt tryggur, ringdi hann eisini til løgregluna [...] koyrir á, sigur frá. Tað er annars ókeypis at siga frá, tí so rindar ábyrgdartryggingin, men verður ikki sagt frá, rindar skrokktryggingin hjá tí, sum verður ákoyrdur, og aloftast kostar tað eigaranum nakrar
Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Tað er ikki tað, at tað hevur verið lítið fólk í býnum, tí løgreglan sigur, at tað hevur verið kjokkfult av fólki í býnum. Fleiri stór [...] Hvalba var tiltak á Heygsvatni, har fitt av fólki var og í Fámjin var túnadansur. Eisini í Havn var heilt nógv fólk í býnum. Men løgreglan sigur, at tað var gott skil á, so tey hava lítið og einki havt at [...] Tvær ferðir varð løgreglan boðsend, tí fólk spældu tónleik og høvdu so hart frá, at grannarnir fingu ikki sovið. Báðu ferðina fór løgreglan á staðið og bað fólk skrúva fyri. Og aftur í gjár varð ringt til
og tí liðið ikki kvalifiseraði seg at spæla í kappingini, men fekk møguleikan, tá ið stríðið á Balkan bar við sær, at Jugoslavia varð útihýst. Síðani hava danir longst eftir nýggjum heilt stórum liði. [...] Í heilt gomlum døgum – og tað vil siga fram til og við sjeytiárini – tosaðu danir í fótbóltshøpi um OL bronsuliðið í London í 1948 og um OL silvurliðið í Róm í 1960. Síðani vóru tað pengarnir, sum fingu [...] Danmark fram millum 15 tey bestu í heiminum. Tað var tætt millum sigrarnar, hóast hugflogsríka spælið ikki var, sum tað plagdi at vera. Danir hava vitað, at eitt nýtt ættarlið av fínum spælarum var á veg.
vestanstevnu, norðoyastevnu og ólavsøku at vinna so nógv inn aftur, at fjórða FM heitið verður veruleiki. Ikki sørt av spenningi var undan róðrinum, tí ein av rógvarunum, Jákup Hansen, síðsta sunnudag fór umborð [...] til manningina. Nýggjur maður umborð er Per Venned, og tá ið óføri Kristian Linklett, sum á jóansøku ikki var førur fyri at vera við umborð á Orminum Langa, nú var tøkur aftur, var spurningurin, um tað fór [...] eydnast bláa bátinum at gera ein vørr og at fáa spenning í FM kappingina. Men Klaksvíkingur vildi tað heilt øðrvísi. Eftir startspurtin vóru hesir báðir bátarnir stavn um stavn við Havnarbátinum eina bátslongd
avstað og var eftir startspurtin í fremstu røð saman við Páll Fanga og Sundabátinum. Páll Fangi fekk ikki heilt so góðan start sum Gongurólvur og Sundabáturin. Men tað var skjótt, at Gongurólvur misti takið [...] var meiri enn eina bátslongd undan Smyrli úr Vági. Í fjør vann Smyril FM, men higartil í ár er tað ikki eydnast honum at vinna seg at vera millum tveir teir fremstu. Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag sprakk [...] ár – Sundabáturin hevur vunnið tveir og Páll Fangi ein róður. Tað vísti seg skjótt, at Páll Fangi ikki megnaði at halda tørn um Sundabátin, sum stútt og støðugt gleið alt longur frá kappingarneytanum,
á einum kommunalum stovni ikki fær røkt sítt arbeiði fyri politiska myndugleikanum á staðnum. Í einum innslag í Degi og Viku í gjárkvøldið, varð greitt frá, hvussu eitt heilt eldraøki í seinastuni er lagt [...] lagt lamið, tí tey fólkavaldu, sum eru í stýrinum fyri eldraøkið ikki finna stevið at skipa seg og sítt arbeiði soleiðis, at samstarvið við økisleiðaran kann halda fram ótarnað eftir kommunuvalið í heyst
sum tók seg úr ES, og hetta hevur gjørt, at føroysk skip ikki eru sloppin at fiska í bretskum sjógvi í ár. Rólant Højsted fegnast tó um, at ikki so fáar landingar frá útlendskum skipum hava verið í Fuglafirði [...] fólk detta inn á gólvið hesa løtu. Hetta kunnu vera fólk, sum arbeiða hjá kommununi - ella onkur heilt annar, sum kemur fram við hjá teimum. - Jú, tað hevur mangan verið hugnaligt og stuttligt hesa løtu
ætlanin bar ikki á mál. So varð ætlanin at selja privata felagum, Toftanes, við Eyðfinn Reyðberg á odda, grundstykki, men tá talaði kommunala eftirlitið upp í og segði, at kommunan kann ikki selja stykkið [...] Toftanes 2, stykkið, men onkrir býráðslimir vístu á, at kappingin hevði ikki verið á serliga jøvnum føti, tí felagið undir stovnan hevði ikki havt meiri enn slakar tríggjar vikur at fyrireika tilboðið ímeðan [...] Fuglafjarðar. Eftir ætlanini, sum hevur verið frammi, er talan um 18 íbúðir, sum liggja heilt serstakliga væl fyri, heilt niðri við sjóvarmálan, niðan fyri Toftanesveg. Talan verður um íbúðir við trimum, ella
privatar fyritøkur á økjum, sum als ikki eru teirra kjarnuøki? Og til kappingaravlagandi treytir? Posta bjóða seg nú fram sum havnaagent, og vit hava dømi um, at teir ikki himprast við at tryggja sær uppgávur [...] corona virusið, halda vit, at tíðin er komin at venda eyguni móti einum øðrum virus, sum er farið heilt út av kontrol her á landi, nevniliga Posta. Posta hevur lógarásettan einkarrætt at handfara postflutning [...] bert nøkur fá úr rúgvuni. Umframt at Posta, í ójavnari kapping, roynir at ota seg inn á øki, har teir ikki hoyra heima, so tykjast teir leggja líka í øki, ið hoyra til teirra kjarnuøki. Her hugsa vit serliga