Rólant Højsted, havnarmeistari, er vorðin ein ímynd av havnalagnum í Fuglafirði, har hann hevur havt leiðsluna síðan í januar mánaði í 2009. Her ert tú altíð vælkomin, og havnarmeistarin er bæði blíður og týður.
- Vit plaga at heita á skipaeigarar, sum hava skip liggjandi innan fyri Pelagos-bryggjuna, um at loysa og leggja seg út á Fuglafjørð at bíða, meðan kappróðurin er. Vanliga er eingin trupulleiki við Pelagos-bryggjuna, tó at 1000 metra málið røkkur umleið út til hornið á oljubryggjuni.
Havnarmeistarin vísir á, at fólk á havnarskrivstovuni plaga at hjálpa til við málunum í samband við kappróðurin, og annars plaga tey at taka eina hond í við onkrum fyrifallandi, um brúk er fyri hesum.
- Løtan, tá kappróðurin er, kann saktans gerast hugnalig her á havnarskrivstovuni. Vit hava kaffi og okkurt gott afturvið, og tað kemur eisini fyri, at onkur fær eina øl, sigur Rólant Højsted brosandi.
Havnarmeistarin sigur, at tað er javnan, at fólk detta inn á gólvið hesa løtu. Hetta kunnu vera fólk, sum arbeiða hjá kommununi - ella onkur heilt annar, sum kemur fram við hjá teimum.
- Jú, tað hevur mangan verið hugnaligt og stuttligt hesa løtu, leggur hann aftrat.
Tað eru nøkur fá ár síðan, at Fuglafjarðar havn setti egið met við fleiri enn 1000 skipum í eitt ár, og í nøkur fylgjandi ár helt skipatalið, sum kom og fór av Fuglafirði, sær omanfyri tey 1000. Men, tá Føroyar, sum heimurin allur rendi seg inn í eina koronu-kreppu fyri góðum ári síðan, ávirkaði hetta eisini virksemið við bryggjukantin í ávísan mun.
- Í ár hevur tað eisini havt sín týdning, at Føroyar onga avtalu hava havt við Bretland, sum tók seg úr ES, og hetta hevur gjørt, at føroysk skip ikki eru sloppin at fiska í bretskum sjógvi í ár.
Rólant Højsted fegnast tó um, at ikki so fáar landingar frá útlendskum skipum hava verið í Fuglafirði higartil í ár, og her hevur talan serliga verið um norsk, íslendsk og donsk skip við eitt nú makreli og lodnu.
- Men, vit hava góðar vónir um, at árið í ár fer at roynast - eisini, hvat viðvíkur skipatalinum, nú føroyska makrelkvotan í ár er rættiliga stór, soleiðis sum vit hava hoyrt um, nú eingin semja er millum strandalondini um makrelin, sigur hann.
##med2##