Tað er nú greitt, hvør skal sleppa at byggja nógv umrøddu íbúðirnar Úti á Lands í Fuglafirði. Ætlanin er fleiri ára gomul og upprunaliga ætlaði Fuglafjarðar Kommuna at fáa Bústaðir upp í, men tann ætlanin bar ikki á mál. So varð ætlanin at selja privata felagum, Toftanes, við Eyðfinn Reyðberg á odda, grundstykki, men tá talaði kommunala eftirlitið upp í og segði, at kommunan kann ikki selja stykkið undirhonds.
Tískil skuldi tað bjóðast út í fríari sølu, og tað samtykti býráðið fyri einum sløkum mánað síðani. Freistin at bjóðað var ikki long, men tað komu tvey tilboð um. Annað tilboðið var frá einum felag hjá omanfyri nevnda Eyðfinni Reyðberg, sum eitur Toftanes 2 og hitt boðið var frá einum felagið í Fuglafirði undir stovnan.
Talan er um eitt stykki upp á slakar 1.700 fermetrar og tað var lítil munur á tilboðunum báðum, bara 25.000 krónur. Felagið Toftanes hevði tað hægra tilboðið og bjóðaði 2.050.000 fyri stykki og hitt felagið bjóðaði 2.025.000 Fyri stykki.
Umsitingin hjá kommununi metir eisini, at útfrá eini heildarmeting er tað tilboðið frá Toftanesi sum lýkur treytirnar best í sambandi við vegaføringar, gongubreytir, tekningar og gøtu ígjøgnum mølina. Sostatt vera teir somu, sum fáa stykkið, sum vóru teir, sum skuldu fáa tað upprunaliga, áðrenn kommunala eftirlitið sló býráðið á fingrarnar, sum borgarstjórin tók til.
##med2##
Býráðið samtykti eisini við stórum meiriluta at selja felagnum Toftanes 2, stykkið, men onkrir býráðslimir vístu á, at kappingin hevði ikki verið á serliga jøvnum føti, tí felagið undir stovnan hevði ikki havt meiri enn slakar tríggjar vikur at fyrireika tilboðið ímeðan hitt felagið hevur havt allar tekningar klárar í langa tíð.
Býráðslimir fegnast um ætlanina, tí tað er stór trot á bústøðum í Fuglafirði og tað hevur trýst prísirnar upp eftir og hesar íbúðirnar kunnu eisini egga til, at fólk flytir til Fuglafjarðar.
Eftir ætlanini, sum hevur verið frammi, er talan um 18 íbúðir, sum liggja heilt serstakliga væl fyri, heilt niðri við sjóvarmálan, niðan fyri Toftanesveg. Talan verður um íbúðir við trimum, ella fýra kømurum og tær verða góðar 90 fermetrar til støddar. Atkomuviðurskifti verða góð til allar íbúðirnar, eisini hjá rørðslutarnaðum. Tað varð eisini upplýst, at tey, sum eru eldri enn 60 ár hava framíhjárætt minst ein triðing íbúðunum, sum allar hava altan og frítt útsýni yvir Fuglafjørð. Tekningarnar eru frá Fuglafjarðar kommunu