Tað hevur verið stak friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Tað er ikki tað, at tað hevur verið lítið fólk í býnum, tí løgreglan sigur, at tað hevur verið kjokkfult av fólki í býnum. Fleiri stór tiltøk hava verið í nátt, tí bæði í Nólsoy og í Húsavík hava tey hildu stevnu í Hvalba var tiltak á Heygsvatni, har fitt av fólki var og í Fámjin var túnadansur. Eisini í Havn var heilt nógv fólk í býnum.
Men løgreglan sigur, at tað var gott skil á, so tey hava lítið og einki havt at gera av tí. Í sambandi við Stevnuna í Húsavík, var løgreglan í Sandoynni og gjørdi ferðslukanningar. Har vórðu nógvir bilar steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir. Hinvegin varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn.
Ta einu ferðina var vandi fyri, at fólk fóru til hendurs uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, men tá ið løgreglan kom fram, høvdu fólk sissað seg aftur, so har valdaði friður aftur.
Tvær ferðir varð løgreglan boðsend, tí fólk spældu tónleik og høvdu so hart frá, at grannarnir fingu ikki sovið. Báðu ferðina fór løgreglan á staðið og bað fólk skrúva fyri.
Og aftur í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein hundur, sum gekk leysur, var til ampa fyri fólk. Hesa ferð vóru tað fólk, sum vóru farin á Tórsbreyt í Havn at renna, sum ikki fingu frið fyri einum hundi, sum gekk leysur. Aktingarmaðurin varð boðsendur og fekk greiði á, hvør átti hundin.