hevur tíðindini frá Birmingham Evening News, so er tað nógv, sum bendir á, at Birmingham City, sum er eitt av stóru feløgunum í næststørsta býnum í Onglandi, er áhugað í at keypa fleiri FCK spælarar. Verjuspælarin [...] Francis við Birmingham Evening News. Todi veit einki Danska pressan hevur endurgivið hetta, og teir halda altso, at tað er rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson er álopsmaðurin. Tað gera teir, tí teir halda [...] álopsspælara. Í pressuni verður sagt, at miðvallarin ivaleyst er Christian Poulsen, og við at útiloka aðrar verður roknað við, at Todi Jónsson er álopsmaðurin, sum teir í Birmingham eru áhugaðir í. Kendur
vera íkomið stríð í Fólkaflokkinum millum teir báðar vongirnar. ?Munur er mátin, ið tú ynskir at røkka fullveldinum. Tað er einki stríð í Fólkaflokkinum. Vit standa saman um stevnuskránna. Ymsu meiningarnar [...] og Òla Breckmann, og hann slap eisini á ting mikumorgunin, tí Bjarni Djurholm jú er landsstýrismaður. Poul Michelsen er tó ikki fremmandur fyri tingarbeiðinum, tí hann sat á tingi árini 1984 til 1990. [...] íkomið í Fólkaflokkinum. Tað gamla søgan um stríð millum ein fullveldis- og ein sambandsvong í flokkinum er farin at spøkja aftur. Ein teirra, ið legði alstóran dent á fullveldi í valstríðnum, var fyrrverandi
Hvør dagur er ein kampur fyri at vinna fram og fyri at varðveita vunnin rættindi, sigur Óli. Hann leggur afturat, at fleiri halda, at øll úrslitini eru komin av sær sjálvum, men so er ikki. Tað er hinvegin [...] leita sær oman í býin at lýða á røðurnar. Tó metir Óli, at tað er neyðugt hjá arbeiðarafeløgum at gera vart við seg á onkran hátt, og hetta er eitt gott høvi. Sjálvur plagar hann at leita sær niðan á Vaglið [...] seg einki hava at stríðast fyri. Her sipar formaðurin serliga til tey ungu, ið ikki altíð eru varug við, hvat stórt arbeiði liggur aftanfyri tað vælferð, ið tey njóta. Kampur um hvørt komma Tó er Óli Jacobsen
Spurningurin er so: ? Hevur konan rætt í tí, at talan veruliga er um hjúnarskilnað frá fyrsta degi? ? Er konan órímilig, tí hon ikki vil gjalda manninum pening í 11 ár eftir at hann er farin heimanifrá [...] avkast, kann konan fáa peningin aftur um eini 15 ár. Verður einki avkast, skal hann eiga peningin. Men aftur sigur konan nei. Tað verða 4 ár og einki annað. Venda gongdini á høvdið Nú hevur maðurin aftur funnið [...] atgongd til hennara ognir (tí formliga er hon jú framvegis kona hansara). Men konan heldur fast við 4 ára skiftistíð við teirri grundgeving, at hetta í veruleikanum er hjúnarskilnaður frá fyrsta degi, hóast
hetta kappingarárið hevur eydnast somikið væl higartil, er Halgir ikki í iva, tá hann skal svara spurninginum. - Tað er einki at ivast í, at tað er venjingarstøðan, sum hevur gjørt tað. Eg vant nógv, bæði [...] at tað er tað. - Tað er einki at ivast í. Eftir kappingina í fjør setti eg mær sum mál, at eg skuldi á landsliðið til hesar dystirnar, og at tað nú hevur eydnast, eri eg sera fegin um. - Nú er so bara [...] hevur spælt seg inn á landsliðið, er H71 leikarin, Halgir Dahl-Olesen. Gott kappingarár Í heyst varð hann úttikin til bruttohópin, og nú hópurin til dystirnar móti Rumenia er úttikin, telist Halgir eisini
"Sjúrður er Sjúrður". Hvør skal siga: Sjúrður er eitt tvætl. Tað kann hann halda. Men tað ger einki við tann veruleika, at løgmaður fór uttan um skipanina. Og tá hann ger tað, hava vit einki garanti fyri [...] fyri, at tað, hann ger, er kjølfest í løgtinginum. Hann kundi sagt, at valdagurin ikki skuldi flytast. Ella flytast fram. Ella flytast aftur. Hetta er ikki eitt mál, sum løgmaður formliga ræður yvir. Ja [...] brævið, sum Bárður Nielsen sendi donsku stjórnini, fyrr enn tað stóð í miðlunum. Og eg veit, at tað sama er galdandi fyri aðrar flokkar. Bárður fór solo. Tað var ikki í lagi. Tað hevði hann snøgt sagt ikki mandat
brúk innan skúlaøkið. Einki ringt um at játta peningin til onnur økir innan skúlaverkið, men hetta er peningur, sum var játtaður til ein nýggjan studentaskúla. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin. Hann var [...] tað sama við tekniska skúla. Tað er vigtigt, at vit varðveita okkara atskilda identitet. Um vit fara at gera studentaskúlaútbúgvingina til eitt »sjálvtøkuborð«, so er skjótt at studentaskúlin missir identitet [...] sín og harvið fer hugtakið »Studentur« í gloymibókina. Eftir at projektið bleiv steðgað, so er snøgt sagt einki hent við málinum um at byggja nýggjan studentaskúla. So seint sum fyri mánað síðani bleiv peningur
vann mikukvøldið føroyskum fótbólti eitt stig í Europa Cup fótbólti. Tað er at frøðast um, tí tað er ein veruleiki, at hetta er ikki nakað, sum kemur fyri á hvørjum ári. Í fjør spældu føroysk feløg seks [...] stuttum skoraði sigursmálið í 2?1 sigrinum á Noreg, var ikki við í Føroyum. Hann er ikki væl í øgn við felagið, og hann er settur á sølulistan. Um hann verður á liðnum komandi mikukvøld var ikki greitt, [...] eiga teir at megna, soleiðis at teir eru á staðnum tíðliga mánamorgunin. Men ein óvissur er við í spælinum. Tað er bíðitíðin við markið. Bíðirøðin sigst vera ógvuliga long á markinum ímillum Pólland og
Vindeyguni eru so ótøtt, at neyðugt er at flyta mammur og børn alt eftir ættini. Tað er ikki bara gleði og gaman at eiga eitt barn. Í hvussu er ikki, um veðrið ikki er til vildar. Vindeyguni á føðideildini [...] føðideildini eru so ótøtt, at neyðugt er at flyta møður og børn, alt eftir ættini. Og tað tekur sjálvandi eitt sindur av gleðini, ið annars er so náttúrlig á deildini. Tað harmar sjálvandi tær møður, sum liggja [...] liggja á føðideildini um vikuskiftið, men tað tekur kortini einki frá fittu og dugnaligu starvsfólkunum, ið arbeiða har.
Tí er einki at ivast í, at talan er um trupla uppgávu hjá oddaliðnum. Og hon verður neyvan lættari av, at Rafal Kwiecinski er leikbannaður. Hinvegin kann Piotr Krakowski fegnast um, at Arnbjørn T. Hansen [...] Hansen fyri fyrstu ferð í ár er partur av hópinum. Hjá Skála er málverjin Predrag Markovic nú aftur í hópinum. Hann gjørdist sjúkur fyrr í ár, og so er spurningurin, um hann fær pláss aftur í málinum, ella