Tórshavnar Kommuna er á vandakós. Tað heldur Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi. Nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár, hevur borgarstjórin samstundis lovað fólki ein skattalætta í 2016. - Í míni verð eru tvær orsøkir til, at júst hendan kaninin verður drigin úr borgarstjórahattinum á hesum sinni, sigu Jákup Dam. Antin noyðist hann at sissa onkrar politikarar í samgonguni, sum hava verið heldur buldrasligir í seinastuni, tí teir vilja lækka kommunuskattin. - Nú eru teir so mikið spektir, at teir neyvan fara á flog úr reiðrinum tað fyrsta árið.
Tað eru teir báðir, Annfinn Brekkstein og Bogi Andreasen, sum vildu hava skattin at lækka næsta ár. Og tað, Jákup Dam helst sipar til, er nú hava teir ístaðin fingið lyfti um at skatturin skal lækka í 2016.
Jákup Dam heldur, at ein onnur kann vera at tað er ein roynd at fáa fólk at hugsa um okkurt annað enn veruligu støðuna. Tað skerst ikki burtur, at fíggjarætlanin fyri 2015 fer at skuldarbinda borgararnar í Tórshavnar kommunu 40 og 50 milliónir og harafturat skal kommunan einki gjalda aftur av skuldini. - Tað er ikki at lata borgarunum ein lætta. Tað er at leggja eyka byrðar á teir, sigur Jákup Dam.
Les eisini: Samgongan í Tórshavnar Býráð á fíggjarliga skeivari kós
Býráðslimurin trýr einki upp á nakran skattalætta í 2016, í øllum førum heldur hann at ta verður heilt burturvið at lata skattalætta sum umstøðurnar eru. - Ber ikki til at klára seg næsta ár uttan at taka lán, trúgvi eg als ikki uppá, at býráðssamgongan fer at klára seg í 2016 uttan at taka lán, tí tá fer ætlaði Vesturskúlin allarhelst ígongd av álvara. - Og at taka lán og samstundis lata skattalætta er í míni verð heilt burturvið, sigur Jákup Dam. - Tað er sum at taka við vinstru hond og geva við høgru, sigur hann.
Og hann leggur afturat, at øll lyftini, sum ”eru drigin burtur úr borgarstórahattinum” tey seinastu árini, skulu eisini haldast og tí dugur hann als ikki at síggja, at samanhangur er í fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni í Tórshavnar Býráð.
- Tórshavnar kommuna kann gera íløgur fyri einar 120 milliónir um árið og tað eigur at vera ríkiligt av peningi til at dagføra og menna kommununa, utta nat taka lán, leggur Jákup Dam afturat.
|










