Í gjár høvdu næmingar á ítróttaháskúlanum í Suðuroynni ein serligan dag. Á skránni stóð mini-ironman við súkkling, renning og svimjing. Ætlanin var at svimjingin skuldi vera í langhylinum í Pálshøll, men [...] men í góðveðrinum endaði tað við, at fólk ístaðin lupu á sjógv og svumu á Vágsfirði. Hetta gjørdi bert dagin betri, og alt spældi væl av. Næmingarnir eru vanir við at leypa á bláman, ella t.d. rógva í kajakk [...] dagsins skrá. Tyrlan kom, og við grótkastið í Vági sluppu næmingarnir at royna nakað, sum neyvan nakar teirra hevur roynt áður, nevniliga at verða heysaður upp í tyrluna, meðan hon sveimar nakrar metrar uppi
og gestalærarar halda alt árið skeið á stovninum í Løgumkloster og úti um landið. Hetta er fyrstu ferð, Folkekirkens Pædagogiske Institut heldur skeið í Føroyum, og tað eru rektarin Eberhard Harbsmeier [...] Týsdagin 01. september hava tey skeið við prestunum í Norðurlandahúsinum. Týskvøldið kl. 19.30 skipar Felagið Fyri Kirkjuráðslimir fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum, har evnið verður »Menighedens [...] Evnini fyri fyrilestrunum annars eru m.a. »Samarbeiðið millum skúla og kirkju«, »Hvussu ung uppfata Gud« og »Hví eru ung so upptikin av óndskapi í fjølmiðlunum?« Annars fer rektarin Eberhard Harbsmeier at
til dagligt í Teilandi, har bæði arbeiða sum lærarar á einum skúla. Fyri fyrstu ferð í trý ár er Leivur heima aftur í Føroyum og hesa ferð sum giftur maður. "Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, so [...] ólavsøku," sigur Grace, sum er fødd í Hong Kong, men er uppvaksin í Sidney, Australia. "Eg havi hinvegin verið ofta," sigur Ragnar flennandi, sum er bæði føddur og uppvaksin í Havn. "Eg haldi, at ólavsøkan er [...] siga er Grace komin longri enn eg í at samla til tey føroysku klæðini. Meðan eg einki eigi, hevur hon tveir knappar, ið hon brúkar sum oyraringar og ein, sum hon hevur í hálsbandinum," sigur Leivur. Grace
hevur Tórshavnar Býráð samtykt í gjárkvøldið. Høllin skal byggjast við Skúlan á Argjahamri, har fimleikahallirnar nú verða gjørdar til eina ítróttarhøll. Talan er um eina skúla- og venjingarhøll, men kortini [...] Veruleikin er, at tað er so stórur tørvur á ítróttarhallum í Havn, at tað er ómøguligt at nøkta tørvin, staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá býráðnum. Farið verður undir arbeiðið [...] gongst sum ætlað, verður ítróttarhøllin á Argjum klár at taka í nýtslu um eitt gott ár. - Tað fer at gera umstøðurnar hjá øllum feløgunum í Havn munandi betri at venja og at skipa fyri dystum og kappingum
Býráðs hevur á fundi í gjár tikið avgerð um, at Kommunuskúlin verður mentanar- og virksemishús. Samstundis skal Venjingarskúlin verða Fróðskaparsetur, og nýggjur skúli verður bygdur í Vesturbýnum. Tað sigur [...] sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð. - Vit hava leingi bíðað eftir einari avgerð, um Venjingarskúlin skuldi skifta endamál til Fróðskaparsetur. - Nógv bendir nú [...] avgerð skal takast, ber ikki til at ganga fremsta ynski hjá øllum borgarum í Havn á møti. Men vit kunnu tryggja, at øll børn í Havn fáa tað best hugsandi skúlatilboðið og tað hevur skund, sigur Helena Dam
barnagarðurin Alvalon í Sørvági vorðin ov lítil. Tískil skal nýggj vøggustova nú byggjast. Frítíðarskúlin í Sørvági, sum er í gomlu sýslumansskrivstovuni, er partur av Alvalon, men er ikki í sama bygningi. Húsini [...] Kommunurnar í Vágum samstarva um eitt nú barnavernd, eldraøki, ferðavinnu og 10. flokk, sum er felags fyri báðar kommunurnar. Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, heldur, at samstarvið hevur [...] arbeiðast kann skjótt, soleiðis at hølistørvurin verður loystur. - Vit høvdu sett pengar av til stovnin í ár, men hesir pengar verða ikki brúktir. Eg vóni, at nýggja vøggustovan stendur liðug næsta ár, men
og nýtt heimshav í heitum veðurlagi. Her byrja søgurnar frá landsløgum í Suðuroy, sum vit fara at hoyra um á útferð leygardagin 24. apríl. Byrjað verður við eini framløgu á Tvøroyar Skúla har Barbara Biskopstø [...] serstøkum støðum í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum lýsa tíðina við eldgosum og ístíðirnar, sum hava formað landsløgini. - Aftaná framløguna fara vit við bussi út at síggja m.a. Kulugjógv í Froðba, kolanámið [...] kolanámið í Hvalba og fleiri onnur áhugaverd støð í økinum. Hesi støð siga frá tíðum, tá risastór eldgos bygdu upp Føroyar samstundis sum eitt nýtt heimshav varð til, um tíðir við heitum veðri og frumskógi
Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið í morgun, tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Varðagøtu í Havn. Seinasta árið er ferðslan á Varðagøtu umskipað fyri at gera umstøðurnar tryggjari hjá børnunum [...] leggja nakað í, skal vera ósagt, men tá løgreglan var á staðnum í morgun, tók hon fimm bilførarar, sum fóru strevandi niðan eftir móti nógvu morgunferðsluni. Teir fimm verða løntir við einum klippi í koyrikortið [...] børnunum, sum ganga á Sankta Frans skúla, Sankta Jósefs barnagarði og vøggustovuni Stellu Maris, sum liggja hvør sínu megin vegin. Eini 300 børn ganga í skúlanum og onnur 200 á stovnunum báðum. Varðagøta er
sosialdemokratarnir í Svøríki tikið eitt stig, sum kann enda sum eitt norðurlendskt stríð um, hvørjir politikarar løgdu lunnar undir okkara skipan við ókeypis heilsuviðgerð, almannatrygd og skúla. Tað er svenski [...] sigur, at flokkurin vil fegin taka lut í einum orðaskifti um søguna og framtíðina hjá teirri norðurlendsku vælferðarskipanini, men heldur ikki meiri. Men ein dani er í hvussu er ikki fegin um tað svenska [...] svenska stigið. Bertel Haarder, fyrrverandi innanríkis- og heilsumálaráðharri og formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, vil snøgt sagt ikki góðtaka, at sviar taka patent upp á ta norðurlendsku skipanina
lesa. Eisini var hann eitt skifti í Kina í tiltikna gittarklassanum í Beijing. Hann hevur við góðum úrslitum luttikið í altjóða kappingum fyri gittara og vann hann í 2017 stórstu føroysku einleikarakappingina [...] Tað er við stoltleika, at vit kunnu bjóða honum at hava konsert á tí skúla, har ið hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar hjá Ragnari Olsen, ið var fyrsti lærari hansara. Eftir lokið prógv á Mu [...] stuttligt afturat, sum hann sigur. Pláss skal vera fyri impulsiviteti og hevur hann nógv gittarstykki við í skjáttuni. – Leygardagin 12. mars kl. 13.00 fer Dávur at hava opnan klassa við blaðungum gittartalentum