Soleiðis er ætlanin at skipa økið

- Eg havi í løtuni onga avgjørda meining um, hvørt tjóðleikahúsið skal byggjast við Bursatanga ella ei, sigur havnarstjórin, Jónsvein Lamhauge.

 

 

Mánadagin legði ein dómsnevnd fram tilmæli um, hvar tey halda, at tjóðleikahúsið í høvuðsstaðnum skal byggjast. Øll fimm arkitektasamtøkini, sum vóru undangóðkend at koma við tilmæli, vísa á økið við Bursatanga í Havn, harav tvey av samtøkunum eisini vísa á ávikavist Skálatrøð og Boðanes. Síðan dómsnevndin handaði sítt álit til landsstýrismannin í uttanríkis-og mentamálum, Jenis av Rana, hava ymiskar meiningar verið fyri og ímóti hesi staðseting.

Havnarstjórin hjá Tórshavnar havn, Jónsvein Lamhauge, hevur í løtuni onga avgjørda meining um uppskotið at byggja tjóðleikahús við Bursatanga - ikki beint í løtuni, sum hann tekur til. - Fyribils havi eg bara sæð nakrar littar brikkar teknaðar á eitt kort á økinum við Bursatanga. Eg veit ikki, hvar bygningurin ætlandi verður plaseraður á økinum, og eg veit heldur ikki, hvussu tjóðleikhúsið kemur at síggja út. 

Jónsvein Lamhauge heldur fyri, at tá verkætlanin enn er so lítið ítøkilig, er eisini ógvuliga trupult at gera sær nakra niðurstøðu. Nú málið eisini er vorðið eitt sindur politiskt, hevur hann við tí avmarkaðu vitan, hann hevur, ongan hug at blanda seg. Men eitt er, at havnarstjórin ikki hevur hug at gera viðmerkingar til tilmælið um staðseting. Annað er, at maðurin veit, hvørjar ætlanir eru við havnalagnum á Eystaru Bryggju.

- Mær vitandi er einki aktuelt um, at Smyril skal longur út, men hinvegin hevur ligið í kortunum, at Norrøna skal út í gamla molakrókin við Havnarskrivstovuna, sigur Jónsvein Lamhauge, sum vísir á, at tað, sum eisini er aktuelt, er, at pakkhúsini hjá Faroe Ship, sum standa vinstru megin byrjanina av gamla havnarmola, skulu flytast út á molan á nýggja havnalagnum. 

Á leiðini, har hesi pakkhús standa í dag, kemur væntandi ein nýggjur terminalur í samband við, at Norrøna kemur at liggja her úti. - Tað hevur mær vitandi ikki ligið í kortunum, at Norrøna skal flyta út á nýggja havnalagið. Um hetta annars kann gerast aktuelt, dugi eg ikki at siga, sigur hann.

##med2##

Spurdur, um nakrar ætlanir eru um at flyta verandi farstøð, sigur havnarstjórin, at tað veit hann einki um.  - Tá Smyril verður verandi, har hann er, verður eisini neyðugt við einari farstøð, eins og farstøðin er miðstøð hjá Bygdaleiðum í høvuðsstaðnum, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sum leggur aftrat, at tað eru Smyril Line og Tórshavnar havn, sum eiga bygningarnar millum Farstøðina og Havnarskrivstovuna, og hesir skulu sambært ætlanini rívast niður.